Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-12, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2007 33 Lærarastarv í Hvalvíkar skúla • 1 fast starv • 1 tíðaravmarkað starv tíðarskeiðið 1. oktobur 2007 – 30. juni 2008, uml. 20 tímar um vikuna Søkt verður eftir lærara, sum: • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans, skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • Dugir at samstarva og er fyrikomandi • Er fúsur at taka á seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum • Vil vera við til framhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Umsóknir: Umsóknir við CV, avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. juni, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Aslaug Olsen, skúlaleiðara, á telefon 422028 – 607551 ella 222475. Hvalvíkar skúli hevur komandi ár uml. 45 næmingar og 5 lærarar. Skúlin er ein 3-flokkaður skúli við næmingum í aldrinum 1.-7. flokk. Ársaðalfundur í P/f smyril line Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Smyril Line mikudagin tann 27 juni 2007 kl. 10.00 á Hotel Føroyum við Oyggjavegin í Tórshavn við fylgjandi fundarskrá: 0. Val av fundarstjóra. 1. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári. 2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar. 3. Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið skal verða nýtt. 4. Val av nevndarlimum. 5. Val av grannskoðara. 6. Viðtøkubroytingar – har ísettar verða nýggjar grein 3 A, 3 B og 3 C í viðtøkur felagins við he-sum innihaldi: § 3A Stk. 1. Í tíðarskeiðnum frá henda áseting við neyðturvuligum meiriluta er viðtikin á aðalfundi í felagnum og fram til 31. desembur 2009 hevur nevnd felagsins heimild til – í einum ella fleiri umførum – at hækka partapening felagsins við nýtekning við íalt upp til DKK 100 milliónum í nominellum virði. Hækking kann fara fram ímóti kontantgjaldi, tó so, at heimilað er eisini nevndini at lata hesa hækking av partapeninginum við nýtekning heilt ella lutvíst fara fram í øðrum virðum enn reiðum peningi, herundir soleiðis, at felagið í sambandi við hækkingina í partapeninginum ímóti viðurlag í partabrøvum yvirtekur annað verandi virki, virksemi ella felag ella partabrøv í øðrum felagi (fusión); at felagið í sambandi við hækkingina av partapen- inginum uttan viðurlag í partabrøvum tekur við slíkum øðrum virðum, umframt at nevndin hevur heimild til at lata gjald av hækking við nýtekning fara fram við mótrokning í skuld hjá felagnum. Stk. 2. Fyri hesa nýtekning av partapeningi verða annars at galda hesar ásetingar: • Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur; • Partabrøvini skulu ljóða uppá íhendihavara og eru negotiab- ul; • Eingi partabrøv hava framíhjárætt og partaeigararnir hava ikki skyldu at lata partabrøv síni innloysa • Partabrøvini kunnu frítt verða seld uttan loyvi frá nevndini • Heimilað er nevndini at avgerða at verandi partaeigarar ikki skulu hava forrætt til at tekna henda nýggja partapening, herundir soleiðis at nevndin kann gera av at tekning skal fara fram sum ein rættað emmisión, har nevndin bjóðar útvaldum íleggjarum at tekna nýggja partapeningin. Ongar avmarkingar galda í fortekningsrættinum hjá nýggja partapeninginum við kapitalhækkingum í felagnum í framtíðini. • Teknaður partapeningur er gjaldkomin samstundis sum tekn- að verður. • Partabrøvini eru til støddar kr. 1.000,00 og multipla av hesum. • Tekning fer fram til marknaðarvirði. • Nýggju partabrøvini fáa rætt til vinningsbýti, umframt onnur partaeigararættindi í felagnum, í sama roknskaparári sum hækkingin av partapeninginum er skrásett. § 3 B Stk. 1. – starvsfólkapartabrøv. Í tíðarskeiðnum frá henda áseting við neyðturvuligum meiriluta er viðtikin á aðalfundi í felagnum og fram til 31. desembur 2009 hevur nevnd felagsins heimild til – í einum ella fleiri umførum – at hækka partapening felagsins við nýtekning, ið verður boðin starvsfólki í felagnum at tekna við íalt upp til DKK 10 milliónum í nominellum virði. Hækking kann fara fram ímóti kontantgjaldi, tó so, at heimilað er eisini nevndini at lata hesa hækking av partapeninginum við nýtekning heilt ella lutvíst fara fram í øðrum virðum enn reiðum peningi, umframt at felagið í sambandi við hækkingina av partapeninginum uttan viðurlag í partabrøvum tekur við slíkum øðrum virðum. Stk. 2. Fyri hesa nýtekning av partapeningi verða annars at galda hesar ásetingar: • Partapeningurin kann bert vera teknaður av fólki, sum eru í starvi hjá felagnum við tekning og verður nevnd felagsins at seta upp og gera av hvørji hesi starvsfólk eru og hvørjar starvstreytir skulu vera galdandi fyri tekning; • partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur; • Partabrøvini skulu ljóða uppá íhendihavara og eru nego- tiabul; • Eingi partabrøv hava framíhjárætt og partaeigararnir hava ikki skyldu at lata partabrøv síni innloysa • Partabrøvini kunnu frítt verða seld uttan loyvi frá nevndini • Tekning av partapeningi verður at fara fram uttan fortekn- ingarrætt fyri verandi partaeigarar felagsins, herundir soleiðis at nevndin kann gera av at tekning skal fara fram sum ein rættað emmisión, har nevndin bjóðar útvaldum starvsfólkum at tekna nýggja partapeningin. Ongar avmarkingar galda í fortekningsrættinum hjá nýggja partapeninginum við kapi- talhækkingum í felagnum í framtíðini. • Teknaður partapeningur er gjaldkomin samstundis sum tekn- að verður. • Partabrøvini eru til støddar kr. 1.000,00 og multipla av hes- um. • Tekning fer fram til kurs 100. • Nýggju partabrøvini fáa rætt til vinningsbýti, umframt onnur partaeigararættindi í felagnum, í sama roknskaparári sum hækkingin av partapeninginum er skrásett.” § 3 C Stk. 1. Nevndin hevur í tíðini til tann 1. august 2010 heimild til í einum ella fleiri umførum at útskriva upp til í mesta lagi íalt 1.000 stk. warrants (partabrævatekningarrættum). Útskriving kann, men nýtist ikki, at fara fram í sambandi við at fela-gið upptekur ikki- konvertibult obligatiónslán. Tekning av warrants (partabrævatekningarrætti) skal fara fram til marknaðarvirði ásett eftir nevndarinnar ætli, tó so, at har tekning fer fram av starvsfólki felagsins sum starvsfólkawarrants, verður serskilt mótvirði ikki latið av viðkomandi starvsfólki, men bert settar starvstreytir fyri tekning eftir nevndarinnar ætli . Partaeigarar felagsins skulu ikki hava for-rætt til at tekna útskrivaði warrants (partabrævatekningarrættir). Partaeigarar felagsins skulu heldur ikki hava forrætt til at tekna tey partabrøv, ið verða teknaði við støði í viðkomandi warrants (partabrævate kningarrættum). Hvørt einstakt eintak av teknaðum warrants (partabrævateknin garrættir) gevir eigaranum rætt til at tekna partabrøv í fe- lagnum fyri eina áljóðandi upphædd á kr. 1.000,- og svarar hetta til at øll 1.000 eintøk av warrants (partabrævateknin- garrættum) geva rætt til at tekna partabrøv á íalt eini áljóðandi upphædd á kr. 1.000.000,00. Tekning av partabrøvum við støði í warrants (partabrævatekningarrættir) skal fara fram í tíðarbili sum nevndin nærri ásetur í hvørjum einstøkum føri í tíðar- skeiðinum frá 1. august 2007 til og við 1. august 2010. Tekning av partabrøvum fer fram til tann kurs sum verður ásettur tá viðkomandi warrants (partabrævatekningarrættir) verða útboðin og er tala um warrants til starvsfólk kann hetta vera latið til favørkurs ímóti ásetingum um starvstreytir eftir nevndarinnar ætli. Tó skal í tekningartreytum vera ásettar fastar reglur fyri, hvussu tekningskursur verður reguleraður um partabræva- hækking, partabrævalækking, konvertiblar obligatiónir/skulda- brøv verða útskrivaðar, fleiri warrants verða útskrivað, óvanliga høgt vinningsbýti verður útlutað ella um felagið verður avtikið í millumbilinum millum at warrants eru útskrivað og partapening- ur við støði í teimum verður teknaður. Tekningarkursur fyri tey partabrøv, teknað verða við støði í teimum teknaðu warrants (partabrævatekningarrættum), má ongantíð fara undir kurs 100. Annars verða fyri partapening teknaður verður við støði í teknaðum warrants (partabrævatekningarrættum) at galda he- sar ásetingar: Stk. 2. Fyri hesa nýtekning av partapeningi verða annars at galda hesar ásetingar: • Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum verandi partapeningur; • Partabrøvini skulu ljóða uppá íhendihavara og eru negotia- bul; • Eingi partabrøv hava framíhjárætt og partaeigararnir hava ikki skyldu at lata partabrøv síni innloysa • Partabrøvini kunnu frítt verða seld uttan loyvi frá nevndini • Partabrøvini eru til støddar kr. 1.000,00 og multipla av hesum. • Nýggju partabrøvini fáa rætt til vinningsbýti, umframt onnur partaeigararættindi í felagnum, í sama roknskaparári sum hækkingin av partapeninginum er skrásett. Frávik er í ætlaðu nevndarheimildunum í grein 3 A, B og C gjørd í fortekningsrættinum hjá verandi partaeigarum, hetta tí verandi fíggjarliga støða felagsins kann krevja, at kapitalhækking verður framd við stuttum skoðbráði og soleiðis at hækking verður fram sum liður í rekonstruktión av fígging felagsins og tí við nýtekning frá luttakarum í slíkari rekonstruktión. Hvat viðvíkur kursinum í grein 3B, ið er ásettur til 100, so er til hetta at viðmerkja, at henda áseting er framd fyri at geva starvsfólki møguleika fyri at tekna partapening til ávísan favør-kurs, tó so, at hetta skal vera liður í ávísum starvsfólkatreytum eftir nevndarinnar ætli. Uppskotini til viðtøkubroytingar krevja serligan meiriluta og eru uppskotini tí í fullum líki endurgi-vin omanfyri. Uppskotini til viðtøkubroytingar, saman við øðrum tilfari, liggja annars frammi á skrivstovu felag-sins, J. Broncksgøta 37, 100 Tórshavn 8 dagar frammanundan aðalfundinum. Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at partaeigarin í seinasta lagi mánadagin tann 25. juni 2007 kl. 16.00 hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins. Nevndin í P/F Smyril Line Reception Kontorfuldmægtig Anna Weihe har den 15. juni 2007 40 års jubilæum ved Rigsombudsmanden på Færøerne. i den forbindelse afholdes reception kl. 15 til kl. 17 samme dag på Amtmansbrekkan 6, hvor alle tidligere og nuværende kollegaer, samarbejdspart- nere og andre er velkomne. RiGSoMBUDSMAnDen pÅ FÆRØeRne Rigsombudsmanden på Færøerne lýsingar