mikudagur 13. juni 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 111 - 13. juni 2007
- Tað er ringt at fáa
fólk at egna. Tó er tað
eitt sindur frægari
at fáa fólk, tá vit
rekja línur um, sigur
landformaðurin
Jóhan Hansen av
Langasandi.
Og tá er líkamikið um
báturin, sum teir egna
hjá hevur havt avbera
góðan fiskiskap.
Skúrurin
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Oyrarbakki: Tá ein tosar
við
útróðrarmenn
kring
landið, er støðan hin sama:
Tað vísir seg at gerast alt
truplari at fáa fólk at egna
stamparnar.
Ein skal ikki hava tosað
leingi við Jóhan av Langa
sandi fyrrenn ein kann
staðfesta sama veruleikan í
hesum økinum: Tað er eis
ini ringt at fáa egnarar her!
Jú, tað hevur verið eitt
sindur stríggið at fáa nóg
mikið av egnarum.
Hjá okkum er tí mest tal
an um eldri menn. Tað
unga, tað sært tú slett ikki,
sigur Johan.
Inni í egningarskúrinum
er tann elsti maðurin um
tey áttati. Tann yngsti ein
tannáringur.
Seinasta egningin
Hóast veðrið var av tí fagr
asta henda hósdagin á
Oyrarbakka, helt tað ikki
monnum aftur í at gera sítt
arbeiði til lítar.
Inni í egningarskúrinum
á havnarlagnum vóru teir
hesa løtuna í ferð við at
rekja línur um. Hesa løtuna
var altso ikki egning á
skránni.
At rekja eina línu um
merkir stutt sagt, at rætta
húkarnar av, reinsa teir fyri
agn og koyra teir upp á
stokkar aftur.
Hugagóðir stóðu teir og
gjørdu hetta arbeiðið, væl
vitandi um at hetta verður
ein av teimum seinastu
arbeiðsdøgunum á hesum
sinni kanska enntá tann
seinasti!
Menn tosa um at fara í
summarferiu, so tað verða
neyvan nógvir arbeiðsdagar
aftrat, greiðir Johan frá.
Gunnvá er útgjørd bæði
við vanliga egndum línum,
og línum við stokki og sum
verður egnd umborð á báti
num.
Teir hava einar 100 stamp
ar av hvørjum.
Akkurát fyri olju
Hesin egningarskúrurin hjá
Gunnvá er væl gjørdur og
væl útgjørdur eisini. Henda
dagin vóru teir seks mans
til arbeiðis, men her er pláss
til so mangar sum 12
mans.
Vanliga eru vit einir átta
mans til arbeiðis, sigur
Johan.
Í seinastuni hevur útróð
urin verið heldur smáligur.
Tað er so sum Johan sigur:
Vit hava akkurát kneykrað
eini 50 pund uppá stampin.
Tað er alt ov lítið. Tað er
lítið meiri enn fyri útreiðsl
urnar!
Teir skulu annars ikki
klaga um fiskiskap, men
henda seinasta hálvan ann
an mánaðin er fiskiskapurin
minkaður rættiliga nógv.
Fiskarí
Gongst sum ætlað verður
byrjað aftur um hálvan
august.
Men hinvegin, blívur
fiskarí so starta vit sjálvandi
áðrenn, slær Johan fast.
Tá Johan hyggur aftur á
hetta farna árið, kann hann
ikki annað enn lata væl at
útróðrinum.
Tað er bert í seinastuni
at tað hevur verið sera slakt,
sigur hann.
Teir eldru rekja línu
Tað hevur verið
eitt sindur
stríggið at fáa
nóg mikið av
egnarum. Talan
er mest um eldri
menn. Tað unga
sært tú slett ikki
Verður fiskarí, so
byrja vit sjálvandi
áðrenn
- Í seinastuni hevur
fiskiskapurin ikki verið so
góður, sigur Jóhan Hansen (í
gulum sjóklæðum) sum - til
heiðurs fyri myndamannin
- hvílir seg eina lítla løtu
Mynd: Jens Kr. Vang
sundalagsstevna
Vit ynskja øllum eina góða
sundalagsstevnu
shellstøðin við streymin
FO-450 Oyri · Telefon 422255 · Fax 422481
Vit haVa
• eingangsgrillir og kol
• nýtt breyð hvønn dag
• sera góðar soft Ice
1 franskur hotdog &
1 Faxe Kondi
fyri kr. 30,-
1 beefdog &
1 Faxe Kondi
fyri kr. 30,-