Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juni 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 106 - 6. juni 2007 lýsingar Viðgerð fyri fobi Um tú hevur onkra fobi – er sera bangin fyri onkrum ávisum – kann tú fáa góða viðgerð fyri tí, samstundis sum tú lærir at viðgera teg sjálvan/sjálva. Viðgerðarskeið verður fríggjadagin tann 15. juni kl. 10,00. Max 6 luttakarir. Tilmelding á tlf. 318286 – 218286. Best eftir kl. 19.00. JegVan Bæk sálarfrøðingUr Reyði Krossur Føroya Loppumarknaður Í Vágsbotni 9. juni kl. 10:00 Hjálpið okkum at hjálpa. Tað ger mun. Tað er stuttligt at luttaka. Ynskir tú at hjálpa nakrar tímar? Ring 28 36 30 Reint vatn. Um 300 mil. fólk kring heimin mangla reint vatn. 4 fólk doyggja um minuttin vegna vánaligt reinføri og trot á reinum vatni. Fast starv á Føroya Barnaheimi Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familju­ deildina á Føroya Barnaheimi. Starvið ið er eitt fulltíðarstarv er leyst til setan frá 01.09.2007 ella skjótast til ber. Tann ið settur verður í starvið, skal starvast í skiftandi vaktum á Familjudeildini. Um Familjudeildina: Á Familjudeildini eru 7 fólk í starvi, øll við við­ komandi útbúgving. Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini er, at foreldrini verða styrkt og stuðla í at vera foreldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild. Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum sambandi meta um, hvat slag av stuðli er best og mest viðkomandi at veita familjuni framyvir. Førleikakrøv: Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan kunnleika til familjuarbeiði. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð sam­ starvsevni. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt. Ein partur av arbeiðinum er skrivligt arbeiði, og umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera seg bæði í skrift og talu. Útbúgving: Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur útbúgving sum pedagogur, sosialráðgevi, sjúkrasystir, fysio­ terapeutur ella ergoterapeutur. Ynskiligt hevði verið, um viðkomandi somuleiðis hevur eina terapeutiska eftirútbúgving. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um umsøkjari við aðrari útbúgving enn teim omanfyri nevndu fær starvið, verður viðkomandi løntur eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri hjálparfólk. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 20.06.2007 Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda vid Steingøta 10 FO ­ 100 Tórshavn. Deildarleiðari til Føroya Barnaheim Vikariat: Søkt verður eftir deildarleiðara til Ungdóms­ deildina á Føroya Barnaheimi í tíðarskeiðnum 01.09.2007 – 31.08.2008. Um Ungdómsdeildina: Á Ungdómsdeildini eru 8 fólk í starvi, øll við viðkomandi útbúgving. Endamálið við arbeiðnum á Ungdómsdeildini er, at støði verður tikið í tí einstaka barninum, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á umsorg­ anina, vegleiðingina og eygleiðingina. Skaptir verða karmar rundanum barnið, soleiðis at reglusemi kemur í gerandisdagin. Tá talan er um tørvir og ynskir hjá barninum, verður altíð í hvørjum einstøkum føri tikið hædd fyri aldur og førleika annars. Førleikakrøv til deildarleiðarastarvið: Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara, ið hevur royndir við at arbeiða við børnum og ungum, og sum somuleiðis hevur leiðsluroyndir. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni og er til reiðar at ganga fremst í tí fakliga arbeiðnum á deildini. Harumframt hevur deildarleiðarin ábyrgdina av og skipar samskiftið við barnaverndartænastur, lækna, sálarfrøðing, sosialráðgeva, skúla, sjúkrahús, viðgerðarstovn o.s.fr. Ein partur av arbeiðnum er skrivligt arbeiði, og umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera seg bæði í skrift og talu. Útbúgving: Hóskandi útbúgving krevst. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 20 juni 2007. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda vid Steingøta 10 FO ­ 100 Tórshavn. Tórshavnar kommuna Rætting til kunngerð í bløðunum 18. mai 2007 Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 23. apríl 2007 samtykti broyting í Almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Ætlaða broytingin er, eitt økið uppá uml. 4.500 m2 á Argjaboðagøtu verður broytt frá B3-vinnuøki til C3-øki til miðstaðaendamál. Broytingin umfatar litra a og matr nr. 43 g, Kirkjubø. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 23. apríl 2007 samtykti broyting í Almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 6. september 2007. Kunngerð StuðulSfólk til Hoyvíkar Skúla Søkt verður eftir 3 stuðulsfólkum til skúlaárið 2007/2008 til næmingar við serligum tørvi í 1., 3. og 4. flokki. Stuðlarnir arbeiða saman við lærarunum í flokkinum. Fyrimun hava umsøkjarar við viðkomandi út­ búgving og royndum. Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlastjóran, Birgit Arge á telefon 302590 ella 227603. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi seinast mánadagin 18. juni klokkan 12. Hoyvíkar Skúli Vegurin Langi Postsmoga 3073 110 Tórshavn Lesið Sosialin - so eru tit við