mikudagur 13. juni 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Brúkt flakalinja
til laks til sølu
8 skeripláss, beinpilkimaskinur,
flakavskari og div. bond.
Alt úr rustfríum stáli
Meiri fæst at vita frá
P/F Bakkafrost, tlf 405000
B a k k a f r o s t
Lýsing eftir stuðli í
farloyvisstarv til barn
við serligum tørvi
Viðareiðis Kommuna søkir eftir stuðli at byrja 16/8 2007
og árið út, til 9 ára gamlan drong við serligum tørvi.
Starvið er eftir skúlatíð uml. frá 12.30 og er umleið 17
tíma um vikuna.
Arbeiðsuppgávan er at skapað umstøður so drongurin
kann mennast kropsliga, málsliga, sosialt og mentalt.
Neyðugt er at umsøkjarin hevur bil so barnið kann koma
til ymisk tiltøk.
Vit ynskja at tú:
• brennur fyri uppgávuni
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
• vilt samstarva við foreldur, børn, starvsfelagar og
ymsar fakbólkar, ið eru knýttir at barninum.
• ert tolin
• ert áhugað/ur í at geva barninum ein mennandi
gerandisdag
Lønin verður eftur sáttmálanum millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelag og Føroya Pædagogfelag og lønt
sum pedagogur/hjálparfólk á bústovni.
Um spurningar eru til starvið, ber til at venda sær til
dagrøktarleiðarin á tlf. 588053
Umsóknin við møguligum prógvum/viðmælum skal verða
okkum í hendi í seinasta lagið 22. juni og verður send til:
Viðareiðis Kommunu
750 Viðareiði
FO- 750 Viðareiði · T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo
Tel: +298 451083 · Fax: +298 451094
Goymslulærlingur
VR-Bilar søkir eftir Goymslulærlingi (Kvinna/
Maður) til eykalutagoymsluna, at byrja skjótast
til ber.
Umsøkjarin skal helst hava FHS og fyrimunur
er um umsøkjarin hevur royndir at arbeiða við
teldum. Umsøkjarin skal vera fyrikomandi og
duga at arbeiða sjálvstøðugt.
Skriftlig umsókn skal sendast til:
VR-Bilar Sp/f
Hoyvíksvegur 61
Postsmoga 3130
FO-100 Tórshavn
Meir fæst at vit, við at venda sær til Marna Olsen
á telefon 215 099.
VR-Bilar selur bilar av merkinum Volvo, Renault og Chevrolet.
Afturat goymsluni er eisini bilasøla og persónbilaverkstaður.
Á VR-Bilum starvast í løtuni 14 fólk
Starvsfólk til
Starvsmannafelagið
Starvsmannafelagið søkir eftir starvsfólki til
umsiting felagsins at byrja eftir avtalu.
Uppgávu:
Starvsmannafelagið er í holtur við at menna
felagið og sóknast tí eftir fólki, ið við ágrýtni og
fakfelagsanda skal røkja áhugamál felagsins og
verða viðspælari hjá nevnd og tæna limum
felagsins. Tú kemur at starvast í umsiting felags
ins og eisini taka lut í dagliga umsitingarliga
arbeiði felagsins. Høvuðsdentur verður lagdur á
uppsøkjandi arbeiði, tiltøk í húsum okkara og
vera við til at stinga út í kortið framtíðarhugsjónir
felagsskapi okkara at gagni.
Førleikar:
Vit leita eftir einum starvsfólki við kunnleika til
og áhuga fyri fakfelagsarbeiði, ið eisini hevur
góð samstarvsevnir og hevur lætt at samskifta.
Kravt verður, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
og undir trýsti.
Fyrimunur er at hava umsitingarligar royndir,
góðan telduførleika, umframt góðan kunnleika
til enskt.
Setanartreytir:
Starvið er fulltíðarstarv, við møguleika fyri niður
settari arbeiðstíð. Vit bjóða eitt livandi og av
bjóðandi starv við menningarmøguleikum, har
tænasta og limarøkt er í hásæti.
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum
millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknin skal vera Starvsmannafelagnum í
hendi 1. juli 2007. Merkið brævbjálvan: Umsókn.
Meira fast at vita um starvið við at venda sær til
Gunnleiv Dalsgarð, formann felagsins á tlf.
314868.
Starvsmannafelagið
J.H. Schrøtersgøta 9
Postboks 165
110 Tórshavn.
Starvsmannafelagið er stórsta fakfelag á almenna arbeiðsmarkn
aðinum við uml. 1900 limum, sum starvast í teimum 4 sáttmálaøkjum
felagsins, Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Før
oya, S.E.V og Føroya Tele (Føroya Arbeiðsgevarafelag), felagið hevur í
dag tilsamans 116 álitisfólk á arbeiðsplássunum innan sáttmálaøkini.
Starvsmannafelagið gevur út Starvsblaðið og hevur umframt kunn
ing á heimasíðu felagsins www.starvsmf.fo. Í umsiting felagsins
starvast formaður og skrivari felagsins.
Skúlin á Trøðni
Størv til komandi skúlaár
1 lærarastarv, fast starv
1 lærarastarv, tíðarmarkað
til komandi skúlaár. Løn og treytir sambært
sáttmála hjá Føroya Lærarafelag.
1 pedagogstarv, tíðarmarkað
til komandi skúlaár. Løn og treytir sambært
sáttmála hjá Føroya Pedagogfelag.
1 starv sum hjálparfólk, fast starv
Løn og treytir sambært sáttmála hjá
Føroya Pedagogfelag.
Vit vænta tú hevur
• Útbúgving/royndir
• Góð samstarvsevni
• Førleika at arbeiða sjálvstøðugt og við
hugflogi eftir støði barnanna
• Verur við til at menna skúlan
Skúlin á Trøðni er serskúli, tekur sær av børn
um við serligum tørvi.
Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í sein
asta lagi mikudagin 20. juni 2006.
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til
skúlastjóran, Jan Christiansen, tlf. 314522
ella 280025
Skúlin á Trøðni
Frælsið 32 – Postrúm 2036 – 165 Argir
Telefon 314522 – Fax 310196
lýsingar
Nr. 111 - 13. juni 2007