Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2007 31 Lýsing eftir stuðli í farloyvisstarv til barn við serligum tørvi Viðareiðis Kommuna søkir eftir stuðli at byrja 16/8 2007 og árið út, til 9 ára gamlan drong við serligum tørvi. Starvið er eftir skúlatíð uml. frá 12.30 og er umleið 17 tíma um vikuna. Arbeiðsuppgávan er at skapað umstøður so drongurin kann mennast kropsliga, málsliga, sosialt og mentalt. Neyðugt er at umsøkjarin hevur bil so barnið kann koma til ymisk tiltøk. Vit ynskja at tú: • brennur fyri uppgávuni • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd • vilt samstarva við foreldur, børn, starvsfelagar og ymsar fakbólkar, ið eru knýttir at barninum. • ert tolin • ert áhugað/ur í at geva barninum ein mennandi gerandisdag Lønin verður eftur sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Pædagogfelag og lønt sum pedagogur/hjálparfólk á bústovni. Um spurningar eru til starvið, ber til at venda sær til dagrøktarleiðarin á tlf. 588053 Umsóknin við møguligum prógvum/viðmælum skal verða okkum í hendi í seinasta lagið 22. juni og verður send til: Viðareiðis Kommunu 750 Viðareiði FO- 750 Viðareiði · T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo Tel: +298 451083 · Fax: +298 451094 Lærarastørv í Viðareiðis Skúla Viðareiðis skúli søkir eftir trimum lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/08 at byrja 1. august 2007 Vegna niðursetta tíð og avlopstímar verða 3 lærarastørv lýst leys at søkja. Søkt verður eftir: • tveimum lærarum til fulla tíð • einum lærara til avlopstímar – umleið 10 tímar ella fleiri. Endaliga tímatalið verður fastsett í september. Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at: • undirvísa í føroyskum, donskum og enskum • undirvísa í handaligu lærugreinunum • undirvísa í ítrótti • undirvísa í kristni • sertímum/stuðulstímum • flokslærarauppgávu Førleikakrøv Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka­ skúlanum. Løn Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúla­ leiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 58 80 52. Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 50 næmingar og 7 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid Viðareiðis Skúli Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo Lærarastørv í Leirvíkar skúla Søkt verður eftir 4 lærarum skúlaárið 2007/2008 Eitt fast starv fulla tíð. Eitt starv fulla tíð, vegna lærara í farloyvi. Eitt starv fulla tíð, vegna avlopstímar Eitt starv uml. 24 tímar vegna stuðulstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1 sept. Søkt verður eftir lærarum, sum • Undir ábyrd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • Dugir at samstarva og er fyrikomandi • Er fúsur at taka á seg tær uppgávur sum eru í skúlanum Vit vanta at tú ert • Fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • Virkisfús/ur og Hugað/ur fyri toymissamstarvi • Í samstarvið við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í onkrum av hesum lærugreinum: Før­ oyskum, donskum, evning, kristni, ítrótti, smíð, tónleiki, handarbeið/evning, støddfrøði og ser­ undirvísing, smíð ella tónleiki. Førleikakrøv Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum. Royndir úr føroyska fólkaskúlanum. Læraralesandi, sum taka prógv í summar kunnu einsi søkja størvini. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sambart avtalu millun Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Umsóknir Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera fyrstalæraranum, Fríðfinni Johnsson í hendi í seinasta lagi 18. juni 2007 kl. 18.00 Áhuga kunnu verda sær til Leirvíkar Skúla, tlf. 443234 ella 743234 og spyrja eftir Fríðfinni Johnsson. Leirvíkar skúli hevur komandi ár uml. 95 næmingar og 9 lærarar. Skúlin er ikki árgangsbýttur í øllum árgangum. Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.skulin.fo/lei Ekspetrisa til Fótbúna Søkt verður eftir fólki m/k at byrja skjótast gjørligt. Starvið er fulla tíð og løn sambært avtalu. Ring og fá nærri at vita. www.sosialurin.fo lýsingar