fríggjadagur 8. juni 2007síða 46
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 108 - 8. juni 2007
Lærarastørv í Argja skúla
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2007:
ArgjA skúli
Argjavegur 32 · FO-165 Argir · Postboks 2002
Tel 30 25 10 · Fax: 30 25 11 · argskuli@post.olivant.fo
• 9 tíðaravmarkaði størv fyri lærarar í farloyvi
• 2 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2007/2008 vegna lækkað tímatal, serligan
tørv og avlopstímar.
• 1 starv fyri lærara í burðarfarloyvi frá 1.
august 2007 - 1. januar 2008
Søkt verður eftir lærarum sum
duga at samstarva, eru fyrikomandi, sýna
næmingum og undirvísing sín eldhuga og hava
áræði til at taka ábyrgd
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum
• Føroyskum
• Kristni
• Handverk og list
• Støddfrøði
• Alisfrøði
• Náttúru og tøkni
• Fimleiki /svimjing ge/dr
• Serligum tørvi
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett
størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan.
Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sam-
bært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærara-
størvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1.
september 2006.
Umsóknir
Umsóknir við lívsrensli og avriti av prógvum og
møguligum ummælum skulu vera skúlastjóra-
num í hendi í seinasta lagi 20. juni
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og
221466 ella Símun Abrahamsen, vara-
skúlastjóra á tlf. 302510 og 221100.
Eisini ber til at senda teldupost til skúlan
argskuli@post.olivant.fo
Argja skúli hevur komandi skúlaár 333 næmingar í 1 . - 10. flokki, tveir flokkar í hvørjum árgangi. Á skúlanum starvast 33
lærarar, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðar og 6 vaskifólk. Argja skúli arbeiðir í løtuni við at styrkja samstarv millum heim og skúla og
fyri fjølbroyttari, avbjóðandi og mennandi undirvísingini. Og somuleiðis fyri góðum arbeiðsumhvørvi hjá øllum, sum virka í Argja
skúla. Skúlin stendur fyri stórari, spennandi útbygging uppi á Hamrinum. Les meir um okkum á www.argjaskuli.fo
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og
tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt
Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænas-
tan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400
fólk starvast í Nærverkinum.
Sambýlið í Niðarugøtu søkir eftir einum
starvsfólki fyri pedagog í farloyvi, fyribils til
1. desember 2007 at byrja skjótast tilber.
Í sambýlinum búgva fýra seinheilaskadd fólk.
Hetta eru íbúgvar, hvørs virkisstøði ber dám
av truplum kognitivum avleiðingum, og hjá
onkrum er eisini talan um umfatandi fysisk
brek. Tilboðini í gerandisdegnum verða
tilrættisløgd eftir tørvinum hjá tí einstaka.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir starvsfolki, ið hevur
viðkomandi pedagogiska, terapeutiska ella
røktarfakliga útbúgving og ávísan kunnleika
til økið. Umráðandi er, at umsøkjarar hava
fakligan áhuga og góð samstarvsevnir.
Vit bjóða
Eitt arbeiðspláss við møguleikum fyri
persónligari og fakligari menning.
Eitt arbeiði har tú hevur ávirkan á innihaldið í
starvinum og gerandisdagin hjá búfólkinum.
Skiftandi arbeiðstíðir.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv 30 tímar
um vikuna fyribils til 1. desember 2007.
Nærri upplýsing um starvið fæst við at venda
sær til leiðaran á sambýlinum á tlf. 213363.
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum og C.V
skulu sendast til:
Sambýlið Niðaragøta
Niðaragøta 15
188 Hoyvík
Stílað: Hermann Mortensen
Umsóknarfreist: 25. juni 2007
Avloysari fyri pedagog
í farloyvi til Sambýlið í Niðarugøtu
Starvslýsing
Les meira á www.naerverk.fo / leys størv
Trivnaðartænastan
lýsingar