mikudagur 6. juni 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2007
35
lýsingar
Set ferðslutrygdina í hásæti
Dagligi leiðarin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd
seinastu 14 árini søkir nýggjar avbjóðingar, og
tí leitar ráðið nú eftir nýggjum stjóra at standa
á odda fyri arbeiðinum.
Umframt av hava
leiðaraevni
samskiftingarevni og
samskipanarevni
skal stjórin eisini
vera kreativ/ur
hava skapanargleði
kunna hugfanga/engasjera seg fult fyri
arbeiðinum hjá RFF
eiga evni til at gera hugskot til veruleika, og ikki
minst
hava tev fyri eggjandi og upplýsandi
marknaðarføring
Uppgávurnar hjá stjóranum eru m.a.
at vera ígongdsetari
at vera verkætlanarleiðari, og leiða fleiri
verkætlanir samstundis
at savna og uppbyggja fakliga vitan til virkna
nýtslu í samfelagnum
at samstarva við myndugleikar, stovnar, feløg,
fyritøkur og einstaklingar um at virka fyri at
betra um ferðslutrygdina
at vera til reiðar sum persónur at trína fram at
umboða sjónarmið RFF’s
Førleikar
Tú hevur hóskandi útbúgving, har leiðsla, samskifti
og førleiki at brúka framkomnar samskiftis- og kunn-
ingarhættir eru nakrir av hornasteinunum
Vit vænta, at tú hevur sterkar persónligar eginleikar,
so sum arbeiðssemi, dynamikk og skapanarlyndi. Tú
kennir føroyska samfelagið væl, og hevur skil fyri hvat
ið rørist millum fólk. Tú dugir væl við fólki – høgum
sum lágum, ungum sum eldri – og samskiftir skilliga
bæði á føroyskum, skandinaviskum og enskum
Løn sambært avtalu
Umsókn
Heldur tú teg vera rætti persónur at røkja starvið,
skalt tú senda umsókn við prógvum og viðmælum
í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007. Nærri
upplýsingar fáast við at venda sær til Jón Kragesteen
á telefon 210204 ella til Høgna í Stórustovu,
starvsnevndarformann, á telefon 215510.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknirnar, merktar »Umsókn til stjóra fyri RFF« á
brævbjálvanum kunnu sendast til:
Advokatvirkið
Boks 85
FO-110 Tórshavn
ella við telduposti til starvsnevndarformannin
his@post.olivant.fo
Ráðið fyri Ferðslutrygd
varð stovnað í 1976, og
endamálið er at virka
fyri
tryggari
ferðslu.
Ovasti myndugleiki hjá
ráðnum er ráðsfundurin,
sum verður hildin á
hvørjum ári í apríl mán-
aði. Ráðsfundurin velur
eina starvsnevnd við 5
fólkum, sum í tøttum
samstarvi við stjóran
setir út í kortið tey mál
og mið, sum arbeiðast
skal við.
Umframt
stjóran
er
skrivstovufólk og fólk,
sum arbeiða við útvald-
um uppgávum. Meira
kunning er at síggja á
www.ferdslutrygd.fo
Sandoyarstevna 2007
verður í Skálavík
Fríggjadag 8. juni
kl. 20.00 Tivoli letur upp.
kl. 20.00 Søluskúrurin við matsølu.
kl. 20.00 Rodeo-tarvurin.
kl. 23.00 Pleaser spæla til dans.
Leygardagin 9. juni
kl. 14.00 Gerhard Lognberg setur stevnuna.
kl. 14.00 Café og matsøla.
kl. 14.00 Tivoli letur upp.
kl. 14.30 Fuglaframsýning hjá Benjamin Lydersen
kl. 14.30 Listaframsýning hjá Randi Martinu
Gunnarsdóttir og Martinu Eriksen.
Framsýningarnar eru í skúlanum
og lata aftur kl. 20.00.
kl. 14.30 Framsýning av ymiskum handaligum í
Undirhúsinum.
Framsýningin letur aftur kl. 20.00.
kl. 18.00 Sangløta við Missiónskórinum.
kl. 21.00 Sangløta við Betaniakórinum.
kl. 23.00 Dansur við Pleaser.
kl. 24.00 Páll á Reynatúgvu heldur
midnáttarrøðuna.
Sunnudagin 10. juni.
kl. 14.00 Fólkafundur við standmyndina av
Heðini Brú.
Røðarar eru Kári P. Højgaard og Sørin
Sørensen.
kl. 15.00 Café og matsøla
kl. 15.00 Tivoli letur upp.
kl. 15.00 Fuglaframsýning hjá Benjamin Lydersen.
kl. 15.00 Listaframsýning hjá Randi Martinu
Gunnarsdóttir og Martinu Eriksen.
Framsýningarnar eru í skúlanum og lata
aftur kl. 18.00.
kl. 16.00 Framsýning av ymiskum handaligum í
Undirhúsinum.
Framsýningin letur aftur kl. 20.00.
kl. 18.00 Sangløta við Missiónskórinum.
um...
...er lisin
-so ert
tú við!