Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 105 - 5. juni 2007 tíðindi PEDAGOGFELAGIÐ 25 ÁR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Í frítíðarskúlanum á Toftum hava børn og starvsfólk fyri­ reikað seg á ymiskan hátt til føðingardagin. Tey hava gjørt handdukkur úr avíspappíri, sum tey hava málað og gjørt klæðir til, sum tey skulu nýta til ein dukkuleik. Genturnar hava vant ymiskar dansir, ið ætlanin er at framføra, og í køkinum hava tey kókað bomm og bakað smákøkur at bjóða teimum vitjandi. ­ Vit hava savnað ymiskt handaligt arbeiði, ið er virk­ að til gjøgnum tíðirnar, fyri eisini at vísa tann partin fram. Eisini hava vit hongt eina matskrá við ymiskum, sum børnini fáa til millum­ mála, upp. Millummálin er eitt hæddarpunkt á degnum, sum øll børnini gleða seg til. ­ Á einari stórari blómu, sum ímyndar barnið, hava vit sett barnið í fokus, og á blómubløðini hava vit sett orð á, hvat vit leggja dent á í okkara arbeiði, soleiðis at blóman/barnið skal mennast og trívast. Í sambandi við føðingar­ dagin eru allir næmingarnir og lærararnir í Tofta skúla bodnir at vitja. – Hetta er ein frálíkur háttur at menna okk­ ara samstarv við skúlan. Tað er umráðandi, at vit, sum dag­ liga eru saman við børnun­ um, hava gott samstarv, og sigast kann ikki annað enn, at samstarvið millum frítíð­ arskúlan og skúlan á Toftum er sera gott. Millum annað hava vit verið nakrar útferðir saman, umframt at starvsfólk­ ini hava verið til felags fyri­ lestur um happing herfyri. Meðan næmingar og lærarar fáa okkurt gott aftur­ við einum drekkamunni, fáa tey eisini høvi til at síggja myndir av øllum børnunum, sum hava gingið í frítíðarskúlanum á Toftum, síðani hann lat upp í 2001. Frítíðarskúlin á Toftum hátíðarheldur føðingardag Hugflogið var gott, tá ið handdukkurnar fingu nøvn og leiklut. Í hópinum eru m.a. Trøllaharramuffins, Dunnan Fredrik, Omman Herdis, Hjalgrím Elttør og Beckham Søkt verður hervið eftir deildarleiðara til Sjódeildina á Strandfaraskipum Landsins at byrja skjótast gjørligt. Viðmerkjast skal, at Sjódeildin er fyrrverandi Rakstrardeildin Starvið fevnir um Leiðarin hevur dagligu fyrisitingarligu ábyrgdina av deildini, sum uppgáva er at seta mál og tryggja at fyrisiting og skipsleiðsla arbeiða miðvíst sum eitt "toym" móti sama máli. Høvuðsuppgávan hjá deildarleiðarinum er at tryggja eff ektivan rakstur av strandfaraskipunum, herundir samskipa manningarviðurskifti, viðlíkahald og trygd. Deildin hevur tætt samstarv við Skipaeftirlitið, klassa, skipasmiðjur v.m.. Leiðarin kemur eisini at virka sum designeraður persónur. Aðrar uppgávur eru: • Fyriskipa deildina eftir tekniska stýringartørvinum • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á anleggum og útbúnaði • Fyriskipa verkætlanir í sambandi við størri broytingar innanfyri tekniska økið • Fyriskipa projektarbeiðið í sambandi við nýbyggingar • Tryggja undirvísing og upplýsing um trygd á skipum (ISM, altjóða trygdarkrøv) • Hava innanhýsis ISM-audit Førleikakrøv • Skipsføraraútbúgving ella útbúgving sum kann samanberast • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Kunnleiki og royndir í prosjektleiðlsu er ein fyrimunur • Kunnleiki og royndir inna EDV-nýstlu • Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum Setanartreytir Starvið er lønt í 35. lønarfl okki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Arbeiðsstaðið er í løtuni Yviri við Strond 4 í Tórshavn. Frá 1. januar 2008 er arbeiðsstaðið á Tvøroyri Umsóknir Starvið verður sett skjótast gjørligt. Tú fært meira at vita við at seta teg í samband við Regin Vágadal, stjóra, tel 343012 ella t-post rev@ssl.fo Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins Att: Páll Heinesen Yviri við Strond 4 Postboks 88 FO-110 Tórshavn Ella teldupost: pah@ssl.fo Og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2007 kl. 12:00 Leiðari til Sjódeildina Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Rakstrar-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. Børnini hugna sær óført við at baka smákøkur Hesar fittu genturnar hava vant eina dansiseriu at framføra W e g u a r a n t e e o p t i m a l c r e W s e r v i c e s arbeiðsfólk til hydraulik-arbeiði í noreg oceanwide søkir eftir royndum fólki til hydraulik- arbeiði í noreg, at byrja skjótast gjørligt. góð løn og góðar treytir. Áhugaði ringið á tel. 323111 ella t-post faroe@oceanwidecrew.com Í sambandi við at Føroya Pedagogfelag fyllir 25 ár, hava stovnarnir kring landið gjørt nógv burturúr fyri at seta fokus á námsfrøðiliga arbeiðið