Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2007 29 Heygsvegur 30 P.O. Boks 197 FO-110 Tórshavn Tlf. 31 69 10 Fax 31 81 19 Triv Sp/f Søkir eftir fólki til verkstaðin Arbeiðið umfatar: Umvæling av landbúnaðarmaskinum, so sum traktorar, sláimaskinur, ballupressur o.l. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur við­ komandi útbúgving s.s. maskinmeistari, maskin­ smiður ella bilmek. Hetta er tó eingin treyt, tí hevur tú áhuga í og kunnleika til motorar og maskinur, hava vit eisini brúk fyri tær. Um tú heldur, at hetta er nakað fyri teg ella hevur tú spurningar til starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum ella senda okkum, innan eina viku, eina umsókn við møgu­ ligum prógvum og viðmælum. Triv er ein 22 ára gomul fyritøka, sum selur flestu merkir av landbúnaðarmaskinum Skrivstovufólk søkist til Elfelagið SEV Eitt starv sum skrivstovufólk á skrivstovuni hjá SEV í Havn er leyst at søkja. Starvið: Arbeiðstíðin er mánadag til hósdag kl. 1000 til 1615 og fríggjadag kl. 1000 til 1515. Mattíðin er 30 min. um dagin, men kann longd mattíð avtalast móti at møta fyrr á degi. Starvið umfatar fyrst og fremst at passa telefon­ vekslaraskipan okkara, men skal viðkomandi rokna við eisini at skula røkja aðrar uppgávur, ið hoyra skrivstovuni til. Førleikakrøv: Starvið krevur ikki nakra formliga yrkisútbúgving, men við tað, at SEV hevur í ávísan mun samskifti við útheimin, er neyðugt at kunna samskifta á skandinaviskum og enskum. Lønin: Starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og Starvsmannafelagið alt eftir útbúgving og starvs­ royndum. Starvið er roknað til umleið 79% av fulltíðarstarvið, og verður lønin sett eftir hesum. Upplýsingar um starvið: Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til John P. Danielsen, deildarstjóra á tlf. 346800. Umsóknir: Umsóknir saman við møguligum prógvum og ummælum skulu sendast Elfelagnum SEV, Box 319, 110 Tórshavn, og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi mikudagin, tann 27. juni 2007. Lærarastørv og starv sum stuðul í Skála skúla Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2007: • 2 tíðaravmarkað størv, fulla tíð, vegna avlopstímar, lækkað tímatal, serligan tørv • 1 tíðaravmarkað starv, uml. fulla tíð, vegna serligan tørv. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept. • 1 starv sum stuðulsfólk 10 tímar um vikuna til næming við serligum tørvi. Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarv við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • eru við til áhaldandi at menna skúlan Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær: • undirvísa gentum og dreingjum í ítrótti og svimjing. • undirvísa í náttúru/tøkni og alis-/evnafrøði • undirvísa í tónleiki og evning • annars átaka sær undirvísing í øðrum lærugreinum. • flokslærarauppgávuna Førleikakrøv Læraraútbúgving og helst linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Lønar- og setanartreytir Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumanna- settur lærari frammanundan. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 Starvið sum stuðul verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Umsøknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. juni kl. 16.00. Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrstalæraranum Hans Jákup Andreasen á tlf. 442118 ella 586005. Skálavegur 194 · FO-480 Skála Tlf. 441368 · Fax 441360 skalask@post.olivant.fo www.skulin.fo/ska Kassafólk Søkt verður eftir fólki at passa kassan og fylla vørur upp fyrrapartar og seinnapartar, aðruhvørja viku og annanhvønn leygardag, at byrja beinanvegin ella smb. avtalu. Pf. Johannes Andreasen · Grønlandsvegur 16 Tel. 31 20 87 · ja@post.olivant.fo lýsingar www.sosialurin.fo