Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 14. juni 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Hetta var fyrri hálvleikur, og teir føra 2-0. Nú er seinni hálvleikur eftir, og vit ætla okkum framvegis í finaluna John Petersen, venjari hjá Skála 44 bátsmanningar verða við á Sundalagsstevnuni. Teirra millum Havnarbáturin Havnarbáturin var annars ikki við á norðoyastevnu, tá hann ikki var mannaður, og hetta er fyrsta ferðin, at bát­ urin ikki hevur verið á stevnu, tað menn vita um. Eisini eru tvær manningar komnar afturat í 6­manna­ farsróðrinum hjá kvinnum. Umframt FM­róðrarnar er eisini barnaróður á skránni, og har hava átta manningar boðað frá luttøku. Startrøðin til róðrarnar leygardagin er hendan: 5-mannafør, dreingir 6 Jallurin 7 Jómfrúgvin 8 Havfrúgvin 9 Sílið 10 Teistin 11 Tjaldrið 6-mannafør, kvinnur 7 Smyril 8 Kollfirðingur 9 Jarnbardur 10 Hvessingur 5-mannafør, gentur 6 Teistin 7 Ørnin 8 Tambar 9 Hvassi 10 Drekin 11 Blikur 5-mannafør, kvinnur 5 Erla Kongsdóttir 6 Ritan 7 Frúgvin 8 Teistin 9 Sílið 10 Fípan Fagra 11 Ørnin 12 Jallurin 13 Blikur 6-mannafør, menn 4 Sølmundur 5 Rádni 6 Lómur 7 Jarnbardur 8 Strálan 9 Sundabáturin 10 Tvørábáturin 11 Riddarin 12 Smyril 13 Kollfirðingur 8-mannafør 7 Knørrur 8 Argjabáturin 9 Heiðabáturin 10 Ørvur 11 Árnfirðingur 10-mannafør 8 Vestmenningur 9 Eystoroyingur 10 Havnarbáturin Havnarbáturin er mannaður Petur Simonsen, sum í eini 25 ár hevur virkað innan venjarayrkið í Føroy­ um, heldur tosið um betri trygd vera eitt sjálvsagt krav frá venj­ arunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í blaðnum í gjár segði Kurt Mørkøre, at hann og aðrir føroyskir venjarar í løtuni arbeiða við at betra um setanarkorini hjá fótbólts­ venjarum í Føroyum. Mill­ um annað við at orða ein standard­sáttmála, sum skal tryggja venjararnar betri, um talan er um uppsøgn. Ein av teimum heilt royndu venjarunum í Føroy­ um er Petur Simonsen. Fugl­ firðingurin hevur síðani 1982 verið meira ella minni knýttur at venjarayrkinum, og gjøgnum nógv ár í fremstu røð hevur hann upplivað bæði góðar og minni góðar støður, sum ein venjari kann koma í. Og hann er ikki í iva um, at tað er upp á sítt pláss, at korini hjá venjarunum nú verða bøtt. ­ Tað er í øllum førum mín varhugi, at teir føroysku venjararnir tryggja seg nógv verri, enn teir útlendsku gera. Sáttmálar­ nir, sum verða gjørdir, eru ofta úrslit av, at tað eru leik­ fólk, sum standa fyri arbeið­ inum. Og tí er møguleiki fyri, at annar parturin stend­ ur sera veikur, um trætumál stinga seg upp. ­ Fótbólturin sjálvur er annars vorðin alt meira proffesionaliseraður, og tí er tað væl ikki meira enn náttúrligt, at venjararnir fylgja við í hesi menning heldur Petur. Neyðugt fyri tilgongd Ein av høvuðsboðskapunum hjá Kurt Mørkøre var, at verandi støða kann fáa nógvar venjarar at setast aftur, tá bæði tíð og pen­ ingur skal brúkast til at fáa sær neyðugu útbúgvingina. Og hesum dugir Petur Sim­ onsen eisini væl at fylgja. ­ Tað er í dag trupult at samantvinna venjarayrkið í einum Formula­felag við eitt fulltíðar starv uttan fyri vøllin. Og tí mugu vit skapa umstøðurnar, soleiðis at ein venjari torir at skerja tíðina á vanliga arbeiðsmarknaðin­ um. Verður tað ikki gjørt, so ivist eg ikki í, at tað kann fáa fleiri at setast aftur á leiðini. ­ Og tað má ikki henda. Eg skal avgjørt ikki seta nið­ ur á útlendsku venjararnar í Føroyum, sum í nógvar mátar gera eitt framúr arbeiði, og sum geva okkum øðrum góðan og neyðugan íblástur. Men tað er neyðugt, at vit hava eina stammu av føroyskum venjarum. Ann­ ars verður serstakliga trup­ ult at halda fast í neyðuga stabilitetinum og menn­ ingini. Venjarafelagið broytt Sjálvur hevur hann verið nevndarlimur í venjarafelag­ num. Seinnu árini hevur felagið tó ligið meira ella minni stilt, men Petur held­ ur, at hetta er ein gott høvi at fáa lív aftur í felagið. ­ Í síni tíð varð felagið sett á stovn, tí vit vildu røkta og betra føroysku venjaraútbúgvingina. Her hevur FSF eisini gjøgnum árini lagt stóra orku, og tann orkan er ikki minni í dag. Og tí er kanska ikki so átrokandi við tí partinum. ­ Tørvurin á einum felag er tó framvegis til staðar. Og tað er í tráð við menn­ ingina, at talan verður at kalla um fakfelag. Sum før­ oyskur fótbóltur hevur ment seg, verða krøvini til venj­ aran alt størri. Og so er tað bara náttúrligt, at venjarin eisini setir krøv, sigur Petur Simonsen. Sjálvsagt krav frá venjarunum Petur Simonsen heldur tað vera ein náttúrligan part av menningini innan føroyskan fótbólt, at venjarafelagið nú í størri mun fer at virka sum fakfelag 29