Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2007 31 Oljutingið hevur aðalfund mikudagin 13. juni 2007 kl. 19.00 á Hotel Føroyum. Endamálið við Nólsoyarverkætlanin er at skapa eina burðadygga og óhefta orkuskipan í Nólsoy. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi, kemur at greiða frá arbeiðinum, sum higartil er gjørt og hvussu víðari skal farast fram fyri at eitt royndarverk kann setast upp í Nólsoy, sum skal tryggja at varandi orkukeldur saman við vetni og nýggjari tøkni nøkta allan orkutørvin í oynni. Aðalfundur í Oljutinginum Nólsoyarverkætlanin – hvussu tryggja vit burðadygga orkuveiting í smáum samfeløgum? Kl. 19.00 Vælkomin Kl. 19.30 Formaðurin setur Oljutingið Kl. 19.35 Aðalfundur Kl. 20.00 Sigurð í Jákupsstovu kunnar um: Nólsoyarverkætlanina Kl. 20.30 Spurningar frá áhoyrarum Kl. 20.50 Norðoyar Sparikassi greiðir frá teirra virksemi Kl. 21.00 Matur og drekka Norðoyar Sparikassi stuðlar tiltakinum. Vinarliga boða Vinnuhúsinum frá luttøku á telefon 309900 ella umvegis teldupost: industry@industry.fo. Nýggir limir kunnu tekna seg hjá Vinnuhúsinum. Vælkomin – Oljutingið Summarhús í Leynum Eitt summarhús í Leynum er til sølu. Grundøkið er til víddar uml. 500 m2. Húsið er knappar 50 m2 til støddar. Húsið er innrættað soleiðis: Stovuhædd: Gongd, wc, køkur og stova í einum við brenniovni, tvey kømur og svali. Kjallarahædd: Brúsa/fýrrúm, lítið grovrúm, stórt, ikki fult útgrivið, rúm. Húsið verður selt við innbúgvi og køksbúnýtum og klárt at flyta inn í. Frálíkt útsýni móti vesturi og suðuri. Nærri fæst at vita við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, e-mail ojk@jura.fo ella skrivaran Elina Svínoy, e-mail els@jura.fo Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Jens Andrias Vinther, adv. Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon 31 11 45 Telefax 31 15 25 jura@jura.fo www.jura.fo Advokatskrivstovan Lærarastørv í Argja skúla Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2007: ArgjA skúli Argjavegur 32 · FO-165 Argir · Postboks 2002 Tel 30 25 10 · Fax: 30 25 11 · argskuli@post.olivant.fo • 8 tíðaravmarkaði størv fyri lærarar í farloyvi • 2 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/2008 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar. • 1 starv fyri lærara í burðarfarloyvi frá 1. august 2007 - 1. januar 2008 Søkt verður eftir lærarum sum duga at samstarva, eru fyrikomandi, sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga og hava áræði til at taka ábyrgd Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella sam- svarandi førleika í nevndu lærugreinum • Føroyskum • Kristni • Handverk og list • Støddfrøði • Alisfrøði • Náttúru og tøkni • Fimleiki /svimjing ge/dr • Serligum tørvi Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verað sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærara- størvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. september 2006. Umsóknir Umsóknir við lívsrensli og avrriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóra- num í hendi í seinasta lagi 20. juni Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466 ella Símun Abrahamsen, varaskúlastjóra á tlf. 302510 og 221100 Eisini ber til at senda teldupost til skúlan argskuli@post.olivant.fo Argja skúli hevur komandi skúlaár 333 næmingar í 1 . - 10. flokki, tveir flokkar í hvørjum árgangi. Á skúlanum starvast 33 lærarar, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðar og 6 vaskifólk. Argja skúli arbeiðir í løtuni við at styrkja samstarv millum heim og skúla og fyri fjølbroyttari, avbjóðandi og mennandi undirvísingini. Og somuleiðis fyri góðum arbeiðsumhvørvi hjá øllum, sum virka í Argja skúla. Skúlin stendur fyri stórari, spennandi útbygging uppi á Hamrinum. Les meir um okkum á www.argjaskuli.fo lýsingar