hósdagur 14. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 112 - 14. juni 2007
ur dement og einsamøll
Danir raskir lýsarar
Ein nýggj kanning, sum Interactive Advertising Bureau hevur gjørt,
vísir, at danir nýta í meðal 427 kr. árliga í lýsingum fyri hvønn
brúkara á alnetinum. Hetta visti vinnuvitan.fo at siga týsdagin. Hetta
úrslitið ger, at Danmark liggur heilt í oddinum, hvat viðvíkur
lýsingum á alnetinum. Á ovastu rók liggur Ongland við 618 kr. fyri
hvønn alnetbrúkara, meðan amerikumenn nýta 455 kr. fyri hvønn
alnetbrúkara. Háost danir liggja so ovarlaga á listanum, so heldur
FDIM, sum er felagið fyri alnetmiðlar í Danmark, at menningin innan
lýsingar á alnetinum er sera positiv í Danmark.
Føroyskt øl til flottan ølbúk
Danska Ekstra-Blaðið vil nú finna flottasta ølbúkin í Danmark. Átakið
hjá Ekstra-Blaðnum verður gjørt, nú altjóða heilsuvika er fyri
mannfólk. Snøgt sagt, so heldur blaðið, at tað er nakað tvætl, at menn
skulu eta minni kjøt, drekka minni øl, røra seg meira og viga minni. Í
myndakapping verður tí roynt at finna vakrasta ølbúkin í ríkinum, og
vinningurin er frá Føroya Bjór. Haðani lata tey nevnliga ein
eftirgjørdan ølbúk, sum er fyltur við øl. Til ber at tekna seg til
kappingina umvegis heimasíðuna, www.eb.dk
tíðir skornan á háls ella
skornan í túsund pettir.
- Og fyri henni er hetta
hvørja ferð ein ræðuligur
veruleiki. Hon krógvar seg
eisini undir dýnuni, tí hon
sær risastórar hundar og
eiturkoppar í húsunum.
Mamman hevur í meir
enn eitt ár staðið á akutta
listanum hjá Tórshavnar
Kommunu. Men dóttirin
hevur mist vónina um at fáa
nakra hjálp. Sjálvt um listin
kallast akuttur, veit hon
ikki, um hon fær pláss um
mánaðir ella ár.
Vanrøkt og
vanvirðing
Erla Maria Simonsen sigur
erliga, at um mannarættar-
dómstólurin í Haag sá,
hvussu mamma hennara
livdi, hevði hon sum dóttir
verið blakað í gegli.
- Mammusa lív er ikki
eitt lív. Men hon vil ikki
hjálpast. Hon er aktiv og
viljasterk, og hon er nokk
mest ómøgulig ímóti okk-
um nærmastu. Vit klára ikki
at hjálpa henni. Og hjá tí
almenna møta vit bara læst-
ar dyr.
Fyri einum mánað síðan
sendi
kommunulæknin
hana á statshospitalið, tí
hann metti tað vera tað ein-
asta rætta. Men hon varð
avvíst, tí hon var “bara”
dement.
- Hon fekk døgurða og
var so send heimaftur.
Kommunulæknin
royndi,
men hann hevur ikki enda-
ligu avgerðina.
Dóttirin er sera hørm um
ta viðferð, mamma hennara
fekk á sjúkrahúsinum.
- Feskur fiskur hevði ver-
ið betri viðfarin enn hon, tí
tey skuldu nokk syrgt fyri,
at hann ikki rotnaði.
Í nøkur ár hevur mamma
Erlu Mariu Simonsen havt
heimahjálp, og dóttirin sig-
ur, at heimahjálpirnar eru
fittar og hugnaligar at
snakka við, men tað er
tíverri ikki nokk.
- Nærverkið hevur sagt,
at um vit sleppa 100 pro-
sent, so lofta tey 100 pro-
sent. Men eg dugi ikki at
síggja, hvussu hetta letur
seg gera. Í dag koma heima-
hjálpirnar við døgurða og
tablettum, og aðru hvørja
viku gera tær reint.
- Mamma er mest aktiv
um náttina, og tá er hon
púra einsamøll. Vit orka
ikki at vera hjá henni, og
Nærverkið bjóðar onga nátt-
arhjálp. Eg havi ræðuliga
ringa samvitsku, men eg
veit ikki, hvat eg skal gera.
Mamma er so tung, at hóast
vit vóru frískar, høvdu vit
neyvan megna uppgávuna,
sigur Erla Maria Simonsen.
- Eg havi ringt til ellis-
heim kring allar Føroyar,
men har er ongin vón.
Kommunulæknin
hevur
roynt at hjálpt okkum, tað
nyttaði heldur onki. Tað
kennist, sum øll ljós eru
sløkt. Ongin fær hjálpt
mammu, sigur hon syrgin
Neyðarróp
Mamma Erlu Mariu Simon-
sen er sum sagt dement.
Hon tosar um at sleppa
heim, hóast hon er inni hjá
sær sjálvari. Hon biður
dóttrina hjálpa sær yvir um
vegin mitt inni í stovuni, og
hon hevur eina ósjónliga
kettu. Um náttina hevur
hon óteljandi deyð fólk á
vitjan.
- Í smá sekund er hon
klár, og tá sigur hon við-
hvørt: Eg veit, at eg eri
heima, og eg veit, at eg eri
ikki heima. Og tað er ræðu-
ligt at hava tað so.
Erla
Maria
Simonsen
sigur, at, um hon tordi,
hevði hon stilla seg mitt á
Tinghúsvøllin og skríggja,
so kroysta kennir hon seg.
- Hetta er mítt neyðarróp.
Tað er fullkomiliga ábyrgd-
arleyst, at mamma livur,
sum hon ger. Hon situr sum
fangi í egnum húsi. Og
hennara lív er ikki virðiligari
enn tað hjá fangum í kon-
sentratiónslegum,
sigur
desperata
dóttirin
um
mammu sína, sum fyrr var
ein glað, kreativ kvinna,
sum arbeiddi á telefonverki,
spældi bridge saman við
vinum og seymaði lekkur
klæði til sín og onnur.
- Mamma var eitt lívs-
stykki, ongin gjørdi mat
sum hon, og ongin dugdi so
væl at pynta seg sum hon.
Hon hevði eitt gott lív.
Í dag situr gamla konan
einsamøll í húsum sínum í
Havn. Meðan fólk tuska til
arbeiðis ella til fyrilestrar
um vøkur Eden ellisár, situr
hon í stovu sínari við eini
ósjónligari kettu, yvirvaks-
num eiturkoppum og deyð-
um vinum. Hon sær son sín
verða dripnan og vónar, at
onkur skal koma og leiða
hana heim.
Um eg tordi, hevði eg stillað meg mitt
á Tinghúsvøllin og skríggja, sigur Erla
Maria Simonsen um hjálparloysi í
samband við at hava eina dementa
mammu, sum ikki fær nøktandi hjálp