Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Um tú ætlar tær at keypa í Reykjavík, so hevur býurin fleiri møguleikar. Laugarvegurin, sum er høvuðsgøtan í býnum, er fullur av góðum og spennandi handlum. Stóra handilssentrið, Kringlan, er eisini eitt spennandi stað fyri tey, sum dáma at keypa SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Reykjavík er ein avbera spennandi og ikki minst vakur býur. Íslendski høvuðsstaðurin hevur at kalla alt, sum ein ferðandi til býin hevur tørv á. Har eru nógvar stórar, vakrar kirkjur, nógv søvn, bæði listarlig, søgulig og mentunarlig, góðar matstovur og gistingarmøgu­ leikarnir eru av teimum bestu í Reykjavík. Harafturat kanst tú gera útferðir frá Reykjavík til fleiri av kendastu støðunum í Íslandi so sum Bláa Lón. Føroyingar fara ofta hesar sokallaðu “shopping”­túrarnar út í heim. Her verður ofta farið til Keypmannahavnar ella London, men til tíðir velja føroyingar at fara longur suður eftir. Ein triði møguleiki er tó at fara til Reykja­ víkar. Reykjavík hevur eina stóra høv­ uðsgøtu, Laugarvegurin, sum er full av góðum og spennandi handl­ um. Her eru bæði bíligir handlar, og handlar fyri tey, ið hava hug at keypa dýraru merkivørurnar. Reykjavík hevur harafturat stóra handilssentrið, Kringluna, sum eisini hevur nógvar góðar handl­ ar. Alskyns møguleikar á Laugarvegnum Sum sagt, so er Laugarvegurin høvuðsgøtan í Reykjavík. Gøtan liggur mitt í býnum, og tað er ógvuliga hugnaligt at ganga ein túr eftir Laugarvegnum, meðan man hyggur í handilsvindeygu. Ísland er eitt land, sum gongur høgt uppí mótan, og hetta sært tú eisini, tá tú gongur ein túr eftir Laugarvegnum. Har eru fleiri mótahandlar, bæði til konufólk og mannfólk. Her fáast eisini klæði til bæði ung og eldri, so møgu­ leikarnir eru fleiri. Harafturat eru eisini alskyns handlar innan øll øki á gongugøtuni, og tú keðir teg heilt víst ikki í miðbýnum í Reykjavík. Laugarvegurin hevur tó ikki bert handlar. Har eru eisini gist­ ingarhús, matstovur og barrir á gøtuni, og m.a. liggur ein av kend­ astu matstovunum í Reykjavík, Restaurant Hereford, mitt á gongu­ gøtuni. Um tú ert troyttur av allari “shoppingini”, so kanst tú altíð seta teg niður í eini av teimum óteljandi barrunum, sum eru á gongugøtuni, og her fært tú mangt ymsikt leskiligt at drekka. Kringlan – Størsta handils­ sentur í Reykjavík Gongugøtan er tó ikki einasta staðið í Reykjavík, har tú kanst fara at “shoppa.” Nakað uttanfyri miðbýin liggur stóra handilssentr­ ið, Kringlan. Hetta er eitt risastórt handilssentrum í trimum hæddum, sum hevur alt tað, sum tú hevur brúk fyri. Har eru mótahandlar, handlar fyri børnini, videohandlar, slikk­ handlar og nógvir aðrir. Í Kringl­ uni eru allir teir handlar, tú hevur brúk fyri. Handlarnir eru á tveimum teim­ um niðastu hæddunum. Fert tú upp á triðju hædd, so eru fleiri matstovur, har tú hevur møguleika at fáa tær at eta, áðrenn tú fert at keypa víðari. So samanumtikið hevur Reykja­ vík fleiri góðar møguleikar, har tú kanst fara at “shoppa.” Ert tú troyttur av øllum resinum, sum “shopping” førir við sær, so eru altíð matstovur ella barrir tætt við. Reykjavík: Laugarvegurin og Kringlan Puntur nummar 20 av 23 Kringlan er størsta handilssentur í Reykjavík. Har eru alskyns handlar, og ert tú troyttur av at “shoppa,” so eru eisini ein ørgrynna av matstovum í Kringluni