Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2007 Arbeiðsgevarar vilja hava rætt til at hava eftirlit við, hvussu starvsfólk brúka internet, teldupost og telefon á arbeiðsplássinum Eftirlit Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Abeiðsgevarar mugu hava rætt til at kanna nýtsluna hjá starvsfólki av interneti, telduposti og telefon. Tað heldur stjórin í Vinnu- húsinum. Jan Mortensen heldur, at í Sosialinum fríggjadagin, fór Dátueftirlitið ov langt í tulkingini av, hvat virkisleiðsl- ur kunnu loyva sær at eftir- kanna av elektroniska sam- skiftinum hjá starvsfólki. - Vit kunnu bara staðfesta, at soleiðis sum vit tulka Dátueftirlitið, eru reglarnar í Føroyum strangari enn í okkara grannalondum. Tí sigur hann, at Vinnu- húsið fer at biðja um fund við Dátueftirlitið fyri at fáa greiði á, hvørja støðu, tað hevur til spurningin. Higartil hevur Vinnuhúsið arbeitt eftir somu leiðbein- ingum, sum størsta danska arbeiðsgevarafelagið, Dansk Industri, brúkar. - Men hevur føroyska Dátueftirlitið eina strangari uppfatan av støðuni, er neyðugt at vit fáa greiði á tí, sigur Jan Mortensen. Greiðar reglar Hann sigur, at tað besta er, at fyritøkur hava ein greiðan politikk á økinum og gera greiðar reglar fyri nýtsluni hjá starvsfólki av interneti, telduposti og telefon. - Tá ið fólk verða sett í starv, eiga tey beinanvegin at fáa at vita, hvørji rættindi og skyldur tey hava og hvat tey kunnu loyva sær. Tey eiga eisini at fáa at greitt at vita, tá ið tey verða sett í starv, at teldubrøv og internetnýtsla kann verða eftirkannað og at øll brøv, sum kunnu hugsast at hava týdning fyri virkið, kunnu lesast. - Fleiri virkir lata nú starvsfólkið vátta skrivliga, at tey góðtaka hesar reglur fyri nýtsluna av telduni. Hann sigur, at finnast ongar slíkar leiðreglur á fyritøkunum, kunnu starvs- fólk vera í góðari trúgv og tað kann eisini verða ein trupulleiki. Nógvar orsøkir Jan Mortensen staðfestir, at ein arbeiðsgevari kann hava nógvar orsøkir til at eftir- kanna elektroniska sam- skifti hjá starvsfólki. - Fyrr, tá ið øll sendu brøv og fax, var alt sam- skiftið við eitt ávíst stað í fyritøkuni og fólk høvdu til arbeiðis at arkivera brøvini. - Við teldupostinum er samskiftið beinleiðis til og frá tí einstaka starvsfólkinum á virkinum. Hetta hevur sjálv- andi fyrimunir, men kann eisini elva til trupulleikar. Men tað er sjálvsagt, at tað er neyðugt at broyta arbeiðs- gongdir fyri at tryggja, at týdningarmikið samskifti verður goymt, og ikki endar sum ’privat’ samskifti hjá tí einstaka starvsfólkinum. Jan Mortensen sigur, at hendan nýggja tíðin hevur eisini reist spurningar um privat samskifti hjá starvs- fólki. - Tað skerst ikki burtur, at nógvastaðni á arbeiðspláss- um, verða teldupostur, tele- fon og internet eisini nýtt til privat samskifti. Internetið kann verða eitt hent arbeiðsamboð, men verður tað brúkt til undir- hald í arbeiðstíðini, er tað sum at seta sjónvarp upp á hvørjum skriviborði. Stjórin í Vinnuhúsinum sigur, at útfrá dómum og lógum, hava arbeiðsgevarar í Danmark gjørt eina leið- beining um, hvønn rætt, arbeiðsgevarar hava at fylgja við nýtsluni av teldu- posti og interneti í arbeiðs- tíðini. - Fleiri orsøkum kunnu vera til, at tað er neyðugt at fylgja við. Ein orsøk er trygd- in. Herjar virus á netinum, er neyðugt at staðfesta, hvør hevur fingið ella latið tað upp og hvaðani tað kemur. Ein onnur týðandi orsøk kann vera sjálvt virksemið hjá fyritøkuni. - Er eitt starvsfólk sjúkt ella í feriu, kann vera neyð- ugt at lesa teldubrøv hjá tí fyri ikki at missa viðskifta- fólk ella søluavtalur. Tað kann eisini verða neyðugt at eftirkanna teldubrøv í sambandi við trygdaravrit, so at tað ikki forferst. Teldu- brøv eru ein partur av sam- skiftinum hjá virkinum og tí eiga vit at hava manna- gongdir so at tey verða forsvarliga goymd. Jan Mortensen sigur, at tað er eisini staðfest, at virki hava rætt at eftirkanna nýtslu av interneti í arbeiðs- tíðini. Tað kann vera av trygdarávum, men tað kann eisini fyri at tryggja sær, at bann móti at taka niður ávíst tilfar verður hildið og fyri at virða upphavsrætt. Hann staðfestir eisini, at arbeiðsgevarar mugu hava rætt til at eftirkanna telefon- nýtslu, vísir tað seg, at hon er nógv størri enn væntast kann. Annars staðfstir stjórin í Vinnuhúsinum, at higartil hava arbeiðsgevarar ikki merkt, at hetta er nakar ser- liga stórur trupulleiki í Før- oyum. Einaferð í 2002 spurdu nakrir arbeiðsgevarar seg fyri um hesi viðurskiftir og tá kunnaði Vinnuhúsið um, hvussu mannagongdin er í hinum norðanlondunum. Men eftir tí, sum nú ligg- ur í kortunum, hevur Dátu- eftirlitð ein strangari pol- itikk á økinum og tað mugu vit hava greiði á. - Hevur Dátueftirlitinum heimild í lógini fyri sínari støðu, er neyðugt at broyta lógina, staðfestir Jan Mort- ensen. Hann heldur ikki, at før- oyskir arbeiðsgevarar í Før- oyum vilja hava rúmari ræsir at eftirkanna elektron- iska samskifti hjá starvs- fólki, enn arbeiðsgevarar í grannalondunum hava.ð - Men vísir tað seg, at vit hava verri umstøður, er tað ein trupulleiki, sum tað er neyðugt at tosa við Dátu- eftirlitið um fyri at vita um tað er lógin, sum ikki er nøkt- andi, ella um tað er upp- fatanin hjá Dátueftirlitinum av lógini, sum er øðrvísi, enn vit hava væntað. Stjórar mugu hava rætt at kanna starvsfólk Hetta er ein stutt veg­leiðing­ frá arbeiðsg­ev­ arafelag­num, Dansk Ind­ustri, sum Vinnuhús­ ið mælir før­ oyskum arbeiðs­ g­evarum at hald­a seg­ til Hvord­an kan virksom­ hed­en kontrollere med­arbejd­erens brug­ af Internet og­ e­mail? Virksomheders kontrol med medarbejderes brug af Internet og e- mail er omfattet af Persondataloven. Datatilsynet har i sin praksis fastlagt, at virksomheden på forhånd skal informere medarbejderne, hvis virksomheden bruger tekniske muligheder til at registrere medarbejdernes hjemmesidebesøg og gemmer kopi af e-mails. Informationen skal gives på en klar og utvetydig måde, og det skal fremgå om oplysningerne eventu- elt vil blive gennemgået. Desuden er det en betingelse, at registreringen er berettiget. En registrering er berettiget, såfremt den sker af hensyn til drift, sikkerhed, genetablering, dokumentation eller kontrol. DI anbefaler, at virksom- hederne ud over den nævnte information til medarbejderne, opstiller mere detaljerede regler for medarbejdernes brug af Internet og e-mail, så der er klarhed om virk- somhedens politik på området. En sådan politik skal inden ikraft- træden forelægges Samarbejdsudvalget, såfremt virksomheden har etableret et sådant udvalg. Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at arbeiðsgevarar mugu hava rætt til at eftirkanna teldupost, teldunýutslu og telefon hjástarvsfólki, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinm