Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 48

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 SAMBAND MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Seinastu 11 árini hevur BBR Service hildið til við Løkin í Runavík. Nú er fyritøkan, sum er ein bilverkstaður og bilaleigufyritøka, flutt í nýggjan virkisbygninginum á Lambareiði Bilverkstaður Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Á økinum, har sum grót­ brotið á Lambareiði fyrr helt til, var móttøka í nýggja stásiliga virkisbygninginum hjá bilafyritøkuni P/f BBR Service seinasta leygardag. Hóast nógv fólk vóru til móttøkuna, sóust tey næstan ikki aftur inni í stóra bygn­ inginum. BBR Service keypti eitt umleið 3.000 fermetrar stórt grundøki og hevur lat­ ið bygt ein bygning til virk­ semið hjá fyritøkuni, sum í høvuðsheitum umfatar bila­ umvælingar og leigubilar. Gólvvíddin á sjálvum bygn­ inginum er 500 fermetar, umframt eitt loft sum er umleið 100 fermetrar. Bilverkstaðurin er ein stór høll við fleiri portrum til bæði persónbilar og størri akfør. Annars eru kantina, skriv­ stovur, wc við brúsu og ein framsýningarhøll. Byggi­ virkið KBH Sp/f á Toftum hevur verið høvuðsarbeiðs­ takari í sambandi við bygg­ ingina. BBR Service bleiv stovn­ að í juli 1996. Stovnarar vóru Birgir Samuelsen, Bogi Rasmussen og Rógvi Rasmussen hvørs forbók­ stavir mynda navnið BBR. Fyritøkan hevur nýggjastu og mest framkomnu útgerð til umvæling av bilum, sum til dømis testara til øll bil­ merkir, bremsutestara, blue­ tooth sporitól og maskinur til dekkskift og avbalan­ sering. BBR Service hevur eisini nógvar leigubilar, bæði vanligar persónbilar, bilar til sjey persónar og vøruvognar. Fyritøkan var komin á eitt vegamót. Um vit skuldu halda áfram við virksemi okkara, varð neyðugt við betri umstøðum og størri hølum. Vit hava kundar úr allari Eysturoynni og aðra­ staðni frá við. Eisini hava vit merkt, at koyrandi er úr Klaksvík. Vit leggja stóran dent á at veita eina sera góða tænastu til viðskiftafólk okkara, bæði tá um dekksølu, um­ væling av bilum, ella bila­ leigu ræður. Vit hava altíð bestu útgerðina og halda okkum dagførdar við tí seinasta nýggja á markn­ aðinum. Ein bilverkstaður krevur nógv, serliga á tí tøkniliga økinum, sigur Bogi Rasmussen, stjóri á BBR Service, sum leggur afturat at stóri virkisbygn­ ingurin gevur møguleika fyri nýggjum tænastum. BRR í nýggj høli Bogi Rasmussen í nýggju framsýningarhølunum. Bogi er uppvaksin við bilum. Pápin, Rósing Rasmussen, hevði í mong ár bilverkstað og bilasølu í Søldarfirði og í Runavík Starvsfólkini hjá BBR Service á Lambareiði eru f.v.: Rósing Rasmussen, hjálparfólk, Símun Jóhan Samuelsen, hjálparfólk, Andras Olsen, verkførari, Djóni Højgaard, biltøkningur, Sólborg Magnussen, reingerð, Rani Rasmussen, biltøkningur, Kirstin Samuelsen, bókhald, og Bogi Rasmussen, stjóri Fýra ættarlið, f.v. Rósing Rasmussen og sonurin Bogi Rasmussen og sonur hansara Oddur Rasmussen saman við soni sínum Ari Sondum Rasmussen Halda Tausen Olsen úr Rituvík, kona verkføraran, heldur røðu Jóannes S. Hansen spældi klaver og helt eisini røðu undir móttøkuni Yvir 200 fólk vóru til móttøku leygardagin á Lambareiði Nr. 111 - 13. juni 2007