mikudagur 13. juni 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 13. juni 2007
Stutt Sagt
Eingin
skipað
andstøða
Aftan á tann borgarliga
sigurin á fyrra umfari av
franska
tjóðartingsvali
num seinasta vikuskiftið
ætlaði sosialistaleiðarin,
Segolene
Royal,
at
andstøðan skuldi taka seg
saman fyri at standa
sterkari á seinna val
umfari, sum verður tann
24. juni. Men í gjár
kunngjørdi
leiðarin
í
miðflokkinum, Francois
Bayrou, at hann tekur ikki
undir við hugskotinum
hjá
Royal.
Francois
Bayrou stillaði upp á
forsetavalinum
herfyri,
men tapti í fyrra umfari,
og hann hevur eftir øllum
at døma ongan hug at
royna
seg
ímóti
tí
borgarliga vonginum hjá
Nicolas Sarkozy, forseta
eina ferð afturat longu
nú.
Misbrúkti
sjúkrabil
Gustavo Selva er farin frá
sum senatorur í Italia,
eftir at tað bleiv avdúkað,
at hann hevði misbrúkt
sína støðu sum limur í
senatinum í Rom. Fyri
nøkrum døgum síðani
kom fram, at Gustavo
Selva hevði biðið ein
sjúkrabil koyra seg til eina
sjónvarpsstøð, tí sjón
varpið
skuldi
hava
samrøðu við hann. Tað
vóru sera nógvir bilar í
gøtunum hendan dagin,
men við einum ýlandi
sjúkrabili kom senatorurin
fram til ásettu tíðina. Men
slíkt gongur ikki, og í gjár
kunngjørdi tann 80 ára
gamli senatorurin, at hann
hevði sagt tingsessin frá
sær.
35 ára
fongsul
STkrígsbrotsmannadóm
stólurin fyri gamla Jugo
slavia hevur dømt fyrr
verandi
serbiska
upp
reistrarleiðaran í Kroatia,
Milan Martic, 35 ára
fongsul
fyri
ymisk
brotsverk undir borgara
krígnum á Balkan fyrst í
nítiárunum. Tann 52 ára
gamli Milan Martic varð
millum annað dømdur
fyri morð og píning og
fyri at hava rikið kroatar
og muslimar frá húsi og
heimi.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit hoyra bara spreingingar og skot. Vit sleppa
ikki út at keypa, og børnini eru í einum rúmi
(kvinna í Gaza)
útlond
Bardagarnir í Gaza
millum palestinsku
felagsskapirnar
Hamas og Fatah
hava kostað næstan
40 mannalív. Í fleiri
førum er talan um
beinleiðis avrættingar
Í gjár varð Fatahleiðarin
Jamal alJedyan jarðaður í
einari flóttafólkalegu har
norðuri í Gazageiranum,
eftir at skyldfólk hansara
høvdu funnið líkið av
honum uttan fyri húsini,
har hann búði. Eygnavitni
vistu at siga frá, at nakrir
vápnaðir menn úr Hamas
vóru komnir til húsini,
høvdu togað Fatahleiðaran
út í tún og skotið hann.
Sambært læknunum var
hann skotin 35 ferðir.
Jamal alJedyan var ein
av teimum 17, sum lótu lív
í gjár í bardøgunum millum
Hamas og Fatah í Gazageir
anum. Fyrradagin doyðu 19
onnur, og eingin verðyr
eirdur. Í gjár royndi Fatah at
beina fyri Ismail Haniyeh,
forsætisráðharra, sum er úr
Hamas, og løtu seinni skutu
Hamaslimir eftir einum
húsum
hjá
Mahmoud
Abbas, forseta, sum er úr
Fatah. Hvørgin teirra var
við hús.
Bæði Abbas og Haniyeh
hava biðið sínar vápnaðu
viðhaldsmenn leggja vápn
ini beinanvegin, men higar
til til fánýtis. Tvørturímóti
er líkt til, at Hamas hevur
sett sær fyri at styrkja sína
støðu í Gaza, tí felags
skapurin hevur tikið minst
tvær støðir hjá Fatah og
miðvíst beint fyri Fatah
leiðarum.
Mannarættindafelagsska
purin Human Rights Watch
segði í gjár, at hvørki Fatah
ella Hamas virða altjóða
mannarættindini, og at fleiri
krígsbrotsverk eru framd í
Gaza teir seinastu dagar
nar.
Teir vápnaðu bólkarnir
hava brotið altjóða manna
rættindalógir fleiri ferðir,
segði Sarah Leah Whitson,
talskvinna hjá HRW, við
Reuters.
Líkist mest borgarakríggi
Hamas-limir við maskinbyrsu og gekkaskorti í gøtunum í Gaza í gjár
Ísraelski
arbeiðaraflokkurin
hevur fingið nýggjan
formann, men tað er
ein gamal leiðari, sum
kemur afturíaftur
Við 51,3 prosentum av
atkvøðunum hava limirnir í
ísraelska
arbeiðaraflokki
num gjørt av at velja Ehud
Barak til floksformann. Hitt
valevnið, fyrrverandi fregn
artænastuovastin
Ami
Ayalon, fekk 47,4 prosent.
Ehud Barak loysir Amir
Peretz av í formansstólinum
í arbeiðaraflokkinum. Per
etz, sum er verjumálaráð
harri í stjórnini hjá Ehud
Olmert, varð valdur til
floksformann í november í
2005 og skuldi leiða flokkin
til valdið á valinum í mars í
fjør. Men blóðproppurin hjá
Ariel Sharon gjørdi, at
valstríðið bleiv ikki sum
ætlað. Í seinastuni hevur
Peretz verið fyri hvøssum
atfinningum, tí hann sum
verjumálaráðharri má átaka
sær ein stóran part av, at
ísraelski herurin fekk stórar
trupulleikar í Suðurlibanon
seinasta summar.
Ehud Barak er ein gamal
kenningur
í
ísraelskum
politikki. Hann var forsætis
ráðharri frá mai í 1999 til
mars í 2001, og tað var
hann, sum í 2000 gjørdi av
at taka ísraelska herin úr
Suðurlibanon eftir átta ára
herseting.
Ehud Barak, sum er
gamal generalur, var millum
teirra, sum vildu hava Ehud
Olmert, forsætisráðharra at
leggja frá sær orsakað av tí
miseydnaða krígnum við
Hizbollah í fjør. Politiskir
eygleiðarar í Tel Aviv vænta
nú, at Olmert fer at biðja
Barak
um
samstarv
beinanvegin, og at hann fer
at bjóða honum okkurt
týðandi ráðharrastarv.
Nýtt og gott gamalt í Ísrael
Ehud Barak varð stórliga fagnaður aftan á formansvalið í gjárkvøldið
36