Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 51

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Laugardalurin liggur ikki langt frá miðbýnum í Reykjavík. Hann er sera vakur, og fyri tey, sum hava áhuga í ítrótti, frítíð og djóralívi, so er hetta staðið, tú skalt fara til í Reykjavík SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ert tú til ítrótt, dámar tær at hugna tær í stórum lundum ella ganga túrar í náttúruni, meðan tú hyggur eftir teimum mongu djórunum, sum ferðast rundan um teg, so hevur Reykjavík eisini møguleikar fyri teg. Býurin hevur m.a. eina stóra tjørn, sum liggur mitt í sjálvum býnum. Har er sera vakurt og hugnaligt kring tjørnina, og um tú ert mitt í býnum og hevur brúk fyri at taka tær av løttum, so er túrurin ikki langur til tjørnina. Tjørnin er tó ikki einasta náttúru­ staðið í Reykjavík, har tú kanst taka tær av løttum. Reykjavík hev­ ur eisini ein stóran dal, sum liggur á leið 15 minuttir til gongu frá miðbýnum. Laugardalurin, sum dalurin verður kallaður, er millum annað heimstað hjá tjóðarleik­ vøllinum hjá íslendingum. Vøllurin og íshøllin Tað er eingin ivi um, at útlendingar kenna Laugardalin serliga væl orsakað av íslendska tjóðarleik­ vøllinum. Vøllurin liggur avbera væl fyri í Laugardalinum, og hes­ in má uttan iva metast at vera ein av vakrastu leikvøllum í Evropa. Tað er ikki so langt síðani, at før­ oyska landsliðið leikti á hesum vøllinum og tapti 2­1 fyri Íslandi. Laugardalurin hevur harafturat eina aðra stóra høll fyri ítróttar­ áhugað. Fyri ikki so nógvum árum síðani bleiv ein stór innan­ dura skoytuhøll bygd, og henda er sera væl umtókt millum íslend­ ingar og ferðandi til Íslands, sum dáma at standa á skoytum. Spennandi djóragarður fyri børnini The Family Park and Zoo er eisini partur av Laugardalinum. Hetta er ein djóragarður, sum serliga børnum dáma sera væl. Djóra­ garðurin er opin alt árið, og har finnast mest djór, sum liva í Ís­ landi – bæði djór, sum finnast á bóndagørðum, og djór, sum liva vilt í landinum. Í djóragarðinum finnast øll djór frá revum til kópar til húsdjór, sum seyðir og hestar. Um sumrini hevur djóragarðurin nógv spenn­ andi á skránni fyri børn í øllum aldri. Laugardalurin hevur eisini ein sera vakran urtagarð við trøum, runnum og einum fantastiskum fuglalívi. Í urtagarðinum liggur eisini ein hugnalig café, kallað Café Flora. Har kunnu fólk fáa sær ein drekkamunn ella tílíkt, um tey hava brúk fyri tí. World Class, sum vit skrivaðu um í gjár, liggur eisini í Laugar­ dalinum, og um ferðafólk, sum ætla sær til Reykjavíkar, hava ein serligan áhuga fyri Laugardalinum, so liggur eitt gistingarhús í útkant­ inum av dalinum. Laugardalurin – eitt frítíðarstað fyri øll Puntur nummar 23 av 23