Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 13. juni 2007 29 sundalagsstevna so til tað. Men tú kanst ætla, at systrar mínar smílt­ ust við, tá eg segði teimum tað. ­ “Ja, hatta er akkurát tú”, søgdu tær brosandi við meg. “Tú eigur jú minst 50 skógvapør heima við hús!”, greiðir Eydna brosandi frá. Á skógvamessu við dóttrini Eftir at avgerðin um skógva­ handilin umsíðir varð tikin, var bert eitt eftir at gera: At fara í gongd. Eydna fekk loyvi til grundøki. Næsti steðgur var hjá Norðsetur í Hvalvík, sum fekk til uppgávu at standa fyri byggingini av skógvahandlinum á øki­ num, har hinir stóru handlar­ nir longu eru. Í februar mánaði í ár var Eydna á messu í Bellacentri­ num í Keypmannahavn fyri at hyggja eftir skóm saman við verdóttrini. Og í august fer Eydna aftur avstað á messu, fyri at fáa tað sein­ asta nýggja innan skógvar­ nar við í nýggja handil sín. Hesaferð sleppur dótturin við. ­ Eg vil hava eitt breitt úrval av skóm, men eisini skógvar sum teim ungu dáma. Tí taki eg hana við mær hesaferð, slær hon fast. Blusu og skógvar saman Spurningurin er altíð, hvussu marknaðurin sær út fyri sølu av skógvum. Men Eydna hevur sína egnu filosofi í hesum máli: ­ Skal eg taka meg sjálva sum dømi, so kann ein næst­ an altíð keypa einar skógvar til hvørja blusu. ­ Veruleikin er, at nógvir av teimum fittu summar­ skógvunum kosta ikki so nógv. Tí kanst tú altíð keypa einar bláar skógvar til eina bláa blusu, ella einar ljósa­ reyðar til eina ljósareyða blusu. ­ Tað gera nokk tey ungu eisini, haldi eg, sigur hon. Hinvegin er tað eisini ein veruleiki, at børnini slíta skógvar skjótt og vaksa skjótt burturúr teimum. Her er altíð tørvur á nýggjum skógvum til allar aldurs­ bólkar. Góða eydnu, Eydna! Nógv fremmandafólk vitjar Hvønn einasta dag koyra umleið 4000 bilar um brúnna við Streymin. Fleiri teirra steðga sum vituligt er á við Shell­ støðina á Oyrarbakka, men rættiliga nógvir leggja eisini leiðin norður um, til handlarnar á Norðskála. Hon sjálv sæð tað í sínum verandi arbeiði, og hon hoyrir onnur handilsfólk siga tað sama: Tað eru ikki bert Sundalagsfólk í handlunum. Tað er eitt sera stórt tal av fremmandafólki sum vitja her hvønn einasta dag ­ fólk tey ikki hava sæð áður, bæði úr Havn, Klaksvík, Vágum ­ allastaðni. ­ So vil eg eisini siga, at Leguhúsið í Nesvík dregur nógvar kundar hendavegin. Tá legur eru í Nesvík um vikuskiftini er sera nógv fólk í handlunum her. ­ Á Shell­støðini koyrir ísmaskinan fyri fult, og eg hoyri tey siga í hinum handlunum, at har eru nógv fremmandafólk og keypa ein slíkan leygardag. Hereftir skulu Sundalagsfólk og onnur ikki ganga í trongum skóm longur. Tey skulu ganga í skóm við lissu frá Lissuni. Skógvahandilin letur upp á Norðskála í august/ september mánað í ár. Hugskotið til navnið “Lissan” fekk Eydna einaferð seinasta summar, meðan hon var í Suðuroy. Ein svartur vøruvognur koyrdi tá framvið og har stóð “Trillan” á. - Tá kom tað til mín: Hví ikki kalla handilin hjá mær fyri Lissan. Tað hóskar so væl saman, - skógvurin og lissan. - Men hinvegin, so fái eg neyvan ráð til ein firmabil við tað fyrsta!, sigur hon við einum brosi. Enn kemur hon ikki teimum í hálvan skógv. Men tað man fara at koma! - Eg vænti, at eg fari at tára tá eg gevist á Shell-støðini. Har hevur verið gott at verið - og eg kundi fyri tað arbeitt har í 20 ár aftrat, sigur Eydna Mynd: Jens Kr. Vang