Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 107 - 7. juni 2007 ] – Orsaka - Eg fekk eitt spark á nøsina, tá eg fór eftir einum bólti, og tað var tí, eg varð liggjandi utt- an fyri vøllin so leingi. Tað bløddi nakað illa, og tí tók tað sína tíð at koma fyri seg. Soleiðis sigur Óli Johannesen um snudd- in, sum sendi føroyska liðskiparan í gólvið bert fáar minuttir inn í dystinum móti Skot- landi. Efitr átta minuttir kom hann tó aftur á vøllinum, men sjálvur var Óli skjótur at stað- festa, at hetta var betri ógjørt. - Eg var púra vísur í, at eg var klárur at fara innaftur. Men eg kann bara staðfesta, at tað var eg ikki. Tað kostar okkum eisini fyrsta mál- ið, og eg havi ikki orð fyri, hvussu keddur eg eri um hetta. Men tá talan er um landsdyst, so er tað kanska trupult at góð- taka, at tú verður skadd- ur somikið tíðliga í dystinum? - Sjálvandi. Tú vilt inn aftur á vøllin fyri mest sum ein og hvøn prís. Men eg kann bara staðfesta, at tað skuldi eg ikki gjørt í hesum førinum. Tí annars kundi úrslitið væl verið øðrvísi. -mørk Føroyski liðskiparin var í døpurhuga eftir landsdystin mikukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Skotarnir farnir Eftir at hava merkt býarmyndina nú í nakrar dagar, eru eingir skotar at síggja í høvuðsstaðnum. Havnin líkist sær sjálvari aftur, ella næstan sær sjálvari, tí í morgun sóust framvegis leivdir frá skotunum hist og her í býnum. Eitt nú hevði Traðarmaðurin hjá Hans Paula Olsen uttanfyri býráðið fingið ein skotskan hatt á høvdið. Og tað má sigast, at hesin sá eins gott út og føroyska liðið gjørdi á vøllinum í seinna hálvleiki í gjárkvøldið. Rommedahl hetja Danmark vann 2-0, tá teir í gjárkvøldið spældu á útivølli móti Letlandi. Dennis Rommedahl var stóra hetjan, tá hann tvær ferðir fyri steðgin sendi bóltin í letlendska málið. Efitr steðgin hevði Danmark fullkomuliga tamarhald á dystinum, og tó at teir ikki skaptu sær nakrar stórar møguleikar, so vóru bæði fjølmiðlar og landsliðsvenjari væl nøgdir eftir sigurin. Føroyski venjarin harmaðist um, at hansara lið hevði søplað 1. hálvleik burtur og gleddist um, at tað í 2. hálv­ leiki var talan um uppreisn Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Jógvan Martin Olsen iðraði seg eftir dystarlok. - Tað er ikki ofta, at vit spæla okkum til so nógvar møguleikar, sum vit gjørdu í 2. hálvleiki. Tá ið tú ikki fært úrtøku burturúr teim- um, so kanst tú ikki vænta at fáa stig og vinna sigrar. Vit áttu at havt fingið stig og kanska at havt vunnið eftir góða avrikið í 2. hálv- leiki, men tað eru málini, sum gera av, hvør fær stig og vinnur sigrar. Landsliðsvenjarin segði seg vera væl nøgdan við leikliga avrikið eftir steðg- in: - Ofta hevur føroyska lið- ið sparkað nógv og spælt lítið. Vit hava arbeitt mið- víst við at styrkja um sam- anspælið og at varðveita bóltin frammi á vøllinum, og tað megnaðu vit væl í 2. hálvleiki. Tað var ikki minst Christiani Lamhauge Holst fyri at takka. Avrikið hjá honum var fantastiskt. Iðrar tú teg um, at tú ikki gav honum møguleikan frá fyrsta bríksli ímóti Italia? - Andrew av Fløtum spældi væl ímóti Italia og Christian spældi væl í dag. Eg eri fegin um avrikið hjá teimum báðum, og eg eri fegin um avrikið hjá før- oyska liðnum í trimum hálvleikum. Men eg eri ikki fegin um avrikið í 1. hálv- leiki í dag. Hvat var tað, sum kiks- aði? - Vit stóðu ikki saman sum eitt lið. Ímóti Italia var taktiska avrikið framúr. Tað vóru ongantíð meiri enn smáir tíggju metrar millum okkara spælarar, sum bakk- aðu væl upp og hjálptu hvørjum øðrum. Í 1. hálv- leiki í dag var einki samband ímillum keturnar, og tað riggaði ikki nóg væl í ketunum. Eg kann ikki siga so nógv um verjuna, tí hon gjørdi eisini í 1. hálvleiki sítt. Men longri frammi á vøllinum hekk tað ikki sam- an. Tað var spell, men sam- stundis var tað gott, at liðið megnaðu at reisa seg. Heldur tú, at tað var stóri áhugin frá áskoðarunum, sum tyngdi spælararnar? - Tað haldi eg ikki, at teir hugsaðu so nógv um. Upp- gerðin ímóti Italia kravdi óvanliga nógva orku. Tí vóru fyritreytirnar kanska ikki optimalar í dag. Men í 2. hálvleiki vístu okkara menn, at teir høvdu neyðugu orkuna. Iðrar tú teg um, at tú ikki skifti Óla Johannesen út beinanvegin, tá ið hann varð skaddur? - Tey, sum hava ábyrgd fyri tí partinum, góvu mær boð um, at Óli var førur fyri at halda fram, eftir at hann í átta minuttir hevði fingið viðgerð. Soleiðis sum tað tørnaði út, so kundi tað kanska havt verið øðr- vísi. Vit fingu í hvussu so er staðfest, at samansetingin við Fróða Benjaminsen og Jón Róa Jacobsen riggaði væl. Skotski venjarin var ovurfegin um sigurin, sum ber við sær, at Skotland framvegis hevur møguleika at hótta Frakland og Italia Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Venjarin hjá skotska lands- liðnum, Alex McLeish, fjaldi ikki, at hann var ovur- fegin um, at tað hevði eydn- ast at vinna øll stigini á Svangaskarði, har hagtølini ikki hava verið við Skotlandi tvær tær seinastu ferðirnar. - Hetta hevur verið eitt langt kappingarár fyri spæl- ararnar, og hetta hevur verið eitt framúr gott ár fyri Skot- land. Andin á liðnum er góð- ur, men tað kennist eisini, at spælararnir eru troyttur, og at teir nú treingja til at hvíla seg. Tí var tað so gott, at teir megnaðu at halda fokus og vinna her í dag. Eru vónirnar við sigrinum betraðar fyri at røkka enda- spælinum? - Nú fegnast vit um henda sigurin. Hann ber við sær, at vit framvegis hava møgu- leika sjálvir at gera lagnu okkara av, hóast eingin ivi er um, at Frakland og Italia eru favorittar. Um tað undan síðsta dystinum, sum verður ímóti Italia á heimavølli, framvegis verður soleiðis, at Skotland fer at hava møguleika at røkka enda- spælinum, so fer tað at kennast hugaligt hjá øllum skotum. Umførini vóru rættuliga ymisk? - Eg var væl nøgdur við 1. hálvleik, tá ið vit hava nógv spæl og skapa fleiri málmøguleikar. Eftir steðg- in hava vit lítið at siga. Før- oyska liðið spældi fínan fót- bólt í 2. hálvleiki, tá ið teir settu okkum undir rættuligt trýst, og teir vóru óhepnir ikki at fáa mál. Vit hava ein góðan málverja, og hann bjargaði okkum. Vóru tað nakrir føroyskir spælarar, sum tú serliga legði til merkis? - Eg legði serliga til merk- is, at spælararnir, sum dag- liga eru í donskum feløgum, men sum heild spældi Før- oyar væl í 2. hálvleiki, svar- aði væl nøgdi Alex McLeish, áðrenn hann og stóra skotska pressufylgi fór vestur í Vágar og aftur til Skotlands at halda summ- arfrí. Í heyst fæst at síggja, um Alex McLeish og hansara menn um eitt ár fara at halda summarfrí, ella um teir fara at luttaka í EM endaspælinum í Sveis og Eysturríki. Ketan leyp av í fyrra hálvleiki Skotar trýsta teir stóru Føroyski landsliðsvenjarin iðraði seg um fyrstu trý korterini á Svangaskarði. Men hann helt, at seinni hálvleikur var framúr frá føroyska liðnum Mynd: Álvur Haraldsen