Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 112 - 14. juni 2007 tíðindi Eg hevði verið blakað í geglið, um manna­ rættardómstólurin í Haag sá, hvussu mamma mín livir, sigur 68 ára gomul kona, sum ikki er før at geva mammu síni ta hjálp, henni tørvar. Og hjá tí almenna, sum tosar um paradísvisiónir fyri eldri, er ongin hjálp at heinta Eldralív Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo 68 ára gamla Erla Maria Simonsen á Signabø hevur í longri tíð stríðst við at fáa sømiliga hjálp til 85 ára gomlu mammu sína men til fánýtis. Mamman býr einsamøll í egnum húsum í Havn. Hon er dement og óhjálpin, og lív hennara er ein blandingur av ræðuligum sjónum og manglandi aktivering. Erla Maria Simonsen og systur hennara eru pensioneraðar og orka ikki at veita mammuni ta hjálp, henni tørvar. At vera gamal skal vera eitt paradís lív. Hetta er grundtankin í sokallaða Eden Alternativinum. Mað­ urin aftan fyri hugtakið hev­ ur júst verið í Føroyum og hildið fyrilestrar fyri teim­ um, sum varða av eldraøki­ num. Landstýrismaðurin í Almanna­ og heilsumálum segði seg vera hugtiknan av royndunum at gera lívið hjá teimum eldru meira livandi og spennandi. Men hóast orðini eru føgur, mugu vit nokk staðfesta, at fyri nakrar føroyingar eru ellis­ árini langt frá nakað para­ dís. Dagligi veruleikin hjá mammu Erlu Mariu Simon­ sen er so langt frá Eden, ein kann koma. Í sínum despe­ rata neyðarrópi brúkar dóttirin heldur orð sum fongsul, konsentratiónslega, vanrøkt og livandi deyði. ­ Mamma er hundrað prosent dement, býr púra einsamøll, og hevur stórar sálarligar trupulleikar av tí. Hon stríðist við óhugnaligar sjónir, har hon sær son sín, sum er deyður, verða dripn­ an. Onkuntíð sær hon hann verða stungnan niður, aðrar Mamma situ Útróðrarmenn mótmæla Eins og í Føroyum hava fiskifrøðingarnir í Íslandi mælt politikarunum til at skerja toskafiskiskapin munandi, tí teir siga stovnin vera so illa fyri. Men teir íslendsku útróðrarmenninir eru ímóti tilmælinum frá sakkunnleikanum. Á fundi um vikuskiftið samtyktu teir eina áheitan á fiskifrøðingarnar um at endurskoða metingina. Íslendsku útróðrarmenninir halda ikki, at toskastovnurin er so illa fyri, sum fiskifrøðingarnir siga. Sendimaður sendikvinna Føroyar hava sett sín fyrsta sendimann í Íslandi ­ ella rættari sendikvinnu. Talan er um Gunvør Balle, sum er sett í starv sum sendikvinna. Gunvør Balle starvast í løtuni sum fulltrúi á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni, har hon hevur menningarsamstarv sum serøki. Gunvør hevur annars búð uttanlands í nógv ár og í nógvum ymiskum londum. Síðani hon kom heim aftur til Føroya, hevur hon arbeitt átta ár í privatu vinnuni, og síðstu tvey árini hevur hon verið á uttanríkisdeildini hjá Løgmansskrivstovuni. At hava virkin ellisár eigur ikki bert at vera teimum gomlu á bústovnum beskorið. Eldri heimabúgvandi hava eisini rætt til eitt virkið og innihaldsríkt lív. Hetta sigur Eina Andreasen, ergoterapeutur Eldralív Rigmor Dam Mynd: Álvur Haraldsen Nú so nógv hevur verið at hoyra um lívsgóðsku og virðilig ellisár hjá búfólk­ um á ellisheimum, hevur onkur reagera við at vísa til mangan óvirknu og ein­ somu tilveruna hjá teim­ um, sum enn búgva heima. ­ Vit ergoterapeutar hava eitt hugtak, sum vit rópa »occupational justice«. Hetta snýr seg um, at ein og hvør hevur rætt til eitt virkið lív, sigur Eina Andreasen, ergotera­ peutur, sum arbeiðir Á psykiatrisku deild og eis­ ini hevur arbeitt innan eldraøki í eitt áramál. Hon vísir á, at ein stórur bólkur av eldri fólki dettur niður­ ímillum í lógini, millum annað, tí tey hava ikki rætt til persónligan stuðul eftir at tey eru fylt 67 ár. ­ Tað er eitt paradoks at tosa so nógv um virkin ellisár í bústovnum, tá tey ikki verða mett at hava tørv á einum virknum lívi, meðan tey enn eru somikið fræg, at tey orka, sigur Eina. Hon greiðir frá, at av­ leiðingin av, at eldri fólk sita passiv og ofta einsa­ møll heima er, at tey kenna seg sum ónyttur, og verða alt meira negativ og apatisk. Í tí sambandinum hava tey eisini nógv minni at standa ímóti við sálar­ liga. Við at keypa inn Royndir hennara hava víst henni, at meðan tey gomlu fáa tilboð um ergoterapi, meðan tey eru innløgd, so er onki tilboð, tá tey koma heim. ­ Tá kemur Heimatænast­ an inn í myndina. Men sum er, fevnir tað tilboðið bara um røkt og viðgerð og ikki um at stuðla teim­ um í øðrum virksemi, sum gevur innihald. Til dømis at taka tey við út at keypa inn ella at gera mat. Nú verður innkeypið bílagt úr handlinum, og maturin borin út úr einum stórkøki. Sum heild átti støðið heldur at verið tikið í tørv­ inum hjá tí einstaka menn­ iskjanum, sigur Eina Andreasen, sum kortini leggur dent á, at tey hava eitt gott samstarv við Heimatænastuna, men at tey uppliva, at skipanin er ov stirvin. ­ Tí kundi eg hugsað mær at skipanin í størri mun sá og tók støðið í ein­ staka menniskjanum, men hetta krevur samstundis eisini eitt breiðari fakligt grundarlag. Til dømis soleiðis at ergoterapeutar koma við út í heimini og arbeiða við teimum gomlu, sigur Eina Andreasen. Hon fegnast tó um heilsurøktararnir, sum verða útbúnir í hesum árum. ­ Teir eru eitt gott íkast, tí teir hava lært at síggja alt menniskja, og ikki bara røktarpartin, sigur Eina Andreasen, sum eisini vísir á, at heimarøktin sum so ikki manglar pen­ ing, men fólk. Nøkur tilboð eru Eldri heimabúgvandi hava nøkur tilboð. Spurd hvat hon heldur um tey, sigur Eina, at tað er rætt, at dag­ tilboð eru á ávísum stovn­ um, men hon leggur enn einaferð dent á, at tað eisini skal vera meinings­ fult at vera heima. ­ Harumframt hava vit økisterapiina, sum er góð og neyðug, men har eru ikki fíggjarligt rásarúm, so til ber at arbeiða við tí einstaka fólkinum úti í heiminum. Virðilig og virkin ellisár – eisini heima Eina Andreasen, ergoterapeutur