týsdagur 12. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2007
13
Í oktober mánaði í fjør
skutu vit upp at javnseta
flutningskostnaðin um
firðir og sund við kostnaðin
gjøgnum undirsjóvar
tunlarnar.
Ein samanbering vísti, at
ferjuflutningurin var upp í
fimmogtjúgu ferðir so dýr
ur, sum samsvarandi flutn
ingur gjøgnum undirsjóar
tunlarnar var.
Um ársskiftið royndu vit
yvir fíggjarlógina at avtaka
og í øðrum lagi at lækka
henda kostnað munandi,
men tað var sum at vísa
hundi brand.
Vit hildu ójavnan upp í
fimm og tjúgu ferðir vera
órímiligan og oyðileggjandi
fyri kappingarføri úti um
landið, meðan landsstýris
maðurin helt væl til standa.
Vit royndu í sjálvstøðug
um uppskotum, og vit
royndu yvir fíggjarlógina,
men alt varð kveistrað til
viks sum grenj og møsn.
Meðan landsstýrismað
urin onga roynd gjørdi og
einki stig tók til at lækka
kostnaðin, so eyðnaðist
kortini at fáa meiriluta á
tingi fyri hesum átaki.
Hetta var um ársskiftið
2006/2007.
Nú vit fara um longsta
dag í 2007 sigur landsstýris
maðurin við útvarpið, at
hann fær einki gjørt við tær
5 mió.kr., sum løgtingið bar
honum upp í hendurnar um
ársskiftið, og at hann fram
vegis bíðar eftir polit
iskum signalum.
Landsstýrismaðurin er
komin eftir, at um hann
lækkar prísirnar í ár, noyð
ist hann at hækka teir aftur,
tá fíggjarárið rennur út.
(Útvarpið 8. juni 2007)
Atgerðaloysi kostar her
og har, og skilligt er, at
landsstýrismaðurin er
gyrdur í brókum, nú hann
sær seg noyddan at hækka
flutningsgjøldini aftur 14
dagar undan vali.
Ongantíð kom hann sjálv
ur við nøkrum uppskoti um
økt túratal, og heldur ikki
kom hann við nøkrum upp
skoti um lægri flutnings
kostnað.
Sami maður, sum lá í
signalloysi, tá hann lækkaði
tunnilsgjøldini við 25%, og
hækkaði koyggjugjøldini
við 300%, sigur seg nú bíða
eftir signalum frá einum
løgtingi, sum er farið í
summarfrí.
Skil tað, hvør ið kann.
Ferðamannalandið Før
oyar 2007, sum landsstýris
maðurin hevur ábyrgdina
av, hevur fyri rúmari tíð
síðan skipað seg í føstum
sambandi og í lýstum
ætlanum um firðir og sund.
Suðuroyggin er kortini
ikki við í hesi ætlan.
Vit fingu ein stásiligan
Smyril fyri 1½ ári síðan við
veldugum møguleikum,
men framvegis sakna vit
tann rætta politiska viljan
og tað rætta handalagið, so
at nakað skilagott fæst
burturúr íløguni.
Ferðaætlanin, sum skuldi
koma árið fyri, nærkast nú
árinum eftir, og játtanin til
lægri prísir er blivin so heit,
at hon framvegis liggur
óbrúkt.
Og tað er ikki bara á hes
um øki, at atgerðaloysið
rópar til himmals.
Hóast greiðar og enntá
skrivligar avtalur millum
landsstýrismannin og allar
kommunurnar í Suðuroynni
hevur sami landsstýris
maður kveistrað hesar
somu avtalur til síðis og
hevur lagt sjálva vakstrarav
taluna fyri Suðuroynna á ís.
Sami landsstýrismaður,
sum í meira enn ett ár hev
ur sagt seg hava loyst øll
mál á útlendingaøkinum
“um ein mánað,” heldur
framvegis fast um henda
eina mánaðin sum freist,
meðan loysnirnar nærkast
árum. (Útvarpið 1. juni
2007)
Í Hvalba situr ein fremm
and einsamøll mamma við
barni sínum á áttanda ári og
bíðar eftir eini loysn, og
Gud hjálpi tú okkum, sigur
landsstýrismaðurin nú, at
spurningurin um hesi
neyðars fremmandu menn
iskju, sum í áravís hava
fingið lyfti um at fáa svar
“um ein mánað,” nú aftur
skulu brúkast í valstríðnum
komandi.
Øll minnast vit valstríðið
farna hjá hesum somu
monnum:
“Vit fara ikki at blaka
Føroyar víðopnar fyri øllum
tí drasli, sum rekist runt.”
“Fólkaflokkurin fer at
stríðast alt tað, vit orka, fyri
at halda slíkar hordir av
fólki úti.” (Í andgletti 12.
januar 2004.)
Yuppie facisman hevði
ikki farran av gestablíðni í
sær, men hon bergtók
Javnaðarflokkin so mikið,
at hann treytaleyst gav
Fólkaflokkinum útlendinga
málini at liggja omaná.
Tjóðveldisflokkurin er
sjálvandi gingin ímóti hes
um rákinum hjá samgong
uni, og sjávandi hava vit
víst á skilagóðar loysnir.
Ferð eftir ferð hava vit
roynt eftir undirtøku fyri at
taka málsøkið undir før
oyska umsiting, so at vit fáa
virðiligar og skilagóðar
loysnir, men eisini her møta
vit mótstøðu frá heima
stýrisflokkunum.
Tað er bara heilt ótrúligt,
at teir sum umsita málsøkið
nú á áttanda ári, rópa út í
almenningin, at tað er...”
væl hugsandi, at viðurskift
ini hjá útlendingum í
Føroyum verða ein partur í
valstríðnum til næsta løg
tingsval.”(Útvarpið 8. juni
2007.)
Hví ikki loysa trupulleik
arnar, meðan valdið og
amboðini eru í hondunum?
Ferðaætlanin, kostnaðar
legan, kappingarførið,
vakstraravtalan, lívfrøðiliga
margfeldi, Kyotosáttmálin
og útlendingamálini, eru
bara fá av mongum málum,
sum liggja í atgerðaloysi á
hægstu summartíð tíverri.
viðmerkingar
Eg skal ikki gita um, hvar
Leo Poulsen býr, ella hvat
hann annars hevur tikist
við her í lívinum. Tað
hevur einki við sakina at
gera. Og sakin er, at
Poulsen hevur refererað
eitt ummæli í Børsen av
bókini hjá Astrup um
bankasøguna í Føroyum.
Tað er skrivað av Hugo
Gården, sum arbeiðir fyri
”Børsen” í kinesiska
býnum Shanghai. Mín kri
tikkur var, at hetta referat
hjá Poulsen enda í annan
var misskilt, tendentiøst
og bert hevði sum endamál
at styðja upp undir mytur
um, at ”Nyrup og danir
høvdu skyldina.”
Poulsen ikki førur
fyri at svara
Tíverri er tað so, at Poul
sen ikki er førur fyri at
vísa einum einasta kritikk
punkti hjá mær aftur, men
vevur um alt møgulig ann
að, sum ongan relevans
hevur. Eg skal ikki taka alt
hansara svass uppaftur, tað
duga lesararnir saktans á at
skyna sjálvir. Eg loyvi mær
bara at kalla tað vánaligt
journalistarbeiði.
Eg vísti á, at í greina
yvirskriftini hjá Poulsen
vóru ikki minni enn tríggir
faktuellir feilir, sum ongan
stuðul høvdu, hvørki í
greinini hjá Gården ella í
bókini hjá Astrup. Har
aftrat vísti eg á, at Poulsen
ikki so frægt sum dugir at
skriva av. Endurgevur eitt
citat skeivt, við skeivari
meining. Aftur vánaligt
journalistarbeiði.
Poulsen heldur, at tað
diskvalificerar meg, at eg
ikki havi adressu í Føroy
um, men búgvi í Brøndby
øster. Men hví er Hugo
Gården, sum býr tíggju
ferðir longri burturi, í
Shanghai, og sum kanska
ongantíð hevur verið í Før
oyum, eitt serligt sann
leiksvitni?
Hvar hevur Poulsen
verið?
Hvussu ber tað til, at før
oyska bókin hjá Astrup og
Jóan Paula, sum kom út
fyri hálvum ári síðani, yvir
høvur ikki hevur fingið
nakra umtalu í blaðnum?
Hvar var Poulsen tá?
Hvussu ber tað til, at bók
in hjá Astrup á donskum,
sum kom í mai mánaði,
heldur ikki hevur fingið
nakra umtalu? Hvar var
Poulsen tá?
Hvussu ber tað til, at eitt
stutt og ikki serliga bein
rakið ummæli í útlendsk
um blað, fær Poulsen at
vakna? Hví er tað nú
knappliga ”big news” í Før
oyum, at eitt danskt blað
skrivar um eina bók.? Hví
skrivar Poulsen so eitt vána
ligt referat, fylt við feilum
og tendentiøsum útlegging
um?
Kanska tað einasta, sum
kvalificerar mangulfulla
ummæli í Børsen at koma
fram í Sosialinum, er, at
tað serliga umtalar politik
arar og Nyrup! Tí hetta
kann brúkast til at dyrka
mytuna um, at tað vóru
”hinir”, sum høvdu skuld
ina.. ”Góða mamma tað
var ikki eg, dreingirnir teir
fýrdu meg.”
Poulsen diskvalificerar
sín egna blaðstjóra
At enda má eg siga, at tað
undrar meg stórliga,
hvussu Poulsen óbeinleiðis
leggur á sín egna blað
stjóra. Poulsen háar mína
skriving, sum mest hevur
verið í Sosialinum. Eitt nú
skrivaði eg í 2005 eftir
avtalu við blaðstjóran
eina grein um vikuna til
”vinnusíðurnar.”
Eg hoyrdi einki um, at
tær vóru ”veruleikafjarar,”
ella at eg var ”klókur upp á
hvat sum helst.” Men Poul
sen sigur nú óbeinleiðis, at
blaðstjórin ikki dugdi at
meta um kvalitetin á tí
vøru, hann sjálvur hevði
bestilt. Álvarslig skuld
seting?
Dugir Poulsen at svara?
Av tí at Poulsen ikki hevur
svarað upp á nakað sum
helst, so spyrji eg einaferð
aftrat:
Meinar tú, at ”Nyrup
(hevði) skuldina av
bankakreppuni?”
Meinar tú, at henda
skuldseting kann lesast
úr ummælinum hjá Hugo
Gården?
Meinar tú, at henda
skuldseting kann finnast
í bókini hjá Astrup?
Fjarur ella veruleikafjarur Poulsen
11. juni 2007
Rolf
Guttesen
HeRGeiR
nielsen
Eru føroyskir
fjølmiðlar álítandi....
ella er neyðugt við manipulatión og ósannindum
fyri at selja sínar vørur ella fyri fáa tíðindini
áhugaverd.
Mikudagin 6. juni hevði Beate L. Samuelsen,
blaðkvinna Dimmalættingar, drúgva og í høvuðs
heitum áhugaverda samrøðu við Gianfranco Contri,
sum ídag millum føroyingar helst er betri kendur fyri
sítt arbeiðs og uppihaldsloyvi enn fyri orðabóka
arbeiðið hann útinti, meðan hann var í Føroyum.
Søkti og fekk loyvi
Lat meg gera vart við, sum fleiri ferðir fyrr, eftir
aftur at hava kannað málið í Innlendismálaráðnum,
so hevur italski orðabókamaðurin Gianfranco Contri
bert einaferð søkt um at fáa arbeiðs og uppihalds
loyvi í Føroyum. Hetta var í 2004, hetta loyvið fekk
hann. Hetta er einasta skráseting sum finst í
Innlendismálaráðnum.
Fyrstu ferð eg hoyrdi, at italiumaðurin Gianfranco
Contri fekk “tikið ímóti M. A. Jacobsen virðislønini,
áðrenn myndugleikarnir sendu hann av landinum”,
var á Johnsigurd Johannesen sjónvarpsmaður í
Sjónvapri Føroya elegant, sum hetta fjølmiðla
nátúrtalent dugir, í endanum av eini tíðindasending
legði dent á hetta.
Gianfranco Contri hevur bert einaferð søkt um
arbeiðs og uppihaldsloyvi, hetta var í 2004. Hetta
loyvið fekk hann. Í Innlendismálaráðnum finst eingin
onnur skráseting. Eg gjørdi Johnsigurd Johannesen
varðugan við, at hann bar skeiv tíðini, uttan at hesin
nakrantíð kom við nakrari rætting. Hann bara smíltist
niðurvið, sum hann ofta ger, tá okkurt tílíkt er áfatt.
Nú geri eg so Beate L. Samuelsen hetta eisini greitt.
Ongin rættleiðing
Beate L. Samuelsen sigur í greinini ikki bara eina
ferð, men hon endurtekur seg sjálva, at Gianfranco
Contri, “búði í Føroyum í nógv ár, til myndug
leikarnir sendu hann heim...” ella “Tað eydnaðist
honum at gera orðabókina lidna, beint áðrenn
seinastu boðini frá myndugleikunum komu um at
fara heimaftur til Italia”.
Eg rokni ikki við at hesi koma við nakrari rætt
leiðing til skeiv og manipulerandi tíðindi, men hava
tey aðra grundgeving og tí kunnu rætta meg, eru tey
vælkomin.
Lat meg eisini her siga, at sjálvandi skal ein
politikari tola, men hetta er eisini skeivt at gera ímóti
avgreiðslustarvsfólki í Innlendismálaráðnum.
Tíðindaleiðari Útvarpsins tagnaði herfyri
Fyri stuttum var eg í avmarkaðum blaðkjaki við
tíðindaleiðaran Johann Mortensen á Útvarpi
Føroya,um okkara “Public Service” stovn. Tíðinda
leiðarin bað meg bara arogant senda kæru inn til
fjølmiðlanevndina um skeiv tíðindi!
Eg havi ongantíð sent kæru inn – og ætli heldur
ikki at gera tað, tí hóast tú fært rætt, hevur tað, sum
tíðin líður frá, onga tyngd.
Eg vísti til tvinnar manipulerandi tíðindastubbar,
har annar var heldur óndsinnaður. Sjálvandi frættist
einki aftur. Hann bráðtagnaði eftir fyrsta álopið. Eg
havi ein varhuga hví!
Men nakrar dagar seinni kom so eitt hálvófantaligt
svar frá hansara stuttliga samstarvsfelaga og møgu
liga samspælara, Hilmari Jan Hansen, á forvrøvlaða
kjaktorginum á Norðlýsinum, sum ikki eigur at vera
tikið fyri meira, enn tað er.
Ja, synd er at siga, at støðið liggur høgt hjá okkara
objektiva skattaborgaragoldnað public service stovni.
Tí er tað ikki bara eg sum spyrji, men fjøld av
Føroya fólki: “Eru føroyskir fjølmiðlar álítandi, ella
er neyðugt við manipulatión og ósannindum, fyri at
selja sínar vørur ella fyri fáa tíðindini áhugaverd”.
keldu@post.olivant.fo
Ótrúligt atgerðaloysi
løgtingsmaður og
fyrrv. landsstýrismaður
í útlendingamálum
JóGvan við
Keldu