Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 112 - 14. juni 2007 Sosialurin Virkin ellisár Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Blokkstuðulsskipanir og útjavningarskipanir eru dagligdagur hjá 480 mió. ES-borgarum har fleiri ES-lond lata meira stuðul enn tey fáa. Serliga útjaðaraøki og fiskivinnutjóðir sum eitt nú Spania, Portugal og Írland fáa væl meira stuðul enn tey lata Hóast nøkur av ES- londunum teljast millum ríkastu lond, so eru øki í ES, har búskapurin ikki megnar at fylgja við restini. Tí hava ES-londini sett ein økispolitikk í verk, ið hevur til endamáls at flyta tilfeingi úr teimum ríkaru økjunum til tey, ið hava eitt lægri livistøði. Talan er um eina blokkstuðulsskipan, á sama hátt sum vit kenna hana í okkara ríkisfelagsskapi. Árini 2000 til 2006 vórðu umleið 213 milliardir evrur (umleið ein triðingur av ES- fíggjarlógini) nýttar til hetta endamálið, og árini 2007 til 2013 er talið sett til 308 milliardir evrur. ES-limalondini rinda eitt limagjald til ES, sum er ásett eftir hvussu stórar inntøkur tað einstaka landið hevur. Men útjavningarstuðulin verður goldin eftir tørvi. Vit tosa sostatt um eina solidariska skipan. ES-londini, eins og ríkisfelagsskapurin, ásanna, at tað er vinningur fyri allar partar, at gjógvin millum rík og fátæk lond / landslutir smalkar. Nógvar orsøkir kunnu vera til ójavnan ímillum økini í ES. Geografisk frástøða, sosialar og búskaparligar broytingar, ella kanska ein samanblanding av báðum. Avleiðingarnar fyri økini verða ofta sosialir trupulleikar, verri útbúgvingar, hægri arbeiðsloysi og vánaligur infrastrukturur. Fyri okkum í Sambandsflokkinum er hetta ein væl kend skipan, eftirsum ES er ein spegilsmynd av okkara ríkisfelagsskapi. Okkara útjaðarastøða í Evropa og viðbrekni fiskivinnubúskapur skuldu eftir øllum vanligum umstøðum, havt ta avleiðing, at til dømis sjúkraviðgerðir, útbúgvingar og infrastrukturur, høvdu verið á einum munandi lægri støði enn í okkara grannalondum. Men langt áðrenn nakar ES- økispolitikkur sá dagsins ljós, vórðu politisk stig tikin, fyri at javna livilíkindini í londunum í ríkisfelagsskapinum. Hetta er grundhugsanin aftanfyri skipanina við ríkisveitingum í ríkisfelagsskapinum. Talan er um eina útjavningarskipan millum økini í ríkisfelagsskapinum, og henda útjavning skal koma øllum ríkinum til góðar. Mær vitandi sær ikki ein av hesum 480 mió. evropearunum teirra stuðulsskipan sum eina olmussu. Stuðulin verður latin og móttikin við gleði – til frama fyri samlaða felagsskapin av evropeiskum borgarum. Innanfyri føroysku landoddarnar verður eisini tosað um økisjavningarskipanir. Tosað hevur verið um at stuðla útoyggjunum, og í hesi tingsetuni hevur eisini eitt uppskot verið frá Tjóðveldisflokkinum á tingborði um eina inntøkujavningarskipan millum føroyskar kommunur. Í ES verða hundraðtals milliardir evrur nýttar til at javna búskaparliga ójavnan, so hví skal blokkstuðulin sum Føroyar fáa úr Danmark, sum tað einasta, vera ein olmussa? Sjálvandi er hetta ikki rætt. Sambandsflokkurin sigur, at so hvørt sum eitt øki verður yvirtikið eftir heimastýrislógini, so skulu vit sjálvandi gjalda tann kostnaðin sum hetta kostar. Harvið minkar inntøkan frá blokkinum við hesi upphædd. Blokkstuðul er dagligdagur hjá 480 mió ES-borgarum Sambandsflokkurin KAj LEo joHANNESEN Hvussu yvirliva vit - ið búleikast uttanfyri Tórshavn? Eru vit meira harðbalin enn havnarborgarar? Ferð eftir ferð verður rópt varskó og neyðarróp í kringvarpi og fjølmiðlum um, at vatnið er skitið í Tórshavn. Vit eru nógv uttan fyri Tórshavn, ið hava óreinsað drekkivatn og hava havt tað í øldir, men tað hoyrir tú hvørki orð ella eið um frá miðlinum.Hví? Er orsøkin, at nærum øll fjølmiðlafólk búgva ella arbeiða í Tórshavn og harvið fáa ilt í búkin? Ella eru vit minni verd í fjølmiðlaverðini enn havnarborgarar? Livst so spyrst. Tvøroyri FINNLEIF GUttESEN Ellisárini skulu vera hugnalig, innihaldsrík, trygg og virkin. Eisini hjá teimum, sum eru vorðin einsamøll, veik og óvirkin, og óansæð um tey liva heima ella á eldraheimi. Ongin ivi er um, at korini hjá teimum eldru eru batnað nógv seinastu árini. Hetta er helst eisini ein av góðu avleiðingunum av búskaparligu framgongdini, sum hevur minkað um bíðilistar av øllum slag. Starvsfólk innan alt eldraøkið eru í einari rúkandi menning, har førleikamenning, skeiðsvirksemi og eftirútbúgving eru í hásæti. Tí er tilvitanin um ein virknan og virðiligan aldurdóm eisini vaksandi. Hetta samstundis sum, at eldri fólk í alt størri mun gerast meira tilvitað um, at tey vilja hava eina virkna og frælsa tilveru. Komandi ættarlið av eldri fara ikki at góðtaka bert at vera passivir móttakarar, har sjálvsvirðingin verður parkerað í heiminum, tá tey flyta í sambýli av einum og hvørjum slag. Tey fara at krevja at intigriteturin og persónliga frælsið verður ikki skert, hóast tey hava tørv á røkt og viðgerð fyri kropsliga forfallið. Tørvurin á røktarheimsplássum er um at vera nøktaður, samstundis sum, at nógv gomul fólk fáa dagtilboð av alskyns slag. Kortini er ein stórur bólkur av eldri fólkum, sum gott nokk fáa basala tørvin nøktaðan, tey verða vaskað, fóðrað og fáa hvíld í ovurmát, men lív teirra er fullkomiliga innihaldsleyst. Her hava vit øll skyldu til at gera okkara til at draga tey gomlu inn í lív okkara. Bæði avvarðandi, grannar, vinir og starvsfólk hjá eldri medborgarum. Tak tey í hondina og við ein túr. Koyr ein biltúr til nýggjastu útstykkingina. Gev teimum eitt klemm. Í staðin fyri at bera teimum mat, far so heim til tann gamla og ger matin saman við henni ella honum. Ella send ommubørnini til ommuna á ellisheiminum, so hon kann vera barnagenta, tá tit skulu í ball ella á fund. Øll menniskju hava tørv á at kenna seg til nyttu, elskað og vird.