mikudagur 13. juni 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 111 - 13. juni 2007
sundalagsstevna
Um vikuskiftið verður Sunda
lagsstevnan í Hvalvík. Er tað
nakað sum savnar fólkið í økinum
man tað vera fótbóltsfelagið EB/
Streymur
Fótbóltur: Hetta felagið fer eisini at gera
vart við seg um vikuskiftið - bæði á vølli
og uttanfyri vøllin.
Í fyrsta lagi er talan um ein dyst í For-
mula-kappingini leygarkvøldið. Tá hittast
tvey lið í hvør sínum enda á stigatalvuni -
EB/Streymur og KÍ.
Umframt tey trý stigini sum standa uppá
spæl í dystinum, verður eisini spælt um eitt
steyp til ognar.
Sunnudagin kl. 15, tá dystir vanliga
verða leiktir, verður eingin dystur. Hinvegin
fer ein hending fram á vøllinum, sum fer at
verða fótbóltinum at gagni í framtíðini.
Tá fer nevniliga borgarstjórin, Heðin
Zachariasen at handa fótbóltsfelagnum
nýggja felagshúsið við vøllin,
Í hesum sambandi fer hann sjálvur og
Asbjørn Djurhuus, formaður í trivnaðar-
nevndini í Sunda kommunu at halda røðu.
Hetta tiltakið endar kl. 18.
sb.
Alt tilfAr
til nógvar góðar løtur
opið er leygardag 11-14
annars eftir avtalu.
Ítrivskurvin
Oyrarvegur 3 · 450 Oyri
tel 21 33 38 · 310890 · 222079
itrivskurvin@post.olivant
– keyp meira
fyri minni
Fix't
(har Stanley var)
tlf. 42 28 18
Í Samband við
Sundalagsstevnuna:
Fríggjadagin 16.06 og Leygardagin 17.06,
lata vit 20% av allari vøru.
Fríggjadagin er opið frá kl 11.00-19.00
Leygardagin er opið frá kl 10.00-17.00
Kom inn á gólvið og síggj okkara stóra
úrvæl av undirklæðum, smykkum,
hárprýði og ymiskt annað til kvinnuna.
FiX´T á Norðskála
Steyp og handan av fótbóltsvølli
Jana setur stevnuna
Hvalvík: Á summum stevnum er vanligt at tær verða settar beint undan kappróðr-
inum.
Á Sundalagsstevnuni í Hvalvík verður stevnan sett longu fríggjakvøldið kl. 19.
Tað verður bygdaráðslimurin úr Hvalvík, Jana Mouritsen sum fer at seta stevn-
una.
Við hetta høvið spælir Eiðis Ljómfelag.
sb.
Tobbi talar á midnátt
Hvalvík: Eingin stevna uttan eina samkomu á midnátt.
Soleiðis verður eisini í Hvalvík, har løgtingsmaðurin, Torbjørn Jacobsen fer at
halda røðu.
Aftaná hetta verður fýrverkarí. sb.