Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2007 27 KJ Norð Trukk er umboð fyri Linde gaffiltrukkar, Zepro lyftir og Fassi kranar. Tað er KJ Hydraulik sum eigur og rekur fyritøkuna KJ Norð Trukk. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Mykinesgøta 3 . Tórshavn Tel 315136 . Faks 310931 Lærlingi til maskinsmið KJ NORÐ TRUKK SÓKNAST EFTIR: Til verkstað okkara, KJ Norð Trukk í Tórshavn, sóknast vit eftir lærlingi til maskinsmið at byrja beinanvegin. Lærutíðin er 4 ár, harav millum ein fjórðing og triðing er skúlagongd. Ástøðiliga undirvísingin fer fram á tekniskum skúla í Tórshavn. Sendið umsókn til: KJ NORÐ TRUKK, Mykinesgøta 3, Boks 1315, Tórshavn. Att.: Petur Klein, fartel 588842 Komandi skúlaár verða 40 næmingar í 1. – 4. árgangi í Sands skúla. 4 lærarar starvast í skúlanum. Skúlastjórin er dagligur leiðari skúlans og hevur undir ábyrgd skúlamyndugleikanna bæði fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av virksemi skúlans. Hann setir og loysir úr starvi lærarar, hann stýrir og býtir arbeiðið millum teirra, sum starvast í skúlanum, og hann tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum. Søkt verður eftir fyrstalærara, sum: · hevur leiðslumyndugleika og hug og hegni at átaka sær fyrisitingarligar uppgávur · skal fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum næmingar, lærarar og onnur samstarvsfólk skúlans · skal skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd · skal fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt. Harumframt skal fyrstilærarin: · vera førur fyri at skipa eina mennandi starvsfólkaleiðslu og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning · hava hugsjónir um skúlamenning, hvussu menningarætlanin verður sett í verk og áræði at ganga nýggjar leiðir og taka av teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Sands skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er fl okkað í lønarfl okkunum 29.2, 29.3 og 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir Umsóknir saman við avriti av læraraprógvi, skeiðum, frágreiðing um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 12. juni 2007 kl. 12.00. Umsóknin verður stílað til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella til t-post: mmr@mmr.fo Tey, ið ynskja fl eiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Olaus Jespersen, deildarstjóra, á tlf. 355050 Eisini ber til at vitja heimasíðu okkara www.mmr.fo. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi. Starv sum fyrstilærari í Sands skúla sansir.fo Starvið sum fyrstilærari í Sands skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2007. Á UNGDÓMSINS VEGI… www.midflokkurin.fo hvørt vikuskifti í Sosialinum Miðflokkurin rekur miðvísan ungdóms­ politikk. Fyri at tryggja, at 1. ungdómurin fær ítøkiliga ávirkan á politikkin 2. førdi politikkurin er ungdómsvinarligur hevur Miðflokkurin reist eina røð av málum á Løgtingi: • uppskot um ungdómsumboðan í almennum nevndum og ráðum • uppskot saman við øðrum um 16-ára valrættaraldur • uppskot um at hækka hámarksferðina á prutlum • uppskot um at hækka lágmarkið fyri at keypa rúsdrekka • fyrispurning um andaktir í fólkaskúlanum • uppskot um at veita lesandi uttanlands eins lestrarstuðul – eisini bíbliuskúlalesandi Miðflokkurin hevur í flest øllum málum atlit at ungdómsspurningum t.d. innan fólkaheilsu, ítrótt, mentan, útbúgving, vinnulívspolitikk, ferðslu og mannarættindi. Visti tú, at • Miðalaldurin á veljarunum gerst hægri fyri hvørt val • Síðani uppskot Miðfloksins um ungdómsumboðan varð samtykt, hevur landsstýrið onki gjørt fyri at fylgja samtyktini • Kjakið um at lækka aldursmarkið fyri valrætt er við at taka seg upp í fleiri londum • Fleiri ungdómsfelagskapir og serfrøðingar meta, at høvuðsorsøkin til at ung ikki sýna stórvegis áhuga fyri politikki, er tí tey onga ávirkan hava á førda politikkin lýsingar Internet