Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 111 - 13. juni 2007 - Mær hevur altíð dámað skógvar væl. Tja, eg haldi meg hava ein veikleika fyri skógvum, sigur Eydna Johansen av Streymnesi. Seinni í summari ger hon áhuga og dreym sín til veruleika: Skógvahandilin Lissan letur upp á Norðskála. Handilin Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðskáli: Hon hevur arbeitt í samfull 20 ár á Shell-støðini á Oyrarbakka. Men um ein mánað er hetta liðugt. - Eg havi sagt upp, tí nú ætli eg at byrja fyri meg sjálva, sigur ein bjartskygd Eydna við Sosialin. Á handilsøkinum á Norð- skála eru longu fleiri handl- ar, men tá komið er nakað út á summarið letur enn ein handil upp – skógvahandilin hjá Eydnu. Í farnu viku var sokkulin stoyptur, og ein av fyrstu døgunum verður handils- bygningurin settur upp. - Eg havi havt 20 góð ár á Shell-støðini, og eg hevði saktans kunnað arbeitt har í 20 ár aftrat. - Eg vænti, at eg fari at tára tá eg fari. 20 ár eru ikki tað sama sum 20 dagar, sært tú, sigur Eydna. Hon hevur ikki langa tíð til eitt prát við Sosialin. Hon skal eini ørindi til Havnar. Í Timburhandilin. Alt at fáa Eydnu hevur sum nevnt altíð dámað væl skógvar, og sjálv eigur hon eitt ótal av skógvapørum heima við hús. Nú ætlar hon ístaðin, at hetta áhugamálið skal ger- ast handilsliga framtíð henn- ara við nýggja skógvahandli- num í Sundalagnum. Tá hon hevur hugt seg íkring her á Norðskála, hevur hon sæð menningina hesi seinastu árini. Her finst í dag ein hópur av handlum og tænastum sum hoyra einum slíkum øki til: Her eru handlar, har ein millum annað kann keypa máling, mat, klæðir, fáa sær hárið gjørt og mangt annað. Her er haraftrat ein mat- stova, frisørsalong, peninga- stovnar, og seinni kemur ein bygningur aftrat til fleiri smærri handilseindir. - Ja, ein fær nærum alt her í økinum - alt, uttan skógvar!, slær Eydna fast. 50 skógvapør heima At seta eina slíka ætlan í verk, krevur umhugsan. Og tað hevur Eydna eisini gjørt. Frammanundan hevði hon hugsað um at fara undir eitthvørt handilsligt virk- semi. Tá henda avgerðin fyrst var tikin einaferð í fjør heyst, var næsti spurning- urin, hvat slag av handli, talan skuldi verða um. - Her komu skógvarnir fram fyri meg. Og tað bleiv Lissan fer til skógvarnar Tú kanst ætla, at systrar mínar smíltust við, tá eg segði teimum tað. “Ja, hatta er akkurát tú”, søgdu tær brosandi við meg. “Tú eigur jú minst 50 skógvapør heima við hús! Veruleikin er, at nógvir av teimum fittu summar­ skógvunum kosta ikki so nógv. Tí kanst tú altíð keypa einar bláar skógvar til eina bláa blusu, ella einar ljósareyðar til eina ljósareyða blusu – Eg havi altíð havt ein veikleika fyri skóm, sigur Eydna Johansen. Í skógvahandli sínum ætlar hon at hava eitt breitt úrval av skógvum Mynd: Jens Kr. Vang sundalagsstevna