týsdagur 5. juni 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 105 - 5. juni 2007
tíðindi
Budam á G!Festivalin
Bólkurin hjá Búa Dam, Budam hevur um vikuskiftið gjørt
vart við seg á SPOT-Festivalinum í Århus. Umframt at luttaka
á almennu SPOT-skránni var bólkurin á tveimum tiltøkum, ið
G!Festivalurin fyriskipaði fyrst í Keypmannahavn hóskvøldið
og síðan í Århus fríggjakvøldið, í hesum sambandi varð
kunngjørt, at Budam er á skránni fyri G!Festivalin í ár. Budam
spælir søgur, og hesar hava m.a. verið lýstar sum at hoyra
sjónleik, ella at hoyra porno. Budam gevur í næstu fyrst fløgu
sína út við heitinum Stories of Devils, Angels, Murderers and
Lovers á plátufelagnum TUTL.
MjúS heldur steðg í ár
Hugnaligi festivalurin á Sandi, MjúS, verður ikki hildin í ár.
Fyrireikararnir boðaðu í gjár frá, at tey undir
fyrireikingunum til hetta summarið ikki kendu seg sannførd
um, at tey fáa givið MjúS-gestum eina eins góða uppliving
sum undanfarnu árini, tí hava tey valt at steðga á í eitt ár, og
síðani byggja upp til at koma sterkt aftur komandi ár.” Váta
veðrið í fjør eigur part av orsøkini, hetta skerdi inntøkurnar
so nógv, at trupult hevur verið at fáa gongd á í ár verður sag.
Steðgurin gevur møguleika fyri, at fyrireika seg væl og
virðiliga til MjúS í 2008.
Leygarkvøldið gjørdu
føroyingar innrás á
Christiania, yvir 300
føroyingar komu
saman í frístaðnum
í Keypmannahavn
har føroyskur dansur,
føroyskur tónleikur
og ein íslendskur
trubadurur vóru á
skránni
Konsert
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Christiania er eitt óvanliga
hugnaligt stað, ein frístaður
mitt í Keypmannahavn har
pláss er fyri teimum, ið ikki
passa inn aðrastaðni, eitt
stað har fólk ansar eftir
hvør øðrum og hjálpist at.
Tú kennir teg altíð væl
móttiknan, tá tú kemur inn í
frístaðin, og so var eisini
fríggjakvøldið, tá vit komu
yvir um brúnna um Voldina
og inn gjøgnum “bakdyrnar”
hjá Christiania. Eitt vakurt
summarkvøld, vit hoyrdu
tutl innan úr teimum smáu
og hugnaligu húsunum, og
langt burturi gjørdist ljóðið
av tekno trummum spaku-
liga týðiligari.
Dansur í summar
náttini
Við hugnaliga og stuttliga
spæliplássið, ið, áðrenn alt
politirokið seinastu árini,
var eitt væl vitjað mál fyri
barnafamiljurnar á eitt nú
Oyrasundskollegiinum,
sótu tveir føroyingar og ball-
aðu sær eina sigarett. Vit
heilsaðu uppá og gingu víð-
ari. Vit komu framvið keld-
uni til teknoljóðið eini
veitslu uttan fyri Måne-
fiskeren, har nøkur hundrað
fólk dansaðu og hugnaðu
sær. Lukturin av hasji bland-
ist við luktin av donskum
summarið.
Á sjálvari Pusherstreet,
har hasjhandilin plagdi at
halda til í sølubúðum, var
fest í eitt stórt bál, og ung-
fólk sótu rundan um tað og
prátaðu. Ein friðsæla hvíldi
yvir fólki. Klokkan var
farin av 23.30, tá føroyski
dansurin skuldi vera, so vit
fóru inn í Operaen. Á veg
upp gjøgnum trappurnar,
møttu vit einum riðili av før-
oyingum.
Fyriskiparin
Edmund Sofus Jacobsen
fremstur og honum á baki
fólk frá dansifelagnum Fóta-
traðk og aðrir føroyingar.
- Kom vit fara at dansa
við bálið, segði Edmund og
skundaði sær framvið okk-
um. Tá vit komu oman aftur
á gøtuna, var ringurin longu
við at vaksa og fyrsta ørind-
ið av Orminum Langa rung-
aði í Pusherstreet. Tilsamans
mundu eini hálvthundrað
føroyingar fara upp á gólv.
Ongar myndir takk
Við bálið sótu fólk still og
lurtaðu,
einki
hóvasták,
bara eygleiddu og nikkaðu
við til stevið, einasta ferðin
onkur reistist, var tá ein tók
mynd av dansinum.
- Der må ikke fotograferes
her, segði ein ungur maður
við
myndamannin
og
myndatólið varð pakkað
burtur. Tá seinasta ørindið
var kvøðið, klappaði bál-
fólkið og vit leitaðu inn í
litføgru hølini í Operaini.
Alsamt fyltust hølini, og tá
Týr eina løtu seinni fór á
pallin rann sveittin av pann-
ini hjá barrvørunum, og fat-
ølannleggi byrjaði at bukka
undir fyri trýstinum av fleiri
hundrað tystum føroying-
um.
Ljóðið var so sum so,
men Týr spældu við nógvari
orku, og fólk hugnaði sær.
Hesin bólkur hevur eina ser-
liga støðu millum føroying-
ar, og kvæðarokkurin tykist
at raka nógvar føroyingar
beint í hjarta. Hesa løtuna
kókaði frammanfyri pallin.
Hóast ljósannleggið í Opera-
en ivaleyst er eldri enn
Christiania og minnið enn
flestu ljósannlegg, ið verða
nýtt nú á døgum. So var
ljósið hjá Týr óvanliga flott.
Hetta komst av, at ljósmað-
urin hjá Operaini ikki var
komin hetta kvøldið, og
Føroya nógv besti ljósmaður
Egil B. Hansen, ið var kom-
in á konsert, setti seg við
knøttarnar. Tað var ótrúligt
at síggja, hvussu nógv hann
megnaði at fáa burturúr so
lítlum. Eftir Týr tók onkur
annar yvir við ljósknøttarnar,
og hetta sást tíanverri.
Løgin skrá
Íslendski trubadurin Petur
Bén var næstur á pall. Hann
var júst afturkomin av
SPOT-Festivalinum,
har
hann spældi í einum sjón-
leikarhúsi og fekk ikki færri
enn seks av seks møguligum
stjørnum frá ummælaranum
í Gaffa. Hann er ein fram-
úrskarandi
sangari,
ein
feitur gittarleikari og hevur
sítt heilt egna ljóð, men
hóskar seg ivaleyst betur í
einum sjónleikarahúsið enn
í eini barr við fullum før-
oyingum.
Leygarkvøldið
hevði hann trupult við at
fylla pallin eftir, at ein
føroyskur tungmálmsbólkur
hevði buldrað. Tað tyktist,
stutt sagt, burturvið at
leggja
skránna
soleiðis.
Men Petur Bén vísti greitt
hvussu feitur hann er, hetta
hóast ikki nógv fólk lurtaði.
Heldur ikki Boys In A Band
fingu sama lív í, sum Týr
hevði fingið. Men vístu
eisini hví teir eru Føroya
besti nýggi bólkur. Sum
heild var kvøldið stak
hugnaligt. Nógv fólk var
komið saman, og tey hugn-
aðu sær. Skráin kundi verið
uppbygd annarleiðis, t.d.
við at tey bæði progressivu
og kanska ikki líka fólka-
kæru nøvnini millum før-
oyingar, Petur Bén og Boys
In A Band kundu verið
Føroyakvøld í Pushe
Tað er ikki loyvt at taka myndir
í Pusherstreet, men ein djarvur
myndamaður tók eina, áðrenn hann fekk
boð um at pakka myndatólið saman.
Christiania 10: Eini 350 fólk vóru savnaði í Operaen
Mynd: Edmund Sofus Jacobsen