hósdagur 14. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 112 - 14. juni 2007
Gamal hvalur
Grindamenn í Alaska gjørdust ikki sørt kløkkir, tá teir
fyri nøkrum døgum síðani funnu oddin á einari harpun í
einum stórhvali, sum teir júst høvdu veitt. Kanningar
vístu, at oddurin er meiri enn 100 ára gamal, og at hann
hevur sitið í hvalinum síðani eina ferð í 1890-árunum.
Granskarar hava ofta havt ilt við at staðfesta aldurin á
stórhvali, men hesaferð halda teir, at grønlandshvalurin
við oddinum er millum 115 og 130 ára gamal.
Arbeiða uppá bingjuhavnina
Kollfirðingar hava í fleiri umførum víst sína ónøgd við bingjuhavnina,
sum Tórshavnar kommuna hevur ætlað at gjørt á Oyrareingjum, men nú
er arbeiði uppá bingjuhavnina byrjað. J&K Petersen er farið í holt við at
rudda økið á Oyrareingjum, sum ætlandi skal nýtast til goymslupláss.
Hetta sigur heimasíðan, www.torshavn.fo. Ein boriflaki hjá J&K
Petersen er eisini komin at liggja út fyri ífyllingini, og Leivur Hansen,
formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at økið skal
bæði slættast og asfalterast. Bleyti botnurin út fyri ætlaðu atløgusíðuni
skal eisini reinsast, so bleyta tilfarið verður ført eystur millum Stong og
Eystnes, har tað verður slept aftur.
Eg havi sum aðalmál,
at har er eri, skal eg
vera fult og heilt. Og
har eg fari úr, fari eg
úr fult og heilt, sigur
Klaus Rasmussen
um avgerð sína, at
selja fyritøkuna til
starvsfólkið
EIGARASKIFTI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú skal Klaus Rasmussen,
statsautoriseraður
grann-
skoðari,
royna
nýggjar
leiðir. 1. juli fer grannskoð-
aravirkið, sum hann eigur
meginpartin av, í summar-
frí.
Ella rættari sagt: átti meg-
inpartin av. Tí í sambandi
við, at Klaus við familju
flytir til Danmarkar í summ-
ar, fer hann frá sum stjóri í
felagnum, samstundis sum
hann hevur selt sín part í
fyritøkuni.
– Eg havi hugsað um
hetta í eina drúgva tíð, men
so leingi sum eg var einasti
statsautoriseraði grannskoð-
ari í virkinum, bar jú ikki til
at fara nakran veg. Nú er
Hans Laksá útbúgving sum
statsautoriseraður
grann-
skoðari, so nú er stundin
komin, sigur Klaus Rasmus-
sen.
Klaus kom til Føroya fyri
25 árum síðani sum nýút-
búgvin cand.polit, og Carl
Wilhelm Weihe, var einasta
fyritøka, sum vildi geva
honum starv, sum Klaus
sjálvur málber seg. Men
har hevur hann trivist ógvu-
liga væl, og hann gjørdi
seinni av at taka útbúgving
sum
statsautoriseraður
grannskoðari
samstundis
sum hann røkti starvið sum
grannskoðari.
Tá henda útbúgving varð
lokin í 1993, gjørdist hann
partnari og samstundis eis-
ini stjóri saman við C. W.
Weihe. Og tá hesin so and-
aðist í 1995, gjørdist Klaus
einsamallur stjóri í fyritøk-
uni.
Starvsfólk eiga
Klaus Rasmussen sigur, at
hansara aðalmál hevur altíð
verið, at har hann er, er
hann fult og heilt, og tí er
tað púra náttúrligt, at nú
hann fer frá Rasmussen &
Weihe, so fer hann fult og
heilt. Og tað merkir, at hann
valdi at selja fyritøkuna til
starvsfólkið, sum fer at reka
hana víðari.
Nýggi
stjórin,
Hans
Laksá, sigur, at hann, saman
við starvsfólkunum, sum í
dag eru um tey 30 í tali,
fara at reka fyritøkuna eftir
sama leisti sum higartil.
Spurdur, um tey, nú Klaus
Rasmussen er farin úr fyri-
tøkuni, fara at broyta navnið
á
grannskoðaravirkinum.
Men tað er ivasamt.
– Vit hava ikki tosað um
hetta enn. Tað hevur verið
so nógv at tikist við í sein-
astuni, at vit ikki rættiliga
hava havt stundir at umrøtt
eitt navnaskifti. Men navnið
er
eftirhondini
rættiliga
kent millum fólk, so tað
verður í hvussu er ikki her
og nú, at tað verður broytt,
sigur Hans Laksá, sum tek-
ur við stjórastarvinum 1.
juli, tá Klaus Rasmussen
fer frá.
Rasmussen & Weihe hava
annars móttøku í sambandi
við stjóraskiftið fríggjadagin
millum klokkan 15 og 18.
Klaus selt Rasmussen & Weihe
Hans Laksá verður nýggjur stjóri í grannskoðaravirkinum Rasmussen & Weihe frá fyrsta juli í ár at rokna
Klaus Rasmussen skal nú royna nýggjar leiðir á flatlondum,
og fer tí frá sum stjóri í Rasmussen & Weihe, samstundis sum
hann selur fyritøkuna til starvsfólkið