mánadagur 11. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 109 - 11. juni 2007
Fýra fullir førarar
Bæði í Havn, Sandoynni og Suðuroy hevur løgreglan
tikið bilførarar, sum koyrdu ávirkaðir. Í Havn fekk løg
reglan boð um eitt ferðsluóhapp á Velbastaðvegnum,
men bilførarin valdi at taka til rýmingar. Løgreglan hev
ur tó funnið ein mann, sum eftir øllum at døma koyrdi
bilin. Í sambandi við eitt ferðsluóhapp í Sandoynni í
gjár er ein bilførari skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring,
og í Suðuroy komu tveir bilførarar í svørtubók fyri at
hava koyrt ávirkaðir. Løgreglan í Havn sigur, at viku
skiftið hevur annars verið friðarligt higartil, og tónleika
tiltakið Asfalt hevur ikki givið løgregluni eykaarbeiði.
Ferðsluóhapp í Hovi
Í tætta mjørkanum leygardagin rendi ein persónbilur á buss,
sum koyrdi norður móti Tvøroyri. Bussurin, sum var full
fermdur við ferðafólki, var júst farin um Hovsegg við kós
móti Krambatanga og Smyrli. Persónbilurin var á veg
suðureftir, men helst hevur ferðin verið nakað meira, enn
umstøðurnar loyvdu. Í øllum førum eydnaðist ikki bilinum
at steðga áðrenn hann kom ov nær bussinum. Hugsingur er
ikki hjá bussi og persónbili at koyra fram við hvørjum
øðrum á smala vegnum, og tí gjørdist samanstoyturin
veruleiki. Eingin mansskaði stóðst av tilburðinum. Myndina
hevur Finn Johannesen tikið
Sólstrálusøgur eru ikki
altíð góðar. Ozonlagið
yvir Føroyum er serliga
tunt í hesum døgum
og tær vandamiklu
sólstrálurnar eru tískil
sterkari enn vanligt.
Tí eru allar orsøkir til
at ávara føroyingar
ímóti at lata seg steikja
í sólini
Vandamikil sól
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hvør skuldi trúð tí, at tað
kann vera neyðugt hjá føroy
ingum at rýma undan sólini.
Men tað er ikki eingang
lygn!
Serliga beint nú eru allar
orsøkir til at vísa stórt var
semi, tí mátingar vísa, at
ozonlagið yvir Føroyum og
restini av Norðanlondum er
tynri enn vanligt, hesa
árstíðina.
Og tá ið veðrið er so gott,
sum tað er beint nú, eru tær
vandamiklu UVgeislingar
nar frá sólini munandi
sterkari, enn vanligt.
UV talið fyri Føroyar er
áleið 6,2 á miðdegi í dag og
tað er óvanliga høgt, stað
festir Paul Eriksen, serfrøð
ingur í UV geislingum á
Danmarks Meteorologiske
Institutt.
Hann sigur, at í slíkum
veðrið, verða fólk sólskáldað
upp á minni enn ein tíma.
Og tað er akkurát her, at
vandin lúrur.
Tað er serliga um mið
dagsleitið, at tað er neyðugt
at ansa eftir, tí tá er sólin
heitast.
Tí eru bestu ráðini at
verða innandura í nakrar
tímar á miðdegi.
Skalt tú endiliga verða
úti á miðdegi, er tað avgjørt
ráðiligt at vera í klæðum.
Men hann mælir eisini til
at brúka sólkrem við høgum
faktori og ikki at vera pírin,
tá ið tað verður smurt upp á.
Skáldast í ongari sól
Paul Eiriksen sigur, at tað
ber eisini væl til at verða
sólskáldaður, hóast ongin
sól er.
Tað er ikki neyðugt at
vera í beinleiðis sól fyri at
skáldast. Tað er eisini vandi
fyri at skálda seg, hóast tað
skýggjar fyri sólini. Tað ber
eisini væl til at skáldast
undir eini sólskjóli.
Orsøkin til tað er, at tað
eru nógvar UV geislingar í
vanligum himmalljósi, men
so skal meiri til enn í bein
leiðis sól.
Orsøkin til, at UV geisl
ingarnar eru so sterkar nú,
eru fleiri.
Vit hava eitt hátrýst yvir
alt norðuratlantshav, heilt
úr Danmark norður til
Íslands.
Tað ger, at ozonlagið er
tynnri enn vanligt.
Vanliga gongdin er, at
Ozonlagið er tjúkkast um
várið og tynst um heystið.
Men tað kann eisini broytast
frá degi til dags, tí tað
tynnist, tá ið vit hava hátrýst
og tað verður tjúkri tá ið vit
hava lágtrýst.
Tíverri er tað ikki øvugt,
leggur hann afturat.
Samstundis nærkast við
hásumri, tí tað eru bara
tvær vikur til longsta dag
og sostatt stendur sólin so
høgt á himni, sum hon kann
og alt hetta tilsamans førir
við sær, at UV geislingar
eru serliga sterkar beint nú.
Ræðast og
ikki ræðast
Tað er staðfest, at fólk, sum
verða skáldað í sólini, eru í
nógv størri vanda fyri at fáa
húðkrabba seinni í lívinum.
Og tað er eisini staðfest,
at talið á fólki við húðkrabba
og móðurmerkjakrabba, er
fleirfaldað seinastu árini.
Tí er tann heilt greiði boð
skapurin er, at vit skulu ikki
ræðast sólina, men vit skulu
ræðast at verða skáldað.
Serstakliga týdningarmik
ið er tað, at verja børnini
fyri sólini, so at tey ikki
verða skáldað.
Paul Eriksen sigur, at tað
eru ongar beinleiðis máting
ar í Føroyum fyri UV geisl
ingar.
Men vit gera metingar
fyri UV geislingar um allan
heimin og eftir teimum
modellunum ber til at fáa
eina álítandi mynd av UV
geislingunum, eisini í Før
oyum.
Kortini heldur hann, at
DMI átti at havt ítøkiligar
mátingar fyri Føroyar eisini
og tað ætlaði hann sær at
arbeiða fyri.
Føroyingar í stórum vanda
Vit skulu ikki ræðast sólina,
men tað eru allar orsøkir at
ræðast at verða skáldað og
í slíkum veðrið, sum hevur
verið seinastu dagarnar, tekur
tað minni enn ein tíma at
skáldast
Fáa húð-
krabba
av sól
Hagtøl yvir tilburðir av
húðkrabbameini í Før
oyum hesi seinastu tíggju
árini geva eina greiða
ábending um gongdina.
Tilburðirnir eru næstan
trýfaldaðir frá 1995 til
2005, frá 16 tilburðum í
1995 til 52 í 2005.
Serliga hesi seinastu
fimm árini eru tilburðirnir
øktir í tali. Í 2001 vóru teir
20 í tali, árið eftir 32, í
2003 vóru 28 tilburðir, í
2004 vóru 41 og í 2005
vóru
52
tilburðir
av
húðkrabba í Føroyum.
Serliga tilburðirnir av
m ó ð u r m e r k j a
krabbameini eru øktir í
tali, úr 1 ella 2 um árið
øll nítiárini til 10 í 2004
og 15 í 2005.
Móðurmerkjakrabba
mein kann vera ógvuliga
vandamikið.
Høvuðsorsøkin
til
hendan vøksturin er sólin
og tað, at vit meiri og
meiri tí í solarium.
Kelda: www.krabbamein.fo
Húð og sól
Á hesi talvuni kann hvør einstakur gera sær eina meting av, hvussu nógv sól ein tolir. Talvan er sett saman útfrá
fortreytum, sum ST stovnurin, WHO, hevur sett upp og sum ikki einaferð, er tað serliga miðdagssólin, sum vit skulu
vera serliga varin við.
Slag av Húð Vanligur húðarlitur Verður skáldaður Verður brúnur Vanligur eygnalitur Vanligur hárlitur Frøknur
1
Hvítur
Altíð
Aldrin
Blá
Reydligt
Ja
2
Llósur/bleikur
Ofta
Ofta
Blágrøn
Ljóst
Fáar
3
Ljósur/beige
Sjáldan
Næstan altíð
Grá/brún
Brúnt
Nei
4
Ljósabrúnur
Aldrin
Altíð
Brún
Svart
Nei
5
Myrkabrúnur
Aldrin
Altíð
Brún
Svart
Nei
6
Svartur
Aldrin
Altíð
Brún
Svart
Nei
Slag 1 og 2 eru vanliga norðurlendingar keltarr.
Slag 3 er vanliga eysturasiatar, (Korea, Japan).
Slag 4 eu rvanligt hjá fólkið við Miðjarðarhav og Suðuramerika.
Slag 5 og 6 er vanligt hjá fólki í Afrika og Karibia.
Fólk við slagi 1 og 2 skulu helst vera í skugganum í einar tríggjar tímar rundanum miðdag. Men er neyðugt at verða
úti, eru hyggjuráðini at at verða í tunnum klæðum og í sólhúgvu. Eitt tjúkt lag av sólkremi við minst faktor 15, er
avgjørt ráðiligt
Kelda:www.dmi.dk