Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 112 - 14. juni 2007 Í 2047 er eingin olja eftir í heimsins goymslum, sigur viðurkenda felagið BP. Men felagið hevur mett skeivt fyrr Olja Árni Joensen Framtíðarmetingin hjá BP er tann daprasta, sum felagið nakrantíð hevur lagt á borðið, og sambært henni verður eingin olja eftir í keldunum kring heimin um 40 ár. Tað er tó vert at hava í huga, at hetta er ikki tann fyrsta dapra metingin hjá BP. Í 1986 spáddi felagið, at oljan í heimsins keldum fór at røkka í 40 ár til 2026. Tíggju ár seinni, í 1996, kom tann næsta metingin, og nú segði BP, at tær sein­ astu keldurnar fara at torna upp í 2037. Nú sigur met­ ingin so 2047. At tíðarskeiðið er longt eitt sindur kemst sambært BP av stórum leitivirksemi og nútímans tøkni. Mest í Miðeystri Tølini hjá BP vísa, at olju­ nýtslan í heiminum vaks 1,4 prosent í fjør. Tað var minni enn í 2005, sjálvt um búskaparvøksturin var størri í fjør. Tað hevði eisini sína orsøk, sigur BP, tí óvanliga lýtt veður gjørdi, at fólk brúktu minni olju til hita. Harumframt tálmaði tann høgi prísurin nýtsluni. Metingin hjá BP sigur, at tey seinastu tíggju árini hava oljufeløg funnið keldur við 160 mia. tunnum. Við hesum eru 743 mia. tunnur í keldunum í Miðeystri, 144 mia. tunnur eru í evropeiskum og russiskum keldum, 117 mia. tunnur í Afrika, 103 mia. tunnur í Mið­ og Suðuramerika, 60 mia. tunnur í Norðuramerika og 41 mia. tunnur í keldum í Asia. Sambært BP verða hesar bensinstøðirnar søga um 40 ár Teymavirkið og Berglon søkja eftir fólki R E P R O Z Berglon P/f í Runavík sóknast eftir skrivstovulærlingi at byrja 02.07.2007 ella skjótast møguligt. Vit bjóða eitt starv á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi í støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar, veitarar og kundar er av alstórum týdningi. Í lærutíðini kemur tú at gera alt vanligt skrivstovuarbeiði. Vit arbeiða við nútímas telduforritum og kunnu sostatt bjóða eina tíðarhóskandi skrivstovuútbúgving. Vit vænta, at tú hevur FHS,- HH-prógv ella líknandi, at tú ert fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðugt. Og at tú hevur hug og áræði at gerast partur av okkara arbeiðsdegi, sum við hvørt er eitt sindur strævin, men tó avbjóðandi. Umsókn við avriti av prógvum, møguligum ummælum og CV skulu verða Berglon, Boks 210, 620 Runavík, í hendi seinasta lagi hósdagin 21.juni 2007. Meiri fæst at vita við at venda sær til Ingolf Petersen á beinleiðis tlf. 773 014. Skrivstovulærlingur Berglon P/f í Runavík sóknast eftir handilslærlingi at byrja 02.07.2007 ella skjótast møguligt. Vit bjóða eitt starv á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi í støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar, veitarar og kundar er av alstórum týdningi. Í lærutíðini kemur tú, upp á skift, at starvast í Teymum, Leiku og Gávuni. Skúlagongdin er í Danmark. Vit vænta, at tú hevur FHS- ella HH-prógv, at tú ert fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðugt. Og at tú hevur hug og áræði at gerast partur av okkara arbeiðsdegi, sum við hvørt er eitt sindur strævin, men tó avbjóðandi. Umsókn við avriti av prógvum, møguligum ummælum og CV skulu verða Berglon, Boks 210, 620 Runavík, í hendi seinasta lagi hósdagin 21.juni 2007. Meiri fæst at vita við at venda sær til Maluna Nielsen á beinleiðis tlf. 773 021. Handilslærlingur Teymavirkið P/f í Runavík sóknast eftir maskinsmiði at byrja mánadagin 02.07.2007 ella skjótast møguligt. Vit bjóða eitt starv á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi í støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar, veitarar og kundar er av alstórum týdningi. Arbeiðið umfatar ymiskt smiðuarbeið umframt annað framleiðslu- og goymsluarbeiði. Løn sambært avtalu. Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinsmiður ella hevur arbeiðsroyndir innan økið, at tú ert fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd. Og at tú hevur hug og áræði at gerast partur av okkara arbeiðsdegi, sum við hvørt er eitt sindur strævin, men tó avbjóðandi. Roknast kann við yvirtíðararbeiði ávís tíðaskeið. Umsókn við avriti av prógvum, møguligum ummælum og CV skulu verða Berglon, Boks 210, 620 Runavík, í hendi seinasta lagi hósdagin 21.juni 2007. Meiri fæst at vita við at venda sær til Rúna Berg á beinleiðis tlf. 773 012. Maskinsmiður Eingin olja eftir um 40 ár