Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 107 - 7. juni 2007 Lærarastørv í Runavíkar kommunuskúla Til skúlaárið 2007/08 verður søkt eftir 9 lærarum at byrja 1. august 2007. • 3 lærarum í fast starv • 5 lærarum í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2007/08 fyri lærarar í farloyvi • 1 lærara í tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2007/08 (u.l. 12-14 tímar) fyri tímaniðurskurð hjá lærarum Søkt verður eftir lærarum, sum kunnu lesa tímar í m.a. Innskúlingini, miðdeildini, framhaldsdeildini og serstovunum. Umsøkjararnir mugu hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinaøkjum: máli støddfrøði, ítrótti, kunningarlærugreinunum, handaligu lærugreinunum, bókasavn og at arbeiða við næmingum við breki. Vit vænta, at tú • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri toymissamstarvi • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan Lønar- og setanartreytir Setanarøkið eru allir skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur. Umsóknir Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum um- mælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. juni 2006, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund Lamhauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 & 221363. Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár um 463 næmingar og um 55 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks RunavíkaR kommunuskúli Glyvravegur 10a · FO 625 Glyvrar Tlf. 447331 · fax 447767 t-postur: rks@skulin.fo Størv í Gøtu skúla lýst leys til setanar frá 1. august 2007 at rokna: • 2 føst fulltíðar lærarastørv. • 1 tíðaravmarkað lærarastarv við uml. 27 undirvísingartímum um vikuna fyri skúlaárið 2007/08 vegna tímar til serligan tørv og av­ lopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett í september 2007. • 1 starv sum stuðulsfólk 20 tímar um vikuna fyri skúlaárið 2007/08 til næmingar við serligum tørvi. Í Gøtu skúla leggja vit serligan dent á: • at trivnaðurin er í hásæti • at tolsemi eyðkennir skúlan • at næmingarnir mennast og gerast sjálvstøðugir • at kveikja og menna hugflogið Tey, ið sett verða, skulu umframt at vera við til at fremja omanfyristandandi eisini: • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans taka lut í dagliga virksemi skúlans • Duga at samstarva og vera fyrikomandi • Vera fús at taka við uppgávum, avbjóðingum og broytingum, sum kunnu menna og skapa virðing fyri skúlanum • Seta ein heiður í at vera stundislig og nærløgd Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a.: • kunnu undirvísa í dreingjaítrótti/svimjing • hava innlit í KT • kunnu undirvísa í enskum • kunnu undirvísa í smíði Ein fyrimunur er, at umsøkjarar hava starvsroyndir. Førleikakrøv: Tey, ið sett verða í lærarastørvini, skulu hava læraraútbúgving. Læraralesandi, sum lúka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini. Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv og verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sambært av­ talu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Stuðulsstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Umsóknir Umsóknir við c.v., avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi 20. juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Karl A. Thomsen, skúlaleiðara, í Tungu 7, 513 Syðrugøtu, tlf. 441059 ella 771019. Gøtu skúli við Gjónna 4 · Postrúm 24 · 511 Gøtugjógv Tlf. 441059 / 771019 · Fax 441595 skurin@post.olivant.fo · www.skulin.fo/got Í Gøtu skúla fara at ganga uml. 125 næmingar í 8 flokkum komandi skúlaár. Við skúlan fara at starvast 13 starvsfólk. Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skulin.fo/got Yamaha skutari til sølu Yamaha Neos skutari til sølu, 1 ára gamal, koyrt 300 km. Nýprísur kr. 21.000,00. Nærri upplýsingar fáast frá ADVOKATSKRIVSTOVUNI Tel. 311145 · frp@jura.fo · bar@jura.fo Ítróttarvaktir til Útvarpið Vit søkja eftir fólki at arbeiða við ítróttar­ tíðindum í vikuskiftum. Meira fæst at vita um arbeiðið hjá tíðinda­ leiðaranum á telefon 347602 ella 214607. Kringvarp Føroya Tíðindadeildin í Útvarpinum Lærarastørv í Skúlanum á Ziskatrøð Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2007: • 4 lærarar í fast starv. • 2 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/2008 fyri lærarar í farloyvi. • 1 lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/2008 at lesa avlopstímar. Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og er fyrikomandi • eru nærlagdir og stundisligir. Lærararnir skulu hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum: • føroyskt, søgu/samtíð, tónleik, støddfrøði, enskt, týskt og danskt. Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugrein­ um. Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu mill­ um Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í Lønarflokkunum 18.1­ 27.4. Umsóknir Umsóknir við prógvum og møguligum viðmæl­ um skulu vera skúlanum í hendi seinast miku­ dagin 20. juni klokkan 12. Í skúlanum á Ziskatrøð verða komandi skúlaár umleið 380 næmingar frá 1. – 10. flokk. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Skúlan á Ziskatrøð telf. 455025 (skúlastjórin), 444386 (Signar á Brúnni, skúlastjóri) ella telf. 443192 ( Ólav Sjúrðarberg, varðaskúlastjóri). lýsingar Lesið Sosialin