Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2007 33 Lærarastørv í Hoyvíkar skúLa Søkt verður eftir 8 lærarum • 4 lærarum í fast starv • 4 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/2008 Tíðaravmarkaðu størvini eru fyri lærarar við lækkaðum tímatali, tímar vegna serligan tørv og avlopstímar. Skúlin hevur brúk fyri lærarum, sum kunnu undirvísa í: • 1.-3. flokki: føroyskum, heimstaðarlæru, støddfrøði, handaverki og list. Harumframt skulu tríggir lærarar átaka sær flokslærarauppgávu. • 4.-5. flokki: føroyskum, kristni, søgu, ítrótti, handaverki og list. Harumframt skal ein lærari átaka sær flokslærarauppgávuna. • 6.-7. flokki: kristni, støddfrøði, ítrótti, handaverki og list. • Stuðul til serligan tørv: Skúlanum tørvar lærarar til næmingar við serligum tørvi í 1., 3. og 4. flokki. Søkt verður eftir lærarum, sum • Hava læraraútbúgving • Eru sinnaðir at samstarva í árgangstoymum • Ynskja gott samstarv við heimini • Vilja vera við at framhaldandi menna skúlan Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlastjóran, Birgit Arge á telefon 302590 ella 227603. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi seinast mánadagin 18. juni klokkan 12. Hoyvíkar Skúli Vegurin Langi Postsmoga 3073 110 Tórshavn Í Hoyvíkar Skúla verða komandi skúlaár umleið 500 næmingar í 22 flokkum frá 1.-7. flokk. Her fara at starvast 39 lærarar og 3 stuðlar. Fast starv á Føroya Barnaheimi Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familju­ deildina á Føroya Barnaheimi. Starvið ið er eitt fulltíðarstarv er leyst til setan frá 01.09.2007 ella skjótast til ber. Tann ið settur verður í starvið, skal starvast í skiftandi vaktum á Familjudeildini. Um Familjudeildina: Á Familjudeildini eru 7 fólk í starvi, øll við við­ komandi útbúgving. Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini er, at foreldrini verða styrkt og stuðla í at vera foreldur, soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild. Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum sambandi meta um, hvat slag av stuðli er best og mest viðkomandi at veita familjuni framyvir. Førleikakrøv: Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan kunnleika til familjuarbeiði. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð sam­ starvsevni. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt. Ein partur av arbeiðinum er skrivligt arbeiði, og umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera seg bæði í skrift og talu. Útbúgving: Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur útbúgving sum pedagogur, sosialráðgevi, sjúkrasystir, fysio­ terapeutur ella ergoterapeutur. Ynskiligt hevði verið, um viðkomandi somuleiðis hevur eina terapeutiska eftirútbúgving. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um umsøkjari við aðrari útbúgving enn teim omanfyri nevndu fær starvið, verður viðkomandi løntur eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag fyri hjálparfólk. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 20.06.2007 Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda vid Steingøta 10 FO ­ 100 Tórshavn. Deildarleiðari til Føroya Barnaheim Vikariat: Søkt verður eftir deildarleiðara til Ungdóms­ deildina á Føroya Barnaheimi í tíðarskeiðnum 01.09.2007 – 31.08.2008. Um Ungdómsdeildina: Á Ungdómsdeildini eru 8 fólk í starvi, øll við viðkomandi útbúgving. Endamálið við arbeiðnum á Ungdómsdeildini er, at støði verður tikið í tí einstaka barninum, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á umsorg­ anina, vegleiðingina og eygleiðingina. Skaptir verða karmar rundanum barnið, soleiðis at reglusemi kemur í gerandisdagin. Tá talan er um tørvir og ynskir hjá barninum, verður altíð í hvørjum einstøkum føri tikið hædd fyri aldur og førleika annars. Førleikakrøv til deildarleiðarastarvið: Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara, ið hevur royndir við at arbeiða við børnum og ungum, og sum somuleiðis hevur leiðsluroyndir. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur góð samstarvsevni og er til reiðar at ganga fremst í tí fakliga arbeiðnum á deildini. Harumframt hevur deildarleiðarin ábyrgdina av og skipar samskiftið við barnaverndartænastur, lækna, sálarfrøðing, sosialráðgeva, skúla, sjúkrahús, viðgerðarstovn o.s.fr. Ein partur av arbeiðnum er skrivligt arbeiði, og umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera seg bæði í skrift og talu. Útbúgving: Hóskandi útbúgving krevst. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 20 juni 2007. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda vid Steingøta 10 FO ­ 100 Tórshavn. Røktar- og umlættingarheimið Sjúkrarøktarfrøðingur Røktar- og Umlættingarheimið Lágargarður lýsir eftir sjúkrarøktarfrøðingi. Eitt starv sum ábyrgdarhavandi náttarvakt, lønar- brøk 0,4. Starvið kann setast skjótast tilber ella sambært nærri avtalu, lønt sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til 316788. Umsókn við neyðugum prógvum og autorisatión skulu sendast til leiðaran á Lágargarði, Stoffalág 84, boks 1188, 110 Tórshavn. Umsóknarfreist: hósdagin 21. juni 2007. Frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag 1. uppstillingarfundur til løgtingsvalið verður mikukvøldið 13. juni kl. 19.30. Uppstillingarfundurin verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J. H. Schrøtersgøta 9. Nýggir limir kunnu tekna seg. Nevndin Stuðulsfólk Søkt verður eftir 1 stuðulsfólki til skúlaárið 2007/08 til næmingar við serligum tørvi. Stuðulin arbeiðir saman við lærunum í flokkinum. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving og royndum hava fyrimun. Løn sambært avtalu við avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita við at venda sær til skúlastjórans, Hanus Joensen, tlf. 30 25 80. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2007 kl. 12. Tórsgøta 25 · 100 Tórshavn · Tlf. 30 25 80 Fax. 30 25 81 · www.skulin.fo/KOM · kom@skulin.fo lýsingar