mikudagur 6. juni 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 106 - 6. juni 2007 ]
Liðfelagarnir
høvdu ilt við at
trúgva skotska
liðskiparanum, tá
hann greiddi frá,
at hann á seinastu
Føroya-ferðini
vaknaði, við at ein
seyður hugdi inn
á kamarsvindeyga
hansara
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sambært skotska blað
num Daily Record, so
høvdu skotsku spælararnir
ilt við at trúgva tí, tá
Barry Ferguson greiddi
teimum frá, hvussu tað
var at vera í Føroyum.
Ferguson, Davie Weir
og Cristian Dailly vóru
eisini
við,
tá
skotar
vitjaðu seinast, og lið
felaganir flentu í kíki, tá
hesir tríggir greiddu frá,
hvussu føroyingar høvdu
gras á takinum og hvussu
hann tann eina morgunin
vaknaði,
meðan
ein
seyður hugdi inn á kamars
vindeygað hjá sær.
Men teir sóu, tá vit
komu her, at alt passaði,
sigur
Ferguson
við
blaðið.
Hóast lagið eisini var
skemtandi,
so
ávarar
Ferguson um, at talan
verður um alt annað enn
lættan dyst hjá skotum í
Føroyum.
Men hetta er millum
annað tað, sum altjóða
fótbóltur snýr seg um. Tú
skalt eisini duga at koma
til slík støð og vita, at
treytaleysa kravið er trý
stig. Tað megnaðu vit
ikki seinast, men eg haldi
sjálvur, at vit hesa ferð
eru nógv betri fyri til
dystin. Bæði tí vit hava
eitt betri lið, men eisini tí
vit nú vita, hvat skal til.
Teir spæla við nógvum
fólki aftan fyri bóltin, og
tí mugu vit ansa eftir, at
vit ikki leypa framav,
samstundis sum vit skulu
leggja trýst. Eg veit væl,
at føroyingar halda, at
hetta er ein dystur, sum
teir kanska kunnu fáa stig
burturúr. Men tað er upp
til okkum at prógva, at
hetta ikki verður so, segði
Ferguson.
Saman
við
Darren
Fletcher úr Manchester
United verður Ferguson
roknaður sum ein av
avgjørdu
lyklaspælar
unum hjá skotum til
dystum. Tað verða mest
sannlíkt teir báðir, sum
manna miðvøllin, og tí
verða tað teir, sum skulu
stýra skotska trýstinum,
ið ætlandi skal geva
teimum sigurin.
Tíðindastjórin heldur fram
Fremad Amager hevur boðað frá, at tíðindastjórin í
felagnum, Ken Foltmar, heldur fram í felagnum.
Foltmar hevur verið tíðindastjóri seinastu 10 árini,
men eftir eigaraskiftið var ivi reistur um, hvørt hann
skuldi halda fram í starvinum. Tað hava føroysku
eigararnir einki ímóti, og sjálvur sigur Foltmar, at
hann fegin játtaði at halda fram í sessinum.
Rógvi í argentinskum blað
Málið hjá Rógva Jacobsen hevur vakt ans kring allan
heim. Soleiðis kundu lesararnir hjá argentinska
fótbóltsblaðnum, Olé, lesa heilsíðugrein, har samrøða var
við føroyska timburmannin. Við heitinum, La increible
historia de Rógvi Jacobsen, verður sagt frá ævintýrinum,
tá timburmaðurin úr Atlantshavi skoraði móti heimsins
bestu. Sum lítlar stubbar á somu síðu verður skrivað um
brasilska landsliðið og um nýggja Juventusvenjaran,
Claudio Ranieri.
Trúðu ikki Ferguson
Barry Ferguson er fult vitandi um, at skotar skulu vera 100
prosent til reiðar at spæla dyst í Føroyum.
Eisini hóast Føroyar ikki líkjast nøkrum øðrum landi, har
teir hava vitjað
Mynd: Álvur Haraldsen
Fróði og Holst
sleppa upp í part
Nýtt fólk verður í
fýra plássum. Andrew
av Fløtum víkir
úr álopinum fyri
Christian Lamhauge
Holst, og Fróði
Benjaminsen verður
miðverji fyri Jón Róa
Jacobsen, sum verður
vongverji
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leygarkvøldið framdi føroy
ska landsliðið eitt tað besta
leikliga avrikið, sum føroy
ingar nakrantíð hava sýnt.
Hóast glæsiliga avrikið
hevur Jógvan Martin Olsen
gjørt av, at fleiri broytingar
skulu gerast á føroyska
liðnum, sum klokkan 17.15
í dag skal spæla á Svanga
skarði ímóti Skotlandi.
Tveir spælarar – Fróði
Benjaminsen og Christian
Lamhauge Holst – eru
nýggir á liðnum, og Marni
Djurhuus og Andrew av
Fløtum hava fingið at vita
frá venjaranum, at teir skulu
sita á beinkinum, tá ið
fyrsta
bríkslið
verður
seinnapartin.
Sammett við síðsta leygar
kvøld verður talan um nýtt
fólk í fýra plássum ímóti
Skotlandi. Tað vístu taktisku
venjingarnar í dýrdar veðr
inum á Tórsvølli stutt fyri
døgurða í gjár. Talan var
um einastu venjingina í gjár
og harvið um síðstu venj
ingina
undan
dystinum
ímóti Skotlandi í dag.
Jón Rói vongverji
Jákup á Borg, sum tað í
blaðnum í gjár varð gloppað
fyri kanska fór at missa
plássið hesa ferð, verður
miðvallari í høgru, soleiðis
sum hann var tað ímóti
Italia. Harvið er tað greitt,
at venjararnir ikki geva
Símuni Samuelsen møgu
leikan frá fyrsta bríksli.
Men tað er einki at ivast í,
at tað eftir avrikið hjá
Símuni ímóti Italia, nú er
lættari hjá venjaranum at
geva føroyinginum í Kefla
vík møguleikan í øðrum
borðinum ella hinum, enn
tað hevur verið tvær tær
seinastu ferðirnar.
Tað hevur so at siga verið
greitt alla tíðina, at Fróði
Benjaminsen fór at vinna
pláss millum teir fyrstu
ellivu, eftir at hann var
leikbannaður ímóti Italia.
Fróði fær plássið undir
liðini á Óla Johannesen.
Tað ber við sær, at tað ikki
verður pláss fyri Jón Róa
Jacobsen í miðverjuni.
Men landsliðsvenjarin er
ikki sinnaður at senda
superligu spælaran út á
beinkin. Jón Rói verður
hesa ferð vongverji í høgru.
Hann hevur fleiri ferðir
seinastu vikurnar roynt seg
í hesum plássinum í AaB.
Atli verður vongverji í
vinstru. Harvið er tað greitt,
at Marni Djurhuus, sum
hevur røkt vinstra vong
verjan fleiri tær seinastu
ferðirnar, hesa ferð verður á
beinkinum, tá ið dómarin
fer at bríksla fyri fyrstu
ferð.
Hóast landsliðsvenjarin
hevur sagt seg vera stak væl
nøgdan við Marna Djurhuus
og hvussu høgt botnstøði
kollfirðingurin
í
EB/
Streyma miðverjuni hevur
víst, so hevur hann gjørt av
at
hella
seg
til
Atla
Danielsen.
Býta um
Undan Italia dystinum var
stórur ivi um, um tað fór at
verða Andrew av Fløtum
ella Christian Lamhauge
Holst, sum fór at verða
fremsti maður. Eitt sindur
óvæntað var tað, tá ið
venjarin leygardagin valdi
Andrew
av
Fløtum
til
fremsta plássið.
Nú bendir nógv á, at
Christian Lamhauge Holst
fer at fáa møguleikan í
kvøld. Talan er um einsa
mallan sess, og spælarin,
sum røkir hann, er rættuliga
í andglettinum.
Undan Italia dystinum lá
tað í luftini, at Andrew av
Fløtum fór at verða avloystur
av
Christian
Lamhauge
Holst. Í dag er støðan tann
sama bara við mótsattum
úrslitið. Tað
kann
væl
hugsast, at Andrew fer at
loysa Christian av.
Út frá hesum fer føroyska
liðið at síggja soleiðis út
seinnapartin í dag: Jákup
Mikkelsen
–
Jón
Rói
Jacobsen, Óli Johannesen,
Fróði Benjaminsen, Atli
Danielsen – Jákup á Borg,
Mikkjal Thomasen, Súni
Olsen , Christian Høgni
Jacobsen Rógvi Jacobsen
–
Christian
Lamhauge
Holst.
Jákup Mikkelsen fer at
verja føroyska málið fyri
50. ferð. Hann er áttandi
føroyski
spælarin,
sum
røkkur merkisverda dystar
talið, og hann er annar
málverjin,
sum
røkkur
teimum hálvhundrað. Hin
er Jens Martin Knudsen,
sum nú er knýttur at
landsliðnum
sum
mál
mansvenjari. Jens Martin
rakk 66 landsdystum í
tíðarskeiðnum 19882005.
Jákup, sum er føddur 16.
august í 1970, spældi fyrstu
ferð á landsliðnum í 1995.
Christian Lamhauge Holst var um reppið at skapa tí heilt stóru sensatiónina, tá hann varð
skiftur inn leygardagin. Hesa ferð bendir alt á, at hann fær møguleikan frá byrjan
Mynd: Álvur Haraldsen