Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 112 - 14. juni 2007 tíðindi Stutt Sagt Harður jarðskjálvti Eingin fekk skaða, tá ein harður jarðskjálvti skak­ aði stórar partar av mið­ amerikonsku londunum Guatemala og El Salvador í gjárkvøldið. Í Guatemala City vardi skjálvtin ein hálvan minutt, og fólk runnu ræðslusligin út á gøtuna. Myndugleikarnir at flyta fólk úr nøkrum húsum, men sum sambært tíðindastovunum hendi eingin stórvegis skaði. Miðdepilin í skjálvtanum var undir havbotninum kyrrahavsmegin, men jarð­ frøðingarnir siga, at mið­ depilin var so langt undir havbotninum, at tað var ikki vandi fyri flóðaldu. Fáa nú pengar Norðurkorea fær í dag 25 mió. dollarar, sum hava staðið á einari kontu í einum banka í Macao síðani í september í 2005, tá bankin stongdi kontuna eftir kravboðum úr USA. Amerikanararnir høvdu illgruna um, at norður­ koreanar høvdu fingið peningin við ólógligum handli, og tí bleiv avgjørt at leggja hald á teir. Herfyri játtaði Norður­ korea at steingja ein kjarn­ orkureaktor, men við teirri treyt, at landið fær peningin úr bankanum í Macao fyrst. Ta treytina er USA gingið undir, og í dag fær Norðurkorea pen­ ingin. Dýrar brøkur Í USA krevur ein dómari heilar 54 mió. dollarar frá einum reinsaríi, tí einar brøkur, sum hann hevði latið inn til reinsingar, hvurvu. Men hann krevur meiri enn. Í vindeyganum á reinsarínum hongur eitt skelti við orðunum „ein­ ans nøgd viðskiftafólk“. Tað sigur dómarin vera villleiðandi, og hann vil hava reinsaríið dømt at gjalda 1.500 dollarar um dagin, so leingi skeltið hongur uppi, skrivar AP. Verjin hjá reinsarínum sig­ ur krøvini vera púra burturvið. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Vit mugu fáa palestinar at skilja, at bardagarnir í Gaza hava onga meining og tæna ongum endamáli (Per Stig Møller) útlond Í gjár bleiv halga moskan hjá shiamus­ limunum í Samarra sprongd í luftina. Í morgun stóðu tríggjar moskur hjá sunnimuslimunum í ljósum loga Amerikanararnir og irakska stjórnin leggja dent á at forða fyri, at ófriðurin í Irak skal gerast eitt átrúnaðarligt stríð ímillum shiamuslimar og sunnimuslimar, meðan aðrar kreftir, eitt nú al­Qaeda, júst leggja seg eftir at snara ófriðinum tann vegin. Fyribils hava hesar kreft­ irnar fingið sín vilja. Í gjár sprongdu ókendir menn tvey av bønartornunum á teirri halgu shiamuslimsku Gyltu Moskuni í býnum Samarra. Myndugleikarnir vóru skjótir at geva kreftum við tilknýti til al­Qaeda skyldina, og shiamuslimskir leiðarar royndu at sissa fólkið. Kortini kom hevndin. Í morgun settu ókendir menn eld á tvær sunnimuslimskar moskur í býnum Iskandariya og eina í býnum Mahaweel. Báðir býirnir eru sunnan fyri Bagdad. Eygleiðarar stúra nú fyri, at ófriðurin í Irak kann enda sum eitt átrúnaðarligt stríð, ið kann gerast ógvuliga blóðugt. Brævskrivarin vil vera við, at Madeleine McCann er framvegis í Portugal. Niðurlendska blaðið De Telegraf hevur fingið eitt bræv frá einum persóni, sum skrivar, at tann horvna enska gentan Madeleine McCann er í Portugal enn, og at hon er stutt frá staðn­ um, haðani hon bleiv rænd. Sjálvandi kann tað hugs­ ast, at onkur kundi gjørt sær dælt av málinum og sent blaðnum brævið, men niðurlendska løgreglan tekur brævið í størsta álv­ ara, og tað hevur sína orsøk. Fyri einum ári síðani fekk De Telegraf eitt bræv frá einum persóni, sum skriv­ aði, hvar líkini av tveimum horvnum belgiskum gentum lógu. Tað vísti seg, at brævskrivarin segði satt, og tað áhugaverda er, at sam­ bært niðurlendsku løgregl­ uni er lítil ivi um, at sami persónur hevur skrivað brævið um Madeleine McCann. Portugisiska løgreglan tekur eisini brævið í álvara, og væl manna løgreglulið leita nú í einum øki, sum er einar 12 kilometrar frá gist­ ingarhúsinum, haðani Made­ leine McCann varð rænd. Irakar oyðileggja moskur Gylta Moskan í Samarra er illa farin. Uttanríkisráð­ harrarnir í Arabisku Samgonguni fara leygardagin at viðgera støðuna í Gaza og Libanon Tað er Egyptaland, sum hevur biðið um fundin, sum verður í Kairo. Í fyrra lagi skulu uttanríkisráð­ harrarnir viðgera ta spentu støðuna í Gaza­geiranum, har harðir bardagar millum vápnaðar limir í Hamas og Fatah hava kravt næstan 100 mannalív hesa vik­ una. Í øðrum lagi skulu ráð­ harrarnir viðgera støðuna í Linabon og serstakliga tilburðin, tá tinglimurin Walid Eido bleiv myrdur í Beirut gjáramorgunin. Hann og níggju onnur doyðu av einari bil­ bumbu. Walid Eido var kendur fyri at berjast ímóti teirri stóru sýrisku ávirkanini í Libanon, og libanska stjórnin vil vera við, at sýrisku myndugleikiarnir vóru við til at leggja morðið til rættis. Toppfundur um Gaza og Libanon Bræv um Madeleine Eitt bræv hevur fingið løgregluna at leita av nýggjum eftir Madeleine McCann