Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 105 - 5. juni 2007 ] Sundalagið karmur um næsta róðurin Næsti róðurin í FM-kappingini verður á skránni leygardagin 16. juni. Hesin róðurin verður á Sundalagsstevnu, sum í ár verður hildin í Hvalvík og Streymnesi. Áhugin og luttakaratalið var ikki av tí besta í fyrsta róðurin á Norðoyastevnu leygardagin, men tað er ein møguleiki fyri, at fleiri bátar fara at boðað frá luttøku til næstu stevnuna í Sundalagnum. Laursen vil á vøllin Danski verjuleikarin í enska felagnum Aston Villa, Martin Laursen, sat á beinkinum undir øllum landsdystinum, tá danir leiktu ímóti Svøríki leygardagin. Verjuleikarin var skuffaður av ikki at vera á vøllinum, og nú heldur hann, at tíðin er komin til at gera broytingar á liðnum. – Eg var sera skuffaður ikki at koma á vøllin ímóti svium, og eg verið enn meira skuffaður, um eg ikki sleppi á vøllin ímóti Letlandi. Eg føli meg vera góðan nokk til at vera á hesum liðnum, og tí er tað sjálvandi ætlanin at vera á vøllinum í Tallinn mikudagin, sigur Laursen. Bert 39 manningar vóru við í fyrsta róðrinum á árinum, og tveir av róðrunum høvdu bert umboðan av tveimum báts­ manningum. Hetta tykist ikki vera ein góð gongd fyri okkara tjóðarítrótt KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Alt tað vit minnast hava før- oyingar róð kapp við hjart- ans hugi. Kappróðurin hev- ur verið og er enn okkara tjóðarítrótt, og áhugin mill- um ung sum gomul kring landið hevur altíð verið ovurhonds stórur. Eisini síðstu árini hevur áhugin verið stórur. Nógvir nýggir bátar eru blivnir bygdir at kalla árliga, og feløgini hava lagt nógv fyri í teirra royndum at røkka einum góðum úrsliti í teim- um ymsu bátaflokkunum. Um nakað er broytt frá í fjør til í ár, er ilt at meta um. Tað er tó ein sannroynd, at áhugin fyri kappróðri tykist vera minkaður óvan- liga nógv. Tá ið fyrsti róð- urin á árinum fór av bakka- stokki á Norðoyastevnuni í Klaksvík leygardagin, høvdu bert 43 bátar boðað frá luttøku, og tá alt komu til stykkis vóru tað bert 39 bátsmanningar, sum tóku lut í kappingini á Norðoya- stevnuni. Í tveimum av róðrunum vóru harafturat bert tvær bátsmanningar við, og hetta tykist ikki vera nøkur góð gongd fyri okk- ara annars so vælumtókta tjóðarítrótt. Vit hava tikið eitt prát við formannin í Róðrarsamband Føroya, Jan Herman Han- sen, um kappróðurin í dag og lítlu undirtøkuna, sum hann hevði á Norðoya- stevnuni. Áhugin minkar í Oyggjaleikaári Jan Herman Hansen ásann- ar eisini, at lága manninga- talið á Norðoyastevnu er ógvuliga óheppið, og at hetta ikki er ein góð gongd fyri kappróðurin. Hann sigur tó, at áhugin fyri kappróðri í Føroyum er ikki eins stórur tey árini, tá ið Oyggjaleikirnir eru á skránni. - Tað er eingin ivi um, at tað er óheppið bert at hava 39 bátsmanningar við til fyrsta róðurin á árinum. Eg meti tó, at tað er eitt sam- anspæl av nógvum tingum sum gera, at áhugin ikki er so stórur í ár. - Tað vísir seg ofta, at áhugin ikki er eins stórur millum rógvararnar tey árini, tá ið Oyggjaleikirnir eru á skránni. Fleiri skulu taka lut á leikunum, meðan onnur ætla sær við sum áskoðarar. Harafturat eru nógv her á landi, sum íðka aðrar krevjandi ítróttar- greinar, og tá hava tey ikki altíð yvirskot til rógvingina eisini, sigur formaðurin í Róðrarsambandinum. Fyri fáum árum síðani byrjaðu manningarnar ikki at venja til kappróðrarárið fyrrenn í mars mánaði, meðan bátarnir blivu flotaðir á flaggdegnum. Tá var tað ikki so krevjandi at rógva, sum tað er í dag. Nú eru fleiri av manningunum kring landið í gongd alt árið, og báturin verður flotaður tíðliga á árinum. Jan Herman heldur, at hetta eisini kann vera ein orsøk til manglandi undirtøkuna. - Ja, ein orsøk til lágu undirtøkuna kann sjálvsagt vera, at kappingin er blivin nógv meir krevjandi. Mann- ignarnar venja nógv meir í dag, og hetta orka fleiri av rógvarunum ikki at gera í fleiri ár, sigur Jan Herman. Einki verður niðurlagt Tað, sum helst var mest óheppið við kappróðrinum á Norðoyastevnu, var, at í tveimum at bátaflokkunum vóru bert tveir bátar við. Hetta gjørdi hesar róðrar rættiliga lítið áhugaverdar, og teir blivu heilt víst ikki meir spennandi av, at munurin í hesum róðrunum var risastórur á teimum báðum bátunum, sum tóku lut. Tað vóru eisini fólk á havnarlagnum við áhuga fyri kappróðri, sum tosaðu um, at hetta bar altso ikki til at hava bert tveir bátar við í einum róðri. Jan Herman Hansen ásannar eisini, at tað er ógvuliga keðiligt, at bert tveir bátar vóru við í tveim- um av róðrunum, men hann vil ikki hoyra talan um, at hesir róðrar vera niður- lagdir. - Tað er keðiligt og óheppið, at bert tveir bátar eru við í einari kapping, men so leingi sum tað eru tveir bátar, so koyra vit víðari, sigur formaðurin í Róðrarsambandinum. Inniróður tikið fleiri rógvarar Ein av heilt stóru grund- unum til, at áhugin er so lítil fyri kappróðri, er inni- Kappróður í einum Sunda­ báturin sigraði á heima­ sjógvi Sundabáturin var einasti báturin úr Norðoyggjunum, sum megnaði at vinna á heimasjógvi. Á miðjum máli var kappingin hørð við serliga Stráluna, men í endaspurtinum var eingin ivi KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sjálvt um Sundabáturin ikki beinleiðis er á heima- sjógvi í Klaksvík, so er Norðoyastevnuróðurin tann róðurin, har Sunda- báturin er tættast við at vera á heimasjógvi. Leygardagin eydnaðist eisini Sundabátinum at fáa eina góða byrjan upp á kappingarárið, tá teir vunnu fyrsta stevnuróð- urin hjá 6-mannaførum við monnum. Stóran part av róðri- num var kappingin hørð við serliga Stráluna, men í endaspurtinum var eing- in ivi. Sundabáturin hev- ur havt ein sera góðan endaspurt síðstu árini,, og hesin kom eisini til sjóndar leygardagin. Her fóru teir meir enn eina bátslongd fram við Strál- uni, og at enda vunnu teir ein tryggan sigur. Gleðin var sum vera man stór á manningini. - Vit hava ongantíð verið sterkir í startinum og í miðróðrinum, og tí høvdu vit ikki væntað at lagt okkum á odda frá byrjan av. Tað hevur tó stóran týdning at fáa eina góða byrjan, og sjálvt um har var spenningur mitt á málinum, so var eingin ivi í endaspurti- num, segði bátsformað- urin á Sundabátinum, Hjalmar Zachariasen.