Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 112 - 14. juni 2007 Lærarastørv í Viðareiðis Skúla Viðareiðis skúli søkir eftir trimum lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/08 at byrja 1. august 2007 Vegna niðursetta tíð og avlopstímar verða 3 lærarastørv lýst leys at søkja. Søkt verður eftir: • tveimum lærarum til fulla tíð • einum lærara til avlopstímar – umleið 10 tímar ella fleiri. Endaliga tímatalið verður fastsett í september. Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at: • undirvísa í føroyskum, donskum og enskum • undirvísa í handaligu lærugreinunum • undirvísa í ítrótti • undirvísa í kristni • sertímum/stuðulstímum • flokslærarauppgávu Førleikakrøv Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka­ skúlanum. Løn Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúla­ leiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 58 80 52. Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 50 næmingar og 7 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid Viðareiðis Skúli Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo Heygsvegur 30 P.O. Boks 197 FO-110 Tórshavn Tlf. 31 69 10 Fax 31 81 19 Triv Sp/f Søkir eftir fólki til verkstaðin Arbeiðið umfatar: Umvæling av landbúnaðarmaskinum, so sum traktorar, sláimaskinur, ballupressur o.l. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur við­ komandi útbúgving s.s. maskinmeistari, maskin­ smiður ella bilmek. Hetta er tó eingin treyt, tí hevur tú áhuga í og kunnleika til motorar og maskinur, hava vit eisini brúk fyri tær. Um tú heldur, at hetta er nakað fyri teg ella hevur tú spurningar til starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum ella senda okkum, innan eina viku, eina umsókn við møgu­ ligum prógvum og viðmælum. Triv er ein 22 ára gomul fyritøka, sum selur flestu merkir av landbúnaðarmaskinum Søkt verður eftir Umsjónarmanni/ arbeiðsformanni at byrjað 1. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: • at umsita ávís økir og ognir hjá kommununi • at leiða dagliga arbeiðið hjá kommununi • dagligt viðlíkahald av kommunalum vatn- og kloakkskipanum • rakstur av gøtuljósum • at skipa fyri kavagrevstri • viðlikahald av vegum og gøtum Vit vænta at tú: • hevur leiðsluroyndir • dugir væl at samstarva við onnur • ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt • hevur teldukunnleika • hevur koyrikort • kann ráðgeva í tekniskum viðurskiftum Vit kunnu bjóða: • møguleika fyri skeiðum innan arbeiðsøkið • eitt fjølbroytt og spennandi starv viô góðum møguleikum at menna seg Setanarviðurskifti: • Starvið er fulltiðarstarv • Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Skrivlig umsókn skal sendast til: Sandavágs Kommuna Hammerhaimbsvegur 1 FO-360 Sandavágur. Umsóknirnar skulu merkjast »Umsjónarmað- ur« Eru spurningar, fæst meira at vita við at ringja á tlf. 332470 el 214070. Sandavágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknarfreistin er 25 juni 2007 kl. 10.00. Sandavágs Kommuna www.sandavagur.fo Hammershaimbsvegur 1 · FO-360 Sandavágur Tel. +298 332 470 · Fax. +298 333 470 sandavagur@sandavagur.fo Endurlýsing søkt verður eftir stuðulsfólki at byrja 1. juli Starvið er avloysarastarv fyri stuðulsfólk í barsilsfarloyvi. Arbeiðstíðin er 24,5 tímar um vikuna. Løn samb. sáttmála við Føroya Pedagogfelag. Umsókn við møguligum viðmælum skulu verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 18. juni 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna Tlf. 47 27 27 Sjóvar kommuna SkúLAvegUr 10 490 STrendUr Shellstøðin við Streymin Sóknast eftir tveimun ungum røskum og álítandi gentum, tó ikki undir 17 ár, at arbeiða sum feriuavloysari beinanvegin. Shellstøðin við Streymin Tlf. 422255 · Fax 422481 Venjingaramboð til sølu Venjingaramboðini hjá Fragd & Fimi eru til sølu. Ring á tlf. 51 71 00 og hoyr nærri. Myndir kunnu síggjast á www.skyn.fo lýsingar