Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2007 VARPIÐ Canal+Film1 Fríggjadagin kl. 19.00 Must Love Dogs Vakra, fráskilda lærarinnan Sarah er ónøgd um lív sítt. Hon hevur ongan tíð nakra date, men nú hevur systir hennara sett eina lýsing um samband í eitt blað fyri hana. Brádliga hevur Sarah møguleika at velja og vraka millum mannfólk, men fyri tað er ikki víst, at hon finnur dreymaprinsin. SvF • Mikudagin kl. 19.00 Sornfelli í søguna Støðirnar í Mjørkadali og á Sornfelli vóru bygdar, og danir skiltu, at í Føroyum ráddi um at vera so lítið sjónligir sum gjørligt. Tí var ikki loyvt at ganga í hermannabúna uttan fyri støðina. Her vóru heilt aðrar reglur galdandi enn í Danmark, men tað vistu nakrir ungir sersjantar ikki, fyrrenn teir stóðu á skrivstovuni hjá ovastanum í Mjørkadali og fingu eina skolu fyri at hava ferðast til Føroya við Tjaldrinum í eyðkennisbúna. DR1 • Fríggjdagin kl. 22.40 Copycat Ei hópdrápsmaður ger um seg í San Fransisco, og løgreglan hevur onga slóð. Serfrøðingurin Helen Hudson kemur at hjálpa, og hon kemur eftir, at øll morðini eru mest sum avrit av kendum morðum. Tað vísir seg tó, at drápsmaðurin eisini hevur ein óhugnaligan áhuga í Helen Hudson.