Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 112 - 14. juni 2007 Strategibólkurin fyri »Tilfeingi« hevur mong tilmæli í sínari frágreiðing um, hvussu Føroyar gerast eitt av heimsins fremstu londum í 2015. Eitt teirra er at strika orðingina »Fólksins ogn« og í staðin nýta vend­ ingina »Landsins ogn« VISJÓN 2015 Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fiskivinnan, sum er okkara høvuðsvinna, fær sum vera man nógva umrøðu í arbeiðsbólkinum fyri til­ feingi. Fyri tað fyrsta roknar bólkurin við, at talan í fram­ tíðini fer at verða um fáar eindir innan fiskivinnuna. Ikki tí, at tað er eitt endamál í sjálvum sær við fáum eind­ um, men er ein fyritreyt, ið fiskivinnan má halda seg til, og sum eitt og hvørt mál verður treytað av. Bólkurin mælir tí til, at allar forðingar fyri smidlig­ ari tillaging á økinum verða tiknar burtur, soleiðis at vinnan kann verða rikin við fáum eindum. Eftir at hava viðgjørt fiskivinnulóggávuna, kem­ ur bólkurin við fylgjandi tilmælum um broytingar: • Kravið í lógini um vinni­ ligan fiskiskap, at virk­ semi skal vera um alt landið, verður burtur­ tikið • Almenna kravið um, at tilfeingisvinnur í fyrstu atløgu skulu vera arbeiðs­ skapandi, verður burtur­ tikið • Flotin skal hava nógv betri umstøður til tøkniliga tillaging enn í dag, og avmarkandi krav til stødd á fiskiskipum skal strikast • Geva fiskivinnum betri møguleikar at laga seg til framleiðslu og meir­ góðsking • Krøv, ið forða fyri at flyta fiskifør millum vinnuøki, verða endur­ skoðað og burturtikin, har ið til ber • Útróðrarflotin skal býtast í tveir partar – ein til vinnu og ein til ítriv • Krøv, ið forða fyri flyting av veiðiorku til og úr »føroyskum« vinnuøki, verða endurskoðað og burturtikin, har ið til ber. Fleiri kanningar Ein stórur vansi innan fram­ leiðslu av fiskavørum hevur verið, at framleiðsluorkan hevur verið ov stór í mun til framleiðsluvirðið. Hetta hevur so aftur ført við sær ein sea høgan framleiðslu­ kostnað. Hetta er fyri ein stóran part studningunum í vinn­ uni fyri at takka, og tí verð­ ur mælt til, at teir studningar, sum framvegis eru galdandi, verða tiknir burtur. Hartil skal vinnan tillaga seg soleiðis, at lutfallið millum framleiðsluorku og fram­ leiðsluvirði verður nøkt­ andi. Men hetta er kortini ikki nóg mikið. Ein sera stórur trupulleiki seinastu mongu árini hevur verið ósemjan millum granskarar, myndug­ leikar og vinnuna um, hvussu stórir fiskastovnar­ nir eru, og hvussu nógv er ráðiligt at fiska av hvørjum stovni. Fyri at samansjóða hesar ymsu meiningar á frægasta hátt verður mælt til, at fiski­ rannsóknir og fiskigransk­ ing verður trífaldað. Eisini skulu fiskiskipini dragast meiri inn í rannsóknirnar við at hagtøl og annað í samband við eftirlit verða munandi meiri útgreinað, samstundiks sum hesi kunnu gerast grundarlag undir rannsóknararbeiði­ num. Mælt verður til, at tvey rannsóknarskip verða útvegað aftrat, og at orkan, sum í dag verður nýtt til rannsóknararbeiði, verður trífaldað eins og roknast má við, at kostnaðurin fylgir hesum. Samstundis er tað tó neyð­ ugt, at vinnan sjálv sær tað neyðuga í hesum og er við til at fíggja rannsóknarar­ beiðið saman við tí almenna. Eisini verður nevnt, at granskingin er avgerandi fyri okkara rætt­ indum sum strandaland at fiska í Norðuratlantshavi, men her verður kortini ikki nevnt eitt orð um søguligu rættindini, sum kortini viga tyngst í so máta. Eitt annað, sum strategi­ bólkurin finst at, er orðingin í fiskivinnulógini, »fólksins ogn«. Sagt verður í frágreið­ ingini: »Orðingin »fólksins ogn« hevur mangan nervað almenna kjakið, og onkuntíð hevur spurnartekin verið sett við, um tað almenna hevur fríar heimildir at virka og taka avgerðir um tilfeingið grundað á hesa orðing. Hesin ivi verður burtur, um orðingin verður broytt til »landsins ogn««. Tiltøk neyðug Fiskivinnupolitikkurin hev­ ur í mong ár miðað ímóti at avmarka talið á loyvum og hetta hevur í stóran mun ført við sær, at loyvini eru savnað meiri og meiri á fáum hondum. Hetta hevur ført við sær, at tað hevur verið trupult hjá nýggjum kreftum at sloppi framat. Og hesum verður mælt til at byrgja upp fyri. Og tað verður á besta hátt gjørt við at selja fiskirættindini javn­ an, og at ognarrætturin varir í avmarkað tíðarskeið. Við øðrum orðum ein loyvis­ banka. Bólkurin hevur eis­ ini okkurt hugskot um, hvussu hetta kundi verið gjørt. Bólkurin sigur: »Í stuttum verður mælt til at seta í verk hesi tiltøk fyri at fáa varandi tilfeingisrentu, ið ber seg og fyri at gera sum minst skaða á um­ hvørvið: • Allar beinleiðis studnings­ skipanir skulu støðugt minka • Munandi størri fíggjarlig orka skal verða tøk til gransking og fiskirann­ sóknir. Vinnan er bein­ leiðis við í at fáa hesa orku til vega • Fiskirannsóknir og gransking skulu verða náttúrligur partur av van­ ligum fiskiskapi • Lógargrundarlag skal tryggja, at vinnan útflýggjar myndugleikum tilfar til at styrkja vitanina um fiskastovnar og veiði­ orku • Sett verður í verk nýggj skipan fyri sølu av fiski­ rættindum, sum skal tryggja betri atgongd og betri framleidni (produk­ tivitet) Niðurstøðan er, at skipan eigur at verða sett í verk, sum hevur við sær regluliga sølu av rættindum. Ein slík skipan fer at tryggja landi­ num bestu inntøkur, og støddin á somu inntøkum er beinleiðis knýtt at til­ feingisrentuni, sigur stra­ tegibólkurin fyri tilfeingi um framtíðar fiskivinnu­ politikk. Budam í Sjónleikarhúsinum Leygarkvøldið kl. 21 verður stór konsert í Sjónleikarhúsinum í samband við at nýggja fløgan hjá Budam, “Stories of devils, angels, lovers and murderers,” kemur út. Har vera ikki færri enn tíggju tónleikarar á palli í senn. Teir vera, umframt Budam sjálvan, Magnus Johannessen, Rógvi á Rógvu, Mikael Blak, Kim Hansen, Nikolas Kapnas, Ólavur Olsen, Heini Ragnarson, Ása Wraae Olsen og Margreta á Rógvu. Fyri kortum spældi Budam á Spot festivalinum í Danmark, og her gav Gaffa honum fimm út av seks møguligum stjørnum fyri framførsluna á festivalinum. Budam spældi annars á bæði Asfalt og G! Festivalinum í fjør. Grønland keypir partabrøv Tað er ikki óhugsandi, at grønlendska heimastýrið fer at keypa tey partabrøvini í flogfelagnum Air Greenland, sum SAS ætlar sær at selja. SAS eigur 37,5 prosent av partapeninginum í Air Greenland, men Hans Enoksen, landsstýrisformaður, sigur við útvarpið í Nuuk, at heimastýrið vil fyrst hava at vita, hvat partabrøvini eru verd. Heimastýrið eigur longu part í Air Greenland, men vil fegið hava størri ávirkan á felagið. Burtur við »Fólksins ogn« Ein stórur vansi innan framleiðslu av fiskavørum hevur verið, at framleiðsluorkan hevur verið ov stór í mun til framleiðsluvirðið. Hetta hevur so aftur ført við sær ein sea høgan framleiðslukostnað. Mynd: Tilvildarliga vald