mikudagur 13. juni 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Lærarastørv og starv sum
stuðul í Skála skúla
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2007:
• 2 tíðaravmarkað størv, fulla tíð, vegna avlopstímar,
lækkað tímatal, serligan tørv
• 1 tíðaravmarkað starv, uml. fulla tíð, vegna serligan
tørv. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept.
• 1 starv sum stuðulsfólk 10 tímar um vikuna til
næming við serligum tørvi.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarv við lærarar
skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• eru við til áhaldandi at menna skúlan
Harafturat skulu lærararnir hava førleika at
átaka sær:
• undirvísa gentum og dreingjum í ítrótti og svimjing.
• undirvísa í náttúru/tøkni og alis-/evnafrøði
• undirvísa í tónleiki og evning
• annars átaka sær undirvísing í øðrum lærugreinum.
• flokslærarauppgávuna
Førleikakrøv
Læraraútbúgving og helst linjulestur ella samsvarandi
førleika í nevndu lærugreinum.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv,
uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumanna-
settur lærari frammanundan.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 – 27.4
Starvið sum stuðul verður lønt sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsøknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera
fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25.
juni kl. 16.00.
Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrstalæraranum
Hans Jákup Andreasen á tlf. 442118 ella 586005.
Skálavegur 194 · FO-480 Skála
Tlf. 441368 · Fax 441360
skalask@post.olivant.fo
www.skulin.fo/ska
Kassafólk
Søkt verður eftir fólki at passa kassan og
fylla vørur upp fyrrapartar og seinnapartar,
aðruhvørja viku og annanhvønn leygardag,
at byrja beinanvegin ella smb. avtalu.
Pf. Johannes Andreasen · Grønlandsvegur 16
Tel. 31 20 87 · ja@post.olivant.fo
søkir eftir
lærara
Talan er um fast starv á:
• Maskindeildini
Vit vænta, at tú hevur:
• sveinabræv innan økið
• evni og hegni at arbeiða við ungdómi
• viðkomandi starvsroyndir
• hollan og dagførdan kunnleika innan økið
Fyrimunur er, um tú hevur víðari útbúgving og
teldukunnleika.
Vit bjóða:
• eitt spennandi og avbjóðandi starv, saman
við royndum starvsfeløgum
• møguleika fyri dagføring og eftirútbúgving
innan økið
• løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og FTL.
Tú:
• skal senda umsókn við upplýsingum um
útbúgving og royndum innan 21. juni 2007
til:
Tekniska Skúlan í Tórshavn
Postrúm 3239,
110 Tórshavn
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú
venda tær til:
Helga Mortensen, deildarleiðara á maskin
deildini tlf. 308050
Starvið, sum umfatar undirvísing av maskin
smiðum og SITnæmingum, skal setast 9.
august 2007. Fyrstu 2 árini eru royndartíð,
har tú, sum settur/sett verður í starv, má vera
til reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður
seg námsfrøðiliga ella aðra førleikagevandi
útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur/
sett í fast starv.
Maskindeildin tekur sær av undirvísing av maskinsmiðum
og SITnæmingum. Á deildini starvast 6 lærarar og ein
verkvørður
Eisini undirvísa lærararnir á eftirútbúgvingarskeiðum og í
ávísan mun víðari útbúgvingum, sum skúlin hevur.
Lærarastørv í Runavíkar
kommunuskúla
Til skúlaárið 2007/08 verður søkt eftir 9 lærarum
at byrja 1. august 2007.
• 3 lærarum í fast starv
• 6 lærarum í tíðaravmarkað fulltíðarstarv
skúlaárið 2007/08 fyri lærarar í farloyvi.
• 1 lærara í tíðaravmarkað parttíðarstarv
skúlaárið 2007/08 (u.l. 12 – 14 tímar) fyri
tímaniðurskurð hjá lærarum.
Søkt verður eftir lærarum, sum kunnu lesa tímar í
m.a. Innskúlingini, miðdeildini, framhaldsdeildini
og í serstovunum.
Umsøkjararnir mugu hava førleika at átaka sær
eina ella fleiri av hesum lærugreinaøkjum: máli,
støddfrøði, ítrótti, kunningarlærugreinunum,
handaligu lærugreinunum, bókasavn og at
arbeiða við næmingum við breki.
Vit vænta, at tú
• ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri
toymissamstarvi
• í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera
við til áhaldandi at menna skúlan
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið eru allir skúlarnir, sum hoyra til
Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga
at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4
sambært avtalu millum Fíggjamálaráðið og
Føroya Lærarafelag. Størvini eru treytað av, at
tímajáttanin heldur.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum
ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 15. juni 2007, kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund Lam
hauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella
Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 &
221363.
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár um
463 næmingar og um 55 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um
okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks
RunavíkaR
kommunuskúli
Glyvravegur 10a · FO 625 Glyvrar
Tlf. 447331 · fax 447767
t-postur: rks@skulin.fo
lýsingar
...tá ið prísurin eisini er avgerandi!
Fastir, lágir prísir
Bílig og góð dekk til persónbilar, vøruvognar & jeepar
...eisini øll tey kendu
www.dek k master.fo · info@dek k master.fo · telefon 227 000
Summardekk á goymslu:
175/70-13 økonomidekk..................... 540,-
175/65-14 økonomidekk..................... 620,-
185/60-14 økonomidekk..................... 675,-
185/65-14 Bridgestone B250.............. 690,-
195/50-15 Bridgestone ER300........... 790,-
195/65-15 økonomidekk..................... 795,-
195/65-15 Goodyear Excellence....... 910,-
205/55-16 økonomidekk..................... 890,-
205/55-16 Michelin Primacy........... 1.290,-
205/40-17 økonomidekk..................... 965,-
225/45-17 økonomidekk..................... 995,-
225/45-17 Bridgestone ER300....... 1.525,-
225/40-18 økonomidekk................. 1.290,-
225/40-18 Continental Sp. Con....... 1.890,-
Send ein teldupost ella ring og hoyr nærri um júst tíni dekk!
Internet
Nr. 111 - 13. juni 2007