Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 107 - 7. juni 2007 SANDOYAR MEGINSKÚLI 210 Sandur · Tlf. 361038 · fax 361866 t-postur: samesk@post.olivant.fo Lærarastørv á Sandoyar Meginskúla Lýst leys til setanar frá 1. august 2007 Søkt verður eftir 5 lærarum • trimum í føst størv, sum eru fulltíðarstørv • einum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/08. Starvið, sum er fyri lærara í farloyvi, er fulltíðarstarv • einum í parttíðarstarv skúlaárið 2007/08 at lesa avlopstímar (endaliga tímatalið verður ikki greitt fyrr enn 1. septembur 2007) Søkt verður eftir lærarum, sum: • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • eru við til áhaldandi at menna skúlan Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum uppgávum: • flokslæraraarbeiði • undirvísa í gentuítrótti/ svimjing • undirvísa í føroyskum, donskum, týskum, alis/ evnafrøði og støddfrøði • undirvísa í handaligum lærugreinum Førleikakrøv: Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraprógv og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum, men læraralesandi, ið lúka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini. Lønar- og setanartreytir: Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og verða sett sum sátt­ málasett størv. Tó kunnu tey, ið verða sett í fast starv, verða sett sum tænastumenn, um tey frammanundan eru í tænastumannastarvi. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 19.juni 2007 kl.1500 Nærri fæst at vita um størvini hjá Elnu Skylv Hansen, skúlastjóra, á telefon 361038/ 211619 ella hjá Jóanes Johannesen, varaskúlastjóra, á tlf. 361247/ 270760, ella við at senda t­post til skúlan samesk@post.olivant.fo Sandoyar Meginskúli hevur um 120 næmingar og 14 lærarar komandi skúlaár. Næmingarnir eru úr 5. upp í 10.flokk. Arbeitt verður alsamt við at menna skúlan. Væntandi verður møguligt við hjálp til útvegan av bústaði. Lærarastørv í Hoyvíkar skúLa Søkt verður eftir 8 lærarum • 4 lærarum í fast starv • 4 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/2008 Tíðaravmarkaðu størvini eru fyri lærarar við lækkaðum tímatali, tímar vegna serligan tørv og avlopstímar. Skúlin hevur brúk fyri lærarum, sum kunnu undirvísa í: • 1.-3. flokki: føroyskum, heimstaðarlæru, støddfrøði, handaverki og list. Harumframt skulu tríggir lærarar átaka sær flokslærarauppgávu. • 4.-5. flokki: føroyskum, kristni, søgu, ítrótti, handaverki og list. Harumframt skal ein lærari átaka sær flokslærarauppgávuna. • 6.-7. flokki: kristni, støddfrøði, ítrótti, handaverki og list. • Stuðul til serligan tørv: Skúlanum tørvar lærarar til næmingar við serligum tørvi í 1., 3. og 4. flokki. Søkt verður eftir lærarum, sum • Hava læraraútbúgving • Eru sinnaðir at samstarva í árgangstoymum • Ynskja gott samstarv við heimini • Vilja vera við at framhaldandi menna skúlan Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlastjóran, Birgit Arge á telefon 302590 ella 227603. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi seinast mánadagin 18. juni klokkan 12. Hoyvíkar Skúli Vegurin Langi Postsmoga 3073 110 Tórshavn Í Hoyvíkar Skúla verða komandi skúlaár umleið 500 næmingar í 22 flokkum frá 1.-7. flokk. Her fara at starvast 39 lærarar og 3 stuðlar. Lærarastørv í Húsa- Syðradals Skúla Tíðaravmarkað størv skúlaárið 2007/2008 við Húsa- Syðradals Skúla. Søkt verður eftir einum lærara til 18 avlopstímar/ vikuna og einum lærara til 10 tímar/vikuna til serligan tørv. Tey ið sett veråa skulu: • Undir ábyrd leiðslurnar taka lut í dagliga arbeiðnum • Duga a samstarva • Vera fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • Vera við til at menna skúlan Skúlanum tørvar lærara, ið m.a. kann átaka sær: • Svimjiundirvísing • Handverk og list • Alis/evnafrøði • Undirvísing í teld • Annars allar vanligar lærugreinir frá 1. – 9. flokk Førleikakrøv: • Læraraútbúgving Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Umsóknir við c.v og avriti av prógvum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran, Sáru Mikladal, á tlf. 211989. Húsa- Syðradals Skúli Postrúm 12 700 Klaksvík Húsa- Syðradals Skúli Postrúm 12 · 700 Klaksvík lýsingar