mikudagur 13. juni 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 111- 13. juni 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
KJ Norð Trukk er umboð fyri Linde gaffiltrukkar, Zepro lyftir og Fassi kranar.
Tað er KJ Hydraulik sum eigur og rekur fyritøkuna KJ Norð Trukk.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Mykinesgøta 3 . Tórshavn
Tel 315136 . Faks 310931
Lærlingi til
maskinsmið
KJ NORÐ TRUKK SÓKNAST EFTIR:
Til verkstað okkara, KJ Norð Trukk í
Tórshavn, sóknast vit eftir lærlingi til
maskinsmið at byrja beinanvegin.
Lærutíðin er 4 ár, harav millum ein fjórðing og
triðing er skúlagongd. Ástøðiliga undirvísingin
fer fram á tekniskum skúla í Tórshavn.
Sendið umsókn til: KJ NORÐ TRUKK,
Mykinesgøta 3, Boks 1315, Tórshavn.
Att.: Petur Klein, fartel 588842
Eingin fekk stórvegis
skaða í tveimum
álvarsligum ferðslu
óhappum í Eystur
oynni í gjárkvøldið
FERÐSLA
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið bleiv løgreglan
í Runavík tilkallað til eitt
ferðsluóhapp, sum var hent
í rundkoyringini omanfyri
Norðskála.
Ein bilur setti brádliga
ferðina niður í rundkoyring
ini, og bilurin aftanfyri
megnaði akkurát at steðga.
Triði bilurin var tó ikki so
heppin, og hann rendi í reyv
ini á næsta bilinum, sum
síðani rendi á fremsta bilin.
Beint sum løgreglan var
komin til rundkoyringina,
fingu teir fráboðan um enn
eitt ferðsluóhapp, sum var
hent hinumegin tunnilin, og
sambært løgregluni ljóðaði
hetta
óhappið
rættiliga
álvarsamt.
Teir vóru skjótir á staðn
um, og har var ein bilur við
tveimum ungum monnum
koppaður runt á vegnum.
Annar teirra var blivin fast
ur undir bilinum, men tá
løgreglan kom á staðið
fingu teir mannin út, og
báðir blivu sendir á lands
sjúkrahúsið.
Bilurin, sum teir báðir
ungu menninir koyrdu í,
var stutt sagt í knúsi, og
sambært løgregluni hendi
óhappið, av tí at telefonin
hjá føraranum júst ringdi.
Tá hann so skuldi taka
hana, misti hann tamarhaldi
á bilinum.
Lukkutíð fyri teir báðar
ungu menninar fekk eingin
álvarslign skaða í óhapp
inum.
miðlahúsið í Vágsbotni
AltjóðA BlóðgevAdAgur
í miðlahúsinum
www.sosialurin.fo
Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01
post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo
Í sambandi við Altjóða Blóðgevadagin
hósdagin 14. juni skipar Felagið
Blóðgevi fyri hugnaløtu í miðlahúsinum
hendan dagin kl. 19.30
Bjarni á Steig, yvirlækni og serlækni í blóðsjúkum
heldur fyrilestur um blóðgávu og um, hvat blóðið
kann nýtast til í viðgerðini av ymiskum sjúkum
Starvsfólk í blóðbankanum greiða frá, hvussu
blóðgáva fer fram, og hvussu blóðið verður
viðgjørt í bankanum
Eisini verða nøkur hagtøl frá blóðbankanum
løgd fram
Sum undirhald verður
sangur og tónleikur.
Nýggir blóðgevar fáa høvi til
at melda seg til. Tiltakið kostar
einki, og Felagið Blóðgevi
vónar at nógv fólk møtir á
fund
Tvey ferðsluóhapp í gjárkvøldið
Eitt álvarsligt ferðsluóhapp hendi inni í Eysturoynna í gjárkvøldið, men lukkutíð kom eingin til skaða.
Mynd: Símun Abrahamsen
Klaksvíkar kommuna og
Svínoyar kommuna hava
gjørt ein sáttmála um at
leggja kommunurnar saman
frá næsta valskeiði. Tað
visti Útvarpið at siga mána
dagin.
Um tríggjar vikur verður
borgarafundur í Svínoy um
samanleggingina, og síðani
skal fólkaatkvøða verða í
oynni.
Eldrasambýlið, sum skal
byggjast í Svínoy, er bein
leiðis orsøkin til, at komm
unan nú verður partur av
Klaksvíkar kommunu, sigur
Eyðun Jacobsen, borgar
stjóri í Svínoy, við Útvarp
ið.
Borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn Jacobsen, vænt
ar, at Norðoyggjar verða
ein kommuna um ikki so
langa tíð.
Svínoy á veg til
Klaksvíkar