hósdagur 7. juni 2007síða 46
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 7. juni 2007
46
summarkapping
Niagara Falls, sum í veruleikanum ikki bert er ein fossur, men
fleiri fossar, liggur á markinum ímillum Kanada og USA. Hesir
fossar vísa, hvussu ómótaliga vøkur og stórbar náttúran kann vera.
Av tí at fossarnir liggja á markinum millum londini bæði, ber til at
njóta teir bæði frá amerikonsku og kanadisku síðuni.
Ert tú staddur amerikonsku megin, ber til at njóta útsýnið yvir
American Falls, sum er 330 metrar breiður og hevur eitt fall upp á
55 metrar. Ert tú hinvegin staddur kanadisku megin, fært tú eina
heilt serliga uppliving, tí tá sært tú Horshoe Falls, sum er 750
metrar breiður og hevur eitt fall upp á 52 metrar. Ferðafólk hava
høvi at njóta útsýnið av hesum sera stórsligna fossi, antin úr einum
av tornunum, ið eru á staðnum ella úr einum av bátunum, ið koma
heilt nær at fossinum.
Fólk hava upp gjøgnum tíðirnar roynt at gera ymisk roysni í
Niagara Falls. Í 1901 fór ein kvinna fyri fyrstu ferð út av fossinum
í eini tunnu. Hon yvirlivdi, men hetta hugskotið hevur seinni
kostað fleiri øðrum lívið. Í 1961 varð hetta tí forbjóðað. Av øðrum
tílíkum roysnum kann nevnast, at onkur eisini hevur dansað línu
oman fyri fossunum tvørtur um landamørkini.
Niagara Falls er eitt stað, har fólki, ið dámar náttúruupplivilsi,
sanniliga fáa at síggja náttúru, tá hon er allarvakrast.
Niagara Falls – ein sonn náttúruuppliving
Niagara Falls liggur á markinum millum
Kanada og USA. Her kunnu ferðafólkini
njóta vakra útsýnið yvir teir mongu
fossarnar
Ferðaskrivstovan
vinnulívið setur sítt álit á
Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn
Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo
VÁRIÐ
er komið
SMS
SHOPPING
- kom við TÓRUNN,
TURIÐ og MARITU á
shoppingtúr
BRÚKARA
RÆTTUR
Okkara løgfrøðingur
svarar spurningum!
PROFILAR
•
Mixa merkini
í Klivanum
•
Rit & Rák fær
nýggja innrætting
•
Klokkan við øllum
smúkkunum
SMS BLAÐIÐ APRÍL - JUNI 2007
Italsk vika í SMS
- italskt toy, matur, tónleikur, kaffi, brillur, bøkur og nógv, nógv meira…
Lesið nýggjasta
SMS-blaðið!
7 9 6 H ú s a r
Te l 2 2 2 0 6 0
w w w. v i l j i n . c o m
V i t s i g l a ú r h e s u m s t ø ð u m
KlaKsvíK | leirvíK | eiði | GjóGv
• Bátur til 12 fólk
• Skipaðir túrar
• Leigutúrar
• Fiskitúrar
Viljin Tours