Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 105 - 5. juni 2007 ] Havnin og Runavíkin fóru avstað við tí mesta, tá fyrsti kappróðurin í hesum kappróðrarárinum var á skránni á Norðoyastevnu leygardagin KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Veðrið var ikki so galið, tá fyrsti kappróðurin á ári­ num bleiv skotin í gongd á Norðoyastevnuni leygar­ dagin. 43 bátsmanningar høvdu boðað frá luttøku, men tá alt kom til stykkis, vóru tað bert 39 bátar, sum blivu flotaðir í Klaks­ vík. Tað, sum flest øll mundu tosa um undan fyrsta róðri­ num, var, at bert tvær báts­ manningar vóru við í tveimum av róðrunum, og hetta bleiv av nógvum mett at vera rættiliga óheppið. Hvussu var og ikki, so skuldi rógvast undir øllum umstøðunum, og á leið kl. 13 skeyt startdómarin fyrsta skotið á árinum, og so settu manningarnar í 5­ mannaførum við dreingj­ um á. Tveir sigrar til Sílið Fyrsti róðurin henda dagin gjørdist eisini ein av mest spennandi róðrunum. Tveir bátar fylgdust mest sum allan vegin úti á fjørðinum. Størsta partin av teininum hevði Sílið helst munin á Havfrúnni, og tað gjørdist eisini 5­ mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, sum dró longra stráðið. Teir megn­ aðu at halda Havfrúnni aftanfyri seg í endaspurti­ num, og á málinum vóru teir skutin frammanfyri bátin úr Vestmanna. Hetta gjørdist tó ikki einasti sigurin hjá Sílinum henda dagin. Hjá 5­manna­ førum við kvinnum var tað eisini Sílið, sum fekk bestu byrjanini. Tær løgdu seg á odda alt fyri eitt, og líkt var til, at tær høvdu hug at økja um munin, longur inn tær komu. Eitt skifti vóru tær meir enn eina bátslongd framman fyri Teistan, men í enda­ spurtinum royndi Teistin av øllum alvi at hótta Sílið. Sílið megnaði tó at halda leiðsluni allan vegin, og munurin gjørdist at enda ein hálv bátslongd niður til Teistan av Argj­ um. Tryggir sigrar til Jarnbard og Hvassa Í 5­mannaførum við gent­ um vóru seks bátar við í kappingini, men hesin róðurin bleiv ongantíð spennandi. Hvassi úr Sunda Róðrarfelag legði seg á odda alt fyri eitt, og inn eftir fjørðinum gjørd­ ist munurin bara størri og størri niður til næstu bátar­ nar. Komnar á mál vóru gent­ urnar norðan úr Sundalag­ num heili tríggjar báts­ longdir frammanfyri Tambar úr Róðrarfelagnum Knørri. Hjá 6­mannaførum við kvinnum var heldur eingin ivi um úrslitið. Her vóru bert Jarnbardur og Koll­ firðingur við í kappingini. Jarnbardur fekk nógv betri byrjan enn báturin hjá koll­ firðingum, og munurin bara vaks og vaks, sum tær nærkaðust málinum. At enda var Jarnbardur var Jarnbardur heili 31 sekund frammanfyri Koll­ firðing. Róðrarfelagið NSÍ vann síðstu róðrarnar Næstsíðsti róðurin á skránni henda dagin var róðurin hjá 8­mannaføru­ num. Her vóru fimm bátar við í kappingini, og frá byrjan av vóru tað Heiða­ báturin og Ørvur, sum drógu frá hinum bátunum. Argjabáturin royndi at hanga í, men fyrstu løtuna gekk ikki so væl. Komnir nakað inn eftir fjørðinum byrjaði Heiða­ báturin veruliga at draga frá Ørvi, og sum teir nærk­ aðust málinum bleiv mun­ urin bara størri og størri. Skjótt gjørdist greitt, at Heiðabáturin kundi ikki takast henda dagin, og teir vunnu eisini ein tryggan sigur, heili 14 sekund framman fyri næsta bátin. Kappingin um annað plássi gjørdist hinvegin rættiliga hørð, og í enda­ spurtinum megnaði Argja­ báturin at fara fram við Ørvi, so teir endaðu á øðr­ um plássi. Runavíkin tók sær eisini av sigrinum hjá 10­manna­ førunum. Her vóru bert tveir bátar við í kappingini, og eingin ivi var um sig­ urin. Vestmenningur hevði stutt og greitt ikki tað, sum skuldi til, fyri at fylgja við Eysturoyingi, sum vann 10­mannafars­ róðurin í stórum stíli. Sostatt er fyrsti róðurin í árinum komin at enda, og flestu sigrarnir fóru til Havnar og Runavíkar. Havnin og Runavíkin sigraðu aldudali róðurin. Inniróður er ein ítróttargrein, sum hevur vundið nógv uppá seg seinasta árið, og nógvir av føroysku rógvarunum hava valt at royna seg í hesi greinini. Jan Herman heldur eisini, at inniróðurin hevur tikið ein part av rógvarunum til sín. ­ Inniróður er væl dámt millum føroysku rógvarar­ nar júst nú. Tað er eingin ivi um, at henda greinin er við til minka um áhugan fyri kappróðri, tí tað eru so nógv sum royna seg í júst inniróðri. ­ Henda greinin er serliga væl dámd millum ungar menn ella dreingir. Her sleppa teir at kappast einsa­ mallir ímóti øðrum rógvarum, og teirra úrslit er ikki ávirkað av nøkrum øðrum, tí hetta er ein ítrótt fyri einstaklingar, sigur Jan Herman. Hann er tó vísur í, at rógvarar, sum eru farnir yvir til inniróður, fara at koma aftur til kappróðurin. ­ Ja, eg vænti og vóni, at hesi fara at koma aftur til kappróðurin fyrr ella seinni. Tá inniróður kom fram í Danmark, var tað eitt ordi­ ligt upplop í hesi grein. Øll royndu hetta, og úrslitið var, at áhugin um hetta mundi bleiv minni at rógva úti. So við og við vaks áhugin fyri kappróðri tó aftur, og vónandi fer hetta eisini at henda í Føroyum. At enda ásannaði formað­ urin í Róðrarsambandinum, at kappróður er í einum aldudali júst nú. Hann ivast tó ikki í, at gongdin hjá okk­ ara tjóðarítrótt fer at venda. ­ Luttakaratalið á Norð­ oyastevnuni var alt ov lágt, og hetta er sjálvsagt ikki gott fyri okkara tjóðarítrótt. Júst nú eru áhugin helst ov lítil millum rógvarar, men eg ivist ikki í, at gongdin fer at venda, og at áhugin fyri kappróðri aftur fer at vaksa. Sundabáturin var einasti báturin úr Norðoyggjum, sum fekk ein sigur á heimasjógvi á Norðoyastevnu. Serliga í endaspurtinum vístu teir sína styrki Mynd: Álvur Haraldsen Ferguson er ivasamur Skotski liðskiparin, Barry Ferguson, er ivasamur til dystin ímóti Føroyum í annaðkvøld. Hetta veit heimasíðan www.teamtalk.com at siga frá. Barry Ferguson fekk eina skaða í knæði í dystinum ímóti Eysturríki síðsta mikudag. Barry Ferguson hevur ikki vant við hinum leikarunum síðstu dagarnar. – Vit hava onkrar skaðar í hópinum, og ein av teimum er Barry Ferguson. Eg trúgvi og vóni tó, at allir mans vera tøkir á dystardegnum, sigur skotski venjarin, Alex Mc Leish. Strachan ynskir Føroyar langt vekk Venjarin hjá skotska stórfelagnum, Gordon Strachan, ynskir lond sum Føroyar langt vekk úr undankappingum hesa til EM. – Mínir tankar um hetta eru vælkendir. Lond sum Føroyar áttu at spælt í eini deild fyri seg, heldur Gordon Strachan, sum sigur tað vera órímiligt, at dýrir leikarar við nógvari løn skulu spæla dystir á vøllum sum tann á Toftum. Hann sigur eisini, at Føroyar einans eru við í EM­undankappingini, fyri at vinna nakrar atkvøður í UEFA, og at tað er ov nógvur politikkur í hesum.