Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 110 - 12. juni 2007 tíðindi Bert einaferð áður hava dansarar frá kongaligu donsku ballettini vitjað í Føroyum. Hetta var fyri tríati árum síðani. Leygarkvøldið var fyrsta almenna framførslan her á landi hjá donsku ballettini, ið er triðelsta ballett í heiminum framførsla Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Bert tvær ballettir í heiminum eru eldri enn kongaliga danska ballettin. Tað eru ballettirnar í París og í Skt. Pætursborg. Tað var Auguts Bournonville, ið sjávur var balletdansari, sum grundlegði donsku ballettina. Frá 1830-77 var hann balletmeistari á Kongaliga Sjónleikarhúsinum og náddi í hesi tíðini at seta upp meiri einn 50 ballettir, sum framvegis er grundarlagið undir úrvælinum hjá kongaligu ballettini. Í dag er tað, Frank Andersen, ið eisini er fyrrverandi ballettdansari, ið er ballettmeistari. Undan framførsluni leygarkvøldið greiddi frá, at hetta bert var aðru ferð, at dansarar frá kongaligu ballettini vitja í Føroyum, men at hetta var fyrsta almenna vitjanin hjá Kongaligu Ballettini. Til ferðina í Føroyum og í Grønlandi, har ballettin eisini hevið eina framførslu, vóru 10 teir bestu dansararnir úttiknir. Fimm kvinnur og fimm menn. Ballettin hevur tilsamans 89 ballettdansarar. Hóast leiðslan í Norðulandahúsinum óttaðist fyri, at góða veðrið leygardagin fór at koma í vegin fyri uppmøtingini, so høvdu 320 fólk keypt sær atgongumerki til eina áhugaverda og væleydnaða framførslu av professionellum og sera dugnaligum dansarum. Teir framførdu fýra ballettirnar. Dancing on the Front Porch of Heaven eftir Ulysses Dove, Blomsterfesten i Genzano og Napoli eftir August Bournonville og 10 to Hyper M eftir Jorma Elo. Hósdagin og fríggjadagin 14. og 15. juni vitjar íslendska symfoniorkestrið í Norðurlandahúsinum. Fyrsta kongaliga ballettvitjan í 30 ár 10 kongaligir dansarar framførdu fýra ballettir í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið