Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

World Class er størsta og besta fitnesssentur í Íslandi. Her kanst tú gera at kalla alt innan styrki­ venjing. World Class er annars serliga kent fyri sítt fantastiska spabað, har túsundtals gestir koma dagliga. Harafturat hevur sentrið størsta svimjihyl í Reykjavík SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tá tú fert at ferðast, er ofta gott at vita, hvørjar møguleikar tú hevur á staðnum, har tú fert at ferðast. Gott er sjálvandi at kanna møgu­ leikarnar, áðrenn tú fert avstað, og eitt av spennandi støðunum, sum tú kanst ferðast beinleiðis til úr Føroyum, er Reykjavík. Reykjavík hevur nógvar ymisk­ ar møguleikar av ymsum slag. Góðir handlar, góður matur og nógvar pubbir ella barrir, har tú kanst taka tær av løttum, eru at finna mitt inni í býnum, og ferða­ skrivstovur kunnu eisini syrgja fyri, at tú sleppur at uppliva teir partar av landinum, sum eftir tín­ um tykki tykjast áhugaverdir. Reykjavík hevur tó eisini eitt annað spennandi stað, sum nógv ferðafólk fegin vilja hava nær­ hendis, tá tey fara at ferðast. Reykjavík hevur nevniliga størsta fitnesssentur í Íslandi. World Class, sum fitnesssentrið eitur, liggur beint við síðuna av tjóðar­ leikvøllinum hjá íslendingum, Laugardalsvøllinum. Túsundtals gestir dagliga World Class er eitt risastórt fit­ nesssentur, sum er 7000 m² til støddar. Sentrið hevur fleiri enn 13000 limir, sum koma úr nógvum ymiskum londum kring heimin, og dagliga eru fleiri enn 3000 fólk á vitjan í sentrinum. Sentrið er í trimum hæddum, og á mittastu hæddini er sjálvt fitnesssentrið, sum hevur fleiri enn 200 renni­ ella gangibond. Eisini ber til at fara á eina av teim­ um mongu kondisúkklunum, sum finnast í húsinum, at spinna í eina løtu. Harafturat eru nógvar ymisk­ ar maskinur, har tú kanst venja teir ymisku vøddarnar á kroppi­ num. Á ovastu hædd fylla skrivstov­ urnar stóran part av hæddini, men á hesi hædd eru tó eisini rúm, har tú kanst íðka aerobic, yoga, dans og onnur tílík ting. Tað, sum sentrið er allarmest kent fyri, er spabaðið, sum er á niðastu hæddini. Her kunnu fólk fara niður at taka sær av løttum í teimum mongu spabaðunum, sum finnast har. Har eru eisini rúm við ymiskum hitastigum, so fólk kunnu sjálvi taka avgerð um, hvørji rúm tey fara inn í. Spabaðini á niðastu hædd eru sera góð, og sum skilst á arbeiðs­ fólkunum á staðnum, so er hetta helst tað, sum lokkar flest fólk til World Class. Umframt allar hesar hentleikar, so kann sentrið eisini bjóða at geva gestunum andlitsviðgerð, pedicure, manicure og aðrar við­ gerðir, sum eru góðar fyri kropp­ in. Svimjihylurin Sentrið hevur tó enn ein hentleika, sum er ógvuliga væl umtóktur millum gestirnar. World Class hevur nevniliga ein stóran og kendan svimjihyl, sum liggur utt­ an fyri sjálvt sentrið. Hesin svimjihylur er risastórur, og fólk kunnu svimja í honum alt árið, tí vatnið er avbera heitt og deiligt. Runt um svimjihylin eru eisini fleiri pottar, sum gestirnir kunnu seta seg í. Her plaga gest­ irnir at byrja við teimum pottunum sum eru minst heitir – teir eru tó ógvuliga heitir – og so fara í heit­ ari og heitari pottar. Í heila tikið hevur sentrið allar teir møguleikar, sum tú kanst ynskja tær, og tað er ógvuliga gott, sunt og hugnaligt at ganga runt á sentrinum. Til síðst kann leggjast afturat, at sentrið eisini hevur tvær restau­ rantir, so tú kanst saktans vera í World Class í ein heilan dag. World Class – spa og fitness í heimsflokki World Class er størsta fitnesssentur í Reykjavík. Har eru fleiri enn 200 rennibond, gangibond og kondisúkklur. World Class er annars serliga kent fyri sítt spa, sum er í heimsflokki Puntur nummar 22 av 23