Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 106 - 6. juni 2007 ] Vóni tað besta, men... - Eg tori einiki at spáa. Tað er sjáldan, at teir spæla tveir góðar dystir upp í slag. Eg vóni tað besta, men tað kann eisini enda við skrædli, helt Sólbjørn Mortensen, sum vit eisini møttu á Vaglinum í morgun. Sólbjørn er sjálvur gamal landsliðsspælari, og var við í fimm landsdystum frá 1970-72. Dystirnir vóru móti Hetlandi, Orkneyoyggjunum og Íslandi. Í sambandi við landsdystin á Svangaskarði í kvøld hevur hann tveir hetlendingar búgvandi, sum hann kennir frá fólkadansi. - Vit eru til nógvar ym­isk­ar dystir m­ill- um­ ár og dag. Men at gera upptøk­ur her í Føroyum­ k­revur sjálv- andi sítt, sigur Peter Belm­ark­. Hóast sergrein hansa- ra eru slowm­otion- upptøk­ur, k­revur hann at vera k­vik­ur við fingrunum­, tá avgerandi støður í ein- um­ dysti sk­ulu vísast aftur og aftur í sjón- varpinum­. SjónvarpSdyStur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Svangaskarð: Við vøllin á Toftum standa fleiri stórir sjónvarpsbussar við merkin- um »Digital Vision« á. Hvør teirra er betri útgjørdur enn hin við tekniskari útgerð. Á takinum stinga stórir parabolar upp í loft. Uttan- fyri standa í hópatali av kassum við upptøkutólum, inni í bussinum er teknisk útgerð til redigering og framleiðslu av sjónvarpi fyri hundraðtúsundtals krón- ur. Tvey av hesum tólunum eru til slowmotion-upptøkur av einum dysti. Summi upp- tøkutól taka sær av teirri breiðu myndini, meðan onn- ur fylgja nærdystum, tack- lingum og andlitsbragdinum á spælarum og áskoðarum. Her krevst skjótleiki og ein vitan um, hvat sjónvarps- hyggjarin ynskir at síggja. Og tað er júst hesar royndir- nar, sum Peter Belmark hev- ur fingið sær hesi seinastu 10 árini sum slowmotion- operatør, sum tað eitur. Hann er bert ein av mong- um, sum tryggjar fótbólts- hugaðum sjónvarpshyggjar- um eitt gott upplivilsi av hvørjum einstøkum dysti. Hesi fólkini hava arbeitt nógv saman og eru so líðan- di komin at kenna hvønn annan sera væl. - Vit hava arbeitt so væl og so nógv saman gjøgnum tíðirnar, at vit vita noyaktiga hvat hvør einstakur ger. Eingin okkara er yvir hinum og eingin undir. - Forholdið okkara mill- um er tí eisini so gott, at vit kunnu siga tað vit vilja við hini. Vit eru eitt gott team, hóast vit eru freelansarar og koma ymsastaðni frá, sigur Peter Belmark. Seinnapartin í gjár vóru hann og starvsfelagar hansa- ra í ferð við at draga káplar, rigga upptøkutólini til og tryggja alt tað tekniska und- an dystinum móti Skotlandi í kvøld. Umaftur og umaftur Túsundtals áskoðarar verða uttan iva til dystin á Svanga- skarð í kvøld. Øll fáa ikki henda møguleikan, og mugu tí sita frammanfyri sjónvarpsskíggjan og fylgja dystargongdini. Rundan um vøllin standa 10 upptøkufólk og gera sítt ítasta til at sjónvarpshygg- jarar í Føroyum, Skotlandi og mongum øðrum londum fáa alt við í dystinum. Aftanfyri hesi 10 upptø- kufólkini er haraftrat ein hópur av øðrum fólkum til arbeiðis, millum annað Pet- er sjálvur sum hevur eina einstaka uppgávu at loysa í kvøld: Uppgávan hjá honum er at spæla umaftur í slowmot- ion nakað av tí, sum hendir í dystinum. Her kann til Kvikhentur maður í slowmotion myndir Jens Kr. Vang Orð Snorri Brend Svangaskard Nógv útgerð skal til og kvikhent fólk at fáa sum best burtur úr teimum. – Vit hava djúpa virðing fyri dómarunum, sigur Peter Belmark Mynd: Jens Kr. Vang Vit hava djúpa virðing fyri arbeiðinum hjá dómarunum, tí tað kann ikki altíð vera eins lætt at taka røttu avgerðina ” Tað er í roynd og veru ikki annað ljós á stadion enn tað, sum kemur úr erva ” 10 upptøkutól verða á Svangaskarði í kvøld. Bert linsan til tað einstaka tólið kostar 700.000 kr. hvør Mynd: Jens Kr. Vang Súkkla kring Føroyar í juli Ársins útgáva av stóru súkklukappingini Statoil Kring Føroyar verður í døgunum 18. til 22. juli 2007. Kappingin verður hildin í 5 dagar, har ein kapping er um dagin. Málið hvønn dagin liggur við eina av Statoil støðunum runt landið. Kappast verður í Klaksvík, í Eysturoynni, á Sandoynni, í Suðuroy og á Streymoynni. Samanlagt verða súkklaðir 332 km. Høvuðskappingin er kappingin um bláu troyggjuna, hana vinnur tann sum er skjótastur á øllum teinunum tilsamans. Kappingin um fjallatroyggjuna vinnur tann, sum er skjótastur niðan um ymsar útvaldar brekkur, sum liggja á leiðini har kappingin er.