Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2007 13 viðmerkingar Á hvørjum ári skiftir seyðurin ullina, og tað er ein afturvendandi trupulleiki, at tað liggur nógv lesull eftir seyð­ inum, sum ikki verður tikið upp. Fuglur okkara søkir lendi fyri at leita eftir føði og kunnu tí koma fastir í lesullina. Tað kann vera til stóran ampa hjá fugl­ inum og kann í ringasta føri føra til, at fuglurin doyr. Um ullin er komin so føst í beinini at blóðrenslið ikki er nøktandi, kann fuglurin missa førleikan í beinin­ um, ella at beinið rotn­ ar. Fuglurin missir tá sín førleika at ganga og at flúgva og verður skerleikaførur. Ikki er hugaligt at koma fram á fugl, sum hevur haft um beinið, og eiheldur er lætt at fanga fuglin og hjálpa honum. Tey, sum varða av seyðinum, mugu tí hava hetta í huga, so at lesull­ in verður tikin upp. Børnini kunnu hjálpa til. Eitt gott hugskot, sum onkuntíð hevur verið frammi og tikið væl ímóti er, at skúla­ flokkar fara við lærara sínum út at taka ullina upp. Bønini kunnu fáa eina stóra náttúruuppliv­ ing av at fara út í hagan, og kundi ein kapping verið gjørd burturúr hesum. Ein áheintan til øll, sum ganga í haganum er tí at hava ein posa við sær at taka ullina upp í, so at fuglurin ikki verður fyri vanbýti. Tí fuglin eiga vit at verja. Hvat hevði náttúran verið, um fuglurin ikki var ein náttúrligur partur av henni? Lesull Diana Mouritsen Tú brigslar lærarunum á Tórshavnar Kommunuskúla fyri vantandi samskifti, og at farið verður uttanum málið frá okkara síðu og so framvegis í innslagnum í Útvarpinum mikukvøldið 13. juni um standin við umvælingini av gamla Realskúlanum. – Eg fái sum lærari á Tórshavnar Kommunuskúla ikki sagt annað enn, at handan var fúl, Heðin Mortensen! Tað er rætt, tá ið tú sigur, at tit (býráðið) eiga Kommunuskúlan; men tit eru sett at tæna áhugamálum borgaranna, og tað má sigast, at á Kommunuskúlanum eru nógvir, heilt nógvir av havnarborgarum savnaðir hvønn einasta dag. Á skúlanum eru út við 600 børn, og tað gevur eitt stórt foreldratal! – Hava hesi foreldur ikki rætt til, at teirra børn fáa so góða undirvísing sum gjørligt? Og tá ið vit sum skúli royna at ganga tíðarandanum á møti á námsfrøðiliga økinum, uppliva vit í hesum døgum, at alt hetta verður skjúgvað til viks, tí Heðin Mortensen brádliga velur at reagera uppá eitt avgamalt problem, sum Býráðið í Havn hevur forsømt í mong, mong ár. – Nemliga at viðlíkahalda sínar skúlabygningar!!! Faktist hevur Heðin rætt í, at vit hava klagað og kært okkum um standin á Gamla Realskúlanum, tí har vóru forholdini alt annað enn góð til skúlabrúks, og vit hava als einki ímóti, at Realskúlin verður dagførdur, so hann kann innganga í ta yvirskipaðu námsfrøðiligu linju, vit hava á Kommunuskúlanum. Men uttan at spyrja sakkunleikan (og tað mugu lærarar vælsaktans roknast at vera, tá ið talan er um undirvísingarmál), velur Býráðið at trumfa eina ætlan um ein fyrisetingarbygning ígjøgnum, ið vit, sum arbeiða á skúlanum ikki duga at síggja, at vit hava brúk fyri. Vit hava ið hvussu er ikki ynskt hann! Og tað vísir mótmælisskrivið eisini, ið sent er øllum býráðslimum í vikuni. Hiðani vit standa við einum skúla, sum seinastu mánaðarnir hevur verið rikin eftir einum lappaloysnarleisti, ið er alt annað enn nøktandi við einum útlagnum 10nda flokki og serhølum, sum ikki eru atkomilig, er tað freistandi at halda, at ørsøkin til, at Býráðið tvíheldur um gera Realskúlan til fyrisetingarbygning, einans er økonomisk, tí reglugerðirnar fyri brunatrygd og so framvegis er nógv strangari, tá ið talan er um ein skúlabygning, enn tá ið talan er um ein skrivstovubygning. Hesin strangleiki merkir jú, at tað kostar meiri at dagføra ein bygning, so hann líkur skúlatreytunum, enn tað kostar at gera eitt gamalt hús um til skrivstovubygning! Og tað kann væl vera, at argumentið við brannfelluni heldur, tá ið tað kemur til skarpskeringar, men Heðin, vælsignaður, nú hevur tú kjansin ... at vísa teg sum fyrsta borgarstjóran í Havnini, sum tók stig til at viðlíkahalda og útbyggja skúlabygningarnar til trivað og gangs fyri útbúgvingarstøðið í høvuðsstaðnum (ið jú sambært altjóða hagtølum er eitt tað hægsta í landinum), so teir lúka teimum treytum, sum gera foreldur trygg og børnini glað. Er tað ikki ómakin hugaligari eftirmæli at fáa á skúlaøkinum, enn at vera kendur sum tann, ið smildraði tann tradisjónsríka og námsfrøðisliga vælfungerandi Kommunuskúlan í Havn sundur í berum treiskni, ella uppaftur verri bert fyri at spara eitt sindur av peningi? Handan var fúl, Heðin Mortensen! Bergur rasMussen Nú verður val skjótt aftur, og gud viti, hvat teir nú fara at lova veljarunum fyri at fáa atkvøðurnar. Til seinasta væl bleiv nógv lovað veljarunum; men hvussu er standurin í landinum. Ein partur vil hava loysing ongantíð ov skjótt. Ikki kann sigast, at tað gongur frammá á tí økinum. Teir yvirtaka meira og meira uttan at seta nakað ístaðin við tí úrsliti, at tá ið alt er yvirtykið, manglar so mikið nógv í, at fólkið ikki er við at loysa. Fólkið verður bara meira yvingarsamt, politikkarnir prógva einki, og tað verður bara verri og verri at prógva fyri fólkinum, at tað ber til, tí at eingin vil, at tænastan og harvið livistandardurin skal fara niður, heldur upp. Roynt verður at kroysta loysingina yvir fólkið. Einki at seta í staðin, kalli eg at lumpa og lirka Føroya fólk. Tað virkar fyri mær sum um, at vit skulu bara standa í stað og ikki skapa nakað nýtt, vit hava nokk við tað sum er, bíða bara eftir oljuni??? Trúvirði hjá okkara politikkarum er ógvuliga vánaligt. Ein og hvør, ið fylgir eitt lítið sindur við, sær hvussu okkara politikkarar uppføra seg í tinginum. Eitt stórt mál fær lítla umrøðu, meðan eitt lítið og lítisigandi mál fær ógvuliga nógva og harðliga viðgerð, ja menn eru um at fara til hendurs. Nei tú byggir ikki nakað land við róp og brølan. Hvønn skulu Palleba og Marsanna trúgva uppá, tá ein javnan sær frá tinginum, politikkarar reisa seg upp í tingsalinum til eina vimerking fyri og aðra eftir, hvar viðkomandi tinglimur leggur undanfarna tinglim undir at siga ósatt, ja beinleiðis lúgva, og viðkomandi hevur ikki sett seg niður, so reisir næsti seg upp og sigur, at hin lýgur, alt hetta gongur fyri seg meðan alt Føroya fólk higgur at, eingin sigur nakað, og einki fær fylgjur fyri nakran. Føroya fólk sigur einki, harvið er tað í lagi, at teir bera seg soleiðis at. Eitt undarligt fólkaslag. Aftur til okkara politisku heilar. Sjálvur gangi eg inn fyri loysing, og at vit føroyingar skulu ráða í okkara egna landi; men tað skal verða við skili. Skulu vit hugsa um einaferð at fáa loysing, mugu vit hava fólkið við, og fyri at fáa fólkið við, mugu vit prógva, at tað ber til. Higartil hevur eingin prógvað nakað, vit arbeiða øvugtan veg. Mín meining er tann, at so leingi vit eru saman við Danmark, skulu vit hava tað sum er okkara rættur. Í staðin fyri at taka ímóti fullum blokki, so minka vit blokkin, tað er ein skeiv gongd. Vit skulu sjálvandi taka ímóti fullum blokki, og brúka hann fult út, og síðani leggja okkara egnu pengar til síðis. Hetta skuldu vit sjálvandi gjørt beinanvegin, tá okkara kostnu menn fóru niður á Kristiansborg og bóðu Poul Nyrup um eina yvirgangstíð uppá 15 ár; men fingu bara 4 ár. Komu heimaftur sum flongdir hundar. Hvat fóru teir niður til, at biða um 15 ár??? Tað var eingin grund til. Vit kundu sjálvir tikið stig til tað, og sjálvir avgjørt tað. Teir kundu bara verið snildir og lagt eitt vist beløb til síðis, vit kunnu siga 500 mill. pr.ár tey fyrstu fimm árini, síðani voksið beløbið vid 200 mill. um árið til tað er ájavnt við blokkin, og síðani bíðað til 15 árini eru farin, so kann ein og hvør rokna út, hvussu nógv tað gevur + rentur. Nú kundu vit goldið alla okkaru skuld + havt pengar innistandandi. Samstundis sum hesi 15 árini ganga, skulu vit klára at fáa eina nýggja vinnu upp at standa, sum einki hevur við fisk at gera. Visjón 2015 Tað skal verða ein vinna bara til útflutning, sum skal verða tann sekundera vinnan; men sum skjótt kundi blivið tann primera vinnan, sum spaðar í, tá ið fiskivinnan er niðurgangandi, soleiðis at tann fíggjarliga tilgongdin altíð verður jøvn, og ikki svingandi sum nú. Tað vil altíð verða nøkur rak ár í fiskivinnuni innímillum tey góðu árini; men vit hoyra ikki ein einasta politikara taka hetta upp á tunguna, hví?? Jú sjálvandi, teir hugsa ikki so langt. At skapa nakað nýtt er ikki teirra sterka síða, teir velja sum altíð at leypa um garðin har hann er lægstur, flyta arbeiðispláss úr einum plássi til eitt annað fyri at skapa arbeiðispláss. Hvussu nógv gevur tað??? Sjálvandi, tað er so nógv tað lættasta, tú nýtist ikki at hugsa, og fólkið sigur sum vanligt einki. Við hesum hava vit prógvað fyri Føroya fólki, at tað ber til, og síðani farið út til fólkaatkvøðu og vunnið. Ikki ein einasti ein politikari nevnir eitt orð um hettar eg her havi nevnt, og teir trúgva heldur ikki upp á tað. Hví ber tað ikki til? Jú tað er tíð, at vit hava so út av lagi vánaligar politikkarar. Teir orka ikki at síggja at tað eru nakrar krónur í kassanum, tað skal brúkast beinanvegin, kosta hvat tað kosta vil, sektin um hvat tað verður brúkt til, bara eg verið innaftur valdur ábyrgdarleyst. Tjóðveldisflokkurin stendur fyri loysing; men við núverandi limum í flokkinum, verða Føroyar ongantíð sjálvbjargnar, ongantíð. Flokkurin er ein klandriflokkur og ímóti øllum. Skal flokkurin hava nakra vón, er neyðugt at skifta vissar limir út. Fólkaflokkurin vil nú hava føroyingar at gjalda fyri at sleppa inn á landssjúkrahúsið til viðgerð. Teir ætla kanska, at tað skal verða ein av teimum nýggju inntøkukeldunum??? Visjón 2015, hvar er hon??? Tíðin gongur skjótt. Tað sum vit hava brúk fyri her í Føroyum, eru persónar sum tora at seta hetta, eg her havi nevnt, í verk og ikki lata alt bara blíva til tos og aftur tos. Vit mugu takað í nakkan á okkum sjálvum, og gevast við okkara klandri og øvundsjúku. skula vit klára okkum sjálvi, er neyðugt at vit standa saman, og ikki øvugt sum vit so mangan síggja, at øvundsjúkan brýtur alt niður. Skaldið Hans Andreas Djurhus vísir tað so væl við yrkingini hann yrkti í 1904. Saman at halda varð ei okkum givið Tí er so lítið burturúr her blivið Tí enn vit tala, men ov lítið gera Samanhald má verða. Stóðu vit saman, Føroya synir sterku Kundu vit útint mangt eitt roysningsverkið Kundu vit frama ført til Føroya landið Standi tí saman. Eg haldi, at hendan yrkingin lýsir ógvuliga væl føroyingin. Føroysku politikkarnir eru vánaligir forrætningsfólk anfinn olsen