mikudagur 6. juni 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 106 - 6. juni 2007
lýsingar
Barnagarðurin Mýrifipan
Leiðari til
Barnagarðin Mýrifipan
Barnagarðurin Mýrifipan søkir eftir leiðara 40
t./v. at byrja 1. august. Okkara dugnaligi leiðari
hevur sagt seg úr starvi vegna víðari útbúgving,
tí sóknast vit eftir einum nýggjum leiðara.
Í barnagarðinum eru 67 børn býtt í 2 stovur og
1 vøggustovu. Harumframt eru 20 børn í úti
barnagarði. Í barnagarðinum er eisini eitt stuðuls
toymi, sum tekur sær av børnum við serligum tørvi.
Á dagstovnaøkinum í Tvøroyrar kommunu eru
broytingar á veg, við tað at ein vil byggja eina
integreraða institutión, har bæði dagrøktin (spæli
stovan) og barnagarðurin eru saman, kortini við
hvør sínum leiðara. Somuleiðis er ætlanin at fáa
avtalustýring í kommununi við barnagarðinum
sum eitt pilotprojekt. Tann, ið verður settur, má tí
vera nýhugsandi og megna at møta fjølbroyttum
avbjóðingum.
Vit bjóða
• Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi har
náttúran hevur stóran týdning og leiklut í
gerandisdegnum og har spælið fyllir nógv.
• Dugnalig starvsfólk.
• Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði við
nógvum avbjóðingum.
• Møguleika fyri sjálvstøðugari støðutakan
innanfyri avtalaðar karmar.
• Møguleika fyri eftirútbúgving innan leiðslu o.a.
Vit vænta at tú
• Ert útbúvin námsfrøðingur, helst við
leiðsluroyndum.
• Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.
• Hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni,
ið rúmar bæði vøggustovu, barnagarð og
útibarnagarð.
• Hevur hug og áræði at skapa ein tryggan
og fjølbroyttan gerandisdag í einum avbjóð
andi fakumhvørvi, við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum umframt foreldrum
og starvsfelgum.
• Hevur góð evni at umstilla teg í einum
broytiligum umhvørvi.
• Sært møguleikar framum vansar.
• Hevur evni og áræði at ganga nýggjar
leiðir.
• Kanst virka í góðum samstarvi við
starvsfelagar og foreldur.
• Dugir væl at samskifta bæði innan og
uttanveggja.
• Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanaviðurskifti
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og KAF.
Meiri fæst at vita
Um starvið við at venda sær til Susanne Madsen,
leiðara á sosialu deild, á tlf. 371085 kl. 10.00
– 16.00
Umsókn
Saman við viðmælum, royndum og upplýsingum
um útbúgving, skal sendast til:
Tvøroyrar Kommuna, sosiala deild
Tvørávegur 27 · FO 800 Tvøroyri
viðm. »Leiðari til Barnagarðin«
Freistin at søkja er fríggjadagin 15. juni.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Pedagogar søkjast til
Frítíðarskúlan í Gøtu
Søkt verður eftir :
2 pedagogum á 20 t. viku, at byrja 13 aug.
Frítíðarskúlin liggur í hugnaligum umhvørvi, nær
við spælipláss og sandin, í Syðrugøtu.
Í dagliga arbeiðnum leggja vit m. a. dent á :
• at børn og starvsfólk trívast og fáa avbjóðingar í
gerandisdegnum
• at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og
børn
• at virða tað einstaka barni í bólkinum
Vit ynskja av tær :
• at tú er álítandi og hevur góð samstarvsevnir
• at tú hevur hug og áræði at skapa ein
fjølbroyttan og tryggan gerðandisdag
• at tú vilt vera við til at mynda og menna tað
pedagogiska umhvørvi
Lønin er sambart sáttmála ímillum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya og fylgir lønarstigunum frá 11 – 17.
Nærri upplýsing um størvini fáast við at venda sær
til Hannu E. Olsen leiðara, fartlf. 771009. Skrivlig
umsøkn, við avrit av prógv og ummælum, skal
sendast okkum í seinasta lagi mánadagin 18 juni
kl. 10.00.
Bygdaráði skilir sær rætt til at velja millum
innkomnu umsøknirnar ella onga at taka.
Umsóknir skulu sendast til:
Frítíðarskúlin í Gøtu
Fyri oman brúgv 3
FO – 513 Syðrugøta
Lærarastørv í
Hoyvíkar skúLa
Søkt verður eftir 8 lærarum
• 4 lærarum í fast starv
• 4 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2007/2008
Tíðaravmarkaðu størvini eru fyri lærarar við
lækkaðum tímatali, tímar vegna serligan tørv
og avlopstímar.
Skúlin hevur brúk fyri lærarum, sum
kunnu undirvísa í:
• 1.-3. flokki: føroyskum, heimstaðarlæru,
støddfrøði, handaverki og list. Harumframt
skulu tríggir lærarar átaka sær
flokslærarauppgávu.
• 4.-5. flokki: føroyskum, kristni, søgu, ítrótti,
handaverki og list. Harumframt skal ein
lærari átaka sær flokslærarauppgávuna.
• 6.-7. flokki: kristni, støddfrøði, ítrótti,
handaverki og list.
• Stuðul til serligan tørv: Skúlanum tørvar
lærarar til næmingar við serligum tørvi í 1.,
3. og 4. flokki.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• Hava læraraútbúgving
• Eru sinnaðir at samstarva í árgangstoymum
• Ynskja gott samstarv við heimini
• Vilja vera við at framhaldandi menna skúlan
Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær
til skúlastjóran, Birgit Arge á telefon 302590
ella 227603.
Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum
skulu vera skúlanum í hendi seinast mánadagin
18. juni klokkan 12.
Hoyvíkar Skúli
Vegurin Langi
Postsmoga 3073
110 Tórshavn
Í Hoyvíkar Skúla verða komandi skúlaár umleið 500
næmingar í 22 flokkum frá 1.-7. flokk. Her fara at
starvast 39 lærarar og 3 stuðlar.
Ekspetrisa
til Fótbúna
Søkt verður eftir fólki m/k at byrja
skjótast gjørligt. Starvið er fulla tíð
og løn sambært avtalu.
Ring og fá nærri at vita.