Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 108 - 8. juni 2007 Søkt verður hervið eftir deildarleiðara til Sjódeildina á Strandfaraskipum Landsins at byrja skjótast gjørligt. Viðmerkjast skal, at Sjódeildin er fyrrverandi Rakstrardeildin Starvið fevnir um Leiðarin hevur dagligu fyrisitingarligu ábyrgdina av deildini, sum uppgáva er at seta mál og tryggja at fyrisiting og skipsleiðsla arbeiða miðvíst sum eitt "toym" móti sama máli. Høvuðsuppgávan hjá deildarleiðarinum er at tryggja eff ektivan rakstur av strandfaraskipunum, herundir samskipa manningarviðurskifti, viðlíkahald og trygd. Deildin hevur tætt samstarv við Skipaeftirlitið, klassa, skipasmiðjur v.m.. Leiðarin kemur eisini at virka sum designeraður persónur. Aðrar uppgávur eru: • Fyriskipa deildina eftir tekniska stýringartørvinum • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á anleggum og útbúnaði • Fyriskipa verkætlanir í sambandi við størri broytingar innanfyri tekniska økið • Fyriskipa projektarbeiðið í sambandi við nýbyggingar • Tryggja undirvísing og upplýsing um trygd á skipum (ISM, altjóða trygdarkrøv) • Hava innanhýsis ISM-audit Førleikakrøv • Skipsføraraútbúgving ella útbúgving sum kann samanberast • Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva • Kunnleiki og royndir í prosjektleiðlsu er ein fyrimunur • Kunnleiki og royndir inna EDV-nýstlu • Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum Setanartreytir Starvið er lønt í 35. lønarfl okki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Arbeiðsstaðið er í løtuni Yviri við Strond 4 í Tórshavn. Frá 1. januar 2008 er arbeiðsstaðið á Tvøroyri Umsóknir Starvið verður sett skjótast gjørligt. Tú fært meira at vita við at seta teg í samband við Regin Vágadal, stjóra, tel 343012 ella t-post rev@ssl.fo Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins Att: Páll Heinesen Yviri við Strond 4 Postboks 88 FO-110 Tórshavn Ella teldupost: pah@ssl.fo Og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2007 kl. 12:00 Leiðari til Sjódeildina Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Rakstrar-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. *) Lene Bilde er úr Danmark og hevur egna fyritøku sum organisatiónspsykologur. Lene er sera vælumtóktur fyrilestrarhaldari og hevur áður hildið skeið Føroyum. SET FERÐ Á FØRLEIKAMENNINGINA 19. juni kl. 9.00–15.00 skipa Kvasir og Lene Bilde* fyri skeiði í menniskja ligum tilfeingi og starvsfólkaleiðslu. Vit spyrja millum annað: · Hvussu fær ein fatur á røttu fólkunum, og hvussu fær ein tey at støðast? · Hvussu fjálgar ein um menniskjaliga tilfeingið, og hvussu gagnar hetta arbeiðsplássinum í longdini? Skeiðið er bæði ætlað sum sjálvstøðugt skeið og sum byrjan til víðkað skeið, ið verður hildið í tveimum modulum í august og november 2007. Málbólkur: leiðarar og varaleiðarar við starvsfólkaábyrgd. Sí meira um skeiðið á www.kvasir.fo r e p r o z Skotarók 14 • 100 Tórshavn tel. 320 204 • fax 320 206 kvasir@farodane.fo • www.kvasir.fo lýsingar Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I klaksvik.fo Klaksvíkar Kommuna I Tekniska Umsiting Viðareiðis og Klaksvíkar Kommnunur fara í næstum undir bygging av røktarheimi á Viðareiði. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út sum “Totalprojekt”. Í hesum sambandi verða áhugaðar byggifyritøkur bodnar at bjóða seg fram til prekvalifi sering at gera arbeiðið. Arbeiðið byrjar væntandi fyrst í 2008. Áhugað kunnu venda sær til Klaksvíkar Kommunu, Teknisku Umsiting Klaksvíkar Kommuna Postboks 2 700 Klaksvík Røktarheim á Viðareiði