týsdagur 12. juni 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 110 - 12. juni 2007 ]
Hóast fá feløg fáast
at vátta nakað sum
helst, so er lítil ivi um,
at fleiri av Formula-
feløgunum hava
ætlanir um at styrkja
hópin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einasti ítøkiligi handilin,
sum er gjørdur higar til, er
skiftið hjá Allani Mørkøre
úr B36 í AB. Tann flytingin
kann fara fram, so skjótt
sum flytingarvindeygað let
ur upp komandi mánadag.
Tað er tó eingin ivi um, at
stórur aktivitetur er í nógv
um feløgum í hesum døg
um. Flytingarvindeygað er
opið fram til 23. juli, og tað
gevur feløgunum eitt ávíst
spælirúm. Men kann eitt
skifti fáast í lag alt fyri eitt,
so vinnur avvarandi felag
eisini møguleikan at nýta
nýggja spælaran í seinastu
dystunum undan summar
steðginum,
og
hendan
møguleikan tykjast fleiri
teirra vilja troyta.
Nógvir fyrispurningar
Jákup í Stórustovu, sum eig
ur og rekur North Atlantic
Football
Agency,
hevur
seinni árini virkað sum
spælaraumboðsmaður.
Hann fæst illa at siga
nakað ítøkiligt um spælara
skifti, men hann váttar tó,
at ein ávísur aktivitetur hev
ur verið.
Tað er eingin loyna, at
við flytingarvindeyganum
verða fleiri spælaraskifti
miðsavnað kring eitt stutt
tíðarbil. Og í løtuni arbeiði
eg eisini við nøkrum fyri
spurningum frá føroyskum
feløgum. Men hvørji hesi
eru, ella hvørjar handlar
talan er um, fari eg ikki at
upplýsa her og nú, sigur
hann.
Umframt fyrispurningum
frá føroyskum feløgum, so
er tó eisini møguleiki hjá
føroyskum spælarum at
skifta til útlendsk feløg. Ein
møguleiki, sum helst er
meira enn sannlíkur eftir
báðar landsdystirnar.
Tað er eingin ivi um, at
landsliðið gjørdi ein góðan
figur í báðum landsdystu
num. Tað avleiðir eisini
áhugan fyri onkran av spæl
arunum, men enn so alt ov
tíðliga at meta um, hvat
kann spyrjast burtur úr hes
um, sigur Jákup.
Slaturin gongur
Tað er lítil ivi um, at tey
feløg, sum møguliga missa
ein ella fleiri spælarar, vilja
leita eftir spælarum at
styrkja hópin við. Tí verður
talan ofta um sonevnda
dominoeffekt, har eitt spæl
araskifti kann seta gongd í
fleiri onnur.
Men enn er talan at kalla
bert um gitingar flestu
staðni. Í B36 siga tey seg
ikki arbeiða við at fáa Paul
Clapson í hópin fyri Allan
Mørkøre. Í Vági hevur ein
nýggjur serbi verið upp á
tal, men í løtuni er útlend
ingakvotan hjá teimum fult
nýtt, so her verður neyvan
talan um skifti heldur. Og á
Streymnesi siga tey seg ikki
kenna til tosið um, at ein
pólverskur miðvallari skal
styrkja um liðið í seinnu
kappingarhálvu.
Soleiðis gongur slaturin,
og tað er einki at ivast í, at
so hvørt sum dagarnir
ganga, fer enn meira ferð at
koma á gitingarnar. Og
onkrar av teimum verða
helst eisini til veruleika.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Absolutely brilliant from start to finnish.
Can’t wait to draw them for the 2010 qualifyers
Skotskur fjeppari um Føroya-ferðina
Dagin fyri HM-
kappingina gjørdist
ein av fimleikarunum
sjúk. Og tí var fram til
tað seinasta ivasamt,
hvørt Støkk yvir
høvur kundi taka lut
í HM-kappingini í
Salou í Spania
Fimleikur
Jákup Mørk
Kvinnurnar hjá Støkk hava
hetta seinasta árið vant mið
víst fram móti HMkapp
ingini í estetiskum fimleiki.
Venjingin hevur verið bæði
fimleikaliga og sálarliga,
soleiðis at tær vóru best
møguligt til reiðar at fara á
gólvið í Salou, sum liggur
beint sunnan fyri Barce
lona.
Ein óvæntaður trupulleiki
tók seg tó upp náttina fyri
kappingina. Tá legðist ein
av fimleikarunum sjúk, og
so var ivasamt, hvørt liðið
yvir høvur kundi fara í høll
ina at kappast. Lækni varð
alt fyri eitt boðsendur, og
við heilivági eydnaðist at
fáa sjúklingin somikið á
beinini, at hon kundi fara til
framførsluna.
Frá ferðalagnum verður
annars sagt, at tær eru væl
nøgdar um avrikið. Hóast
órógvina, so megnaðu tær
at betra um plaseringina,
sum tær vunnu sær í fjør.
Kvinnuliðið hjá Støkk
kemur aftur til Føroya leyg
ardagin og taka tær eisini
lut í Eystanstevnuframsýni
ningi, sum verður sunnu
dagin kl. 15 í ítróttarhøllini
í Runavík.
Kvinnurnar hjá Støkk júst
komnar av gólvinum
Sjúka mundi steðgað Støkk
Vindeygað
opnar aftur
Allan Mørkøre gjørdi fyri einum mánaði síðani avtalu við AB. Og higartil tykist hetta vera
einasta ítøkiliga spælaraskiftið, sum verður framt, so skjótt sum flytingarvindeygað letur upp