Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 7. juni 2007 summarkapping 44 Føroyingar dáma ógvuliga væl at ferðast. Ofta leggja teir leiðina til Danmarkar, men seinnu árini eru túrarnir blivnir longri og longri. Nú velja vit ofta at fara suðureftir, og tá eru lond sum Spania, Grikkaland, Frakland, Italia og onnur ógvuliga væl dámd millum fólk. Eitt land, sum tó ikki er so øgiliga kent fyri føroyingar, er Portugal. Portugal er eitt vakurt land, og fólkini í landinum gera alt fyri, at tú skalt føla teg vælkomnan. Eitt av kendastu ferðamannastøðunum í Portugal man vera Algarve, sum liggur í suðurendanum av landinum. Algarve er serliga kent fyri sínar vøkru strendur, og veðrið á staðnum er altíð gott um summarið. Sólin bakar mest sum hvønn dag av einum klárum himli, og túsundtals ferðafólk eru hvønn dag at finna á teimum mongu strondunum. Býirnir við strendurnar í Algarve eru tó eisini fullir av handlum við alskyns vørum. Til ber eisini at íðka flestu ítróttagreinarnar á staðnum. Har finnast smáir fótbóltsvøllir, tennisvøllir, flogbóltsvøllir umframt mangt annað. Harafturat er ein ørgrynna av góðum matstovum á staðnum, og hetta eru sera ymiskar matstovur, so tær nýtist ikki altíð at eta tað sama. Dámar tær at ganga úti um kvøldarnar, so eru nógvar góðar barrir, góðar pubbir og góð diskotek, har tú kanst fara inn. Algarve er kent fyri sínar vøkru strendur. Býirnir við strendurnar í Algarve hava eisini allar møguleikar, sum ferðafólk hava brúk fyri Algarve – ókenda staðið fyri føroyingin So langt burtur, og tó so nær ... Tel. 42 31 71 Fartel. 21 15 90 info@gjaargardur.fo www.gjaargardur.fo GJÁARGARÐUR Guesthouse of Gjógv r e p r o z Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo            Halt frí tá tú hevur frí